Formaðurin ávarar Gerhard Lognberg

Gerhard Lognberg setir bæði Sandoyartunnil og samgongu í vanda við síni stívrendu støðu, sigur John Johannessen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum

 - Heldur Gerhard Lognberg rimmarfast við, at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja í næsta ár, er vandi fyri, at hann dettur heilt niðurfyri.

Tað staðfestir John Johannessen, formaður fyri tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum fyri tíðindunum á Rás2 og fyri Sosialinum í morgun.

Samgongan hevur brúkt tað mesta av hesi vikuni upp á at finna semju um Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin og seinnapartin í dag er málið aftur á skránni.

John Johannessen, formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi, ivast í um tað eydnast at finna eina semju í dag.

Men hann ásannar eisini, at talan er um ein stóran trupulleika fyri samgonguna og fyri Javnaðarflokkin.

Hann ávarar sostatt floksfelaga sín, Gerhard Lognberg, ímóti at hava so stívrenda støðu í málinum um Sandoyartunnilin og at halda fast við kravið um, at arbeiðið upp á hann skal byrja næsta ár.

Hann sigur, at tað kann føra til, at Sandoyartunnilin verður forkomin.

Hann ávarar sostatt upp á tað allar kraftigasta, at kreftir í Javnaðarflokkinum bera seg soleiðis at, at samgonguni ikki er lív lagað, tí tað kann føra til, at Sandoyartunnilin heilt dettur á gólvið.

- Slitnar samgongan, er vandi fyri, at Javnaðarflokkurin verður settur uttanfyri alla ávirkan og tað kann forkoma Sandoyartunlinum, tí veruleikin er, at tað eru eisini partar í samgonguni, sum ikki vilja vita av Sandyartunlinum. sigur John Johannessen.

Hinvegin ásannar formaðurin fyri Javnaðarflokkinum á tingi, at ósemjan um tunlarnar hevur stolið alt ov nógva arbeiðsorku frá samgonguni.

- Tað er neyðugt at fáa eina avgerð í tunnilsmálinum, so at vit eisini kunnu fáa øll hini álvarsmálini í samfelagnum til eina politiska viðgerð, sigur hann.

Hann vísir í hesum sambandi á trupulleikarnar í fiskivivinnuni, trupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum og aðrar álvarsamar trupulleikar á vælferðarøkinum.


Er til at tosa við

Gerhard Lognberg sigur, at Sandoyartunnilin hevur avgjørdan týdning fyri suðurøkið í Føroyum, men finst ein skilagóð loysn, er hann til reiðar at tosa sum tað.

Tí sigur hann, at tað ber til at finna semju um at gera báðar tunlarnar í senn og byrja í 2010 ella okkurt sovorðið.

Men at gera Eysturoyartunnilin og at útseta Sandoyartunnilin til í 2012, kann hann ikki liva við, sigur hann við Rás2 á miðdegi.

- Hann sigur, at er hetta at forkoma samgonguni, so sigur hann, at hann vil einki uttan at verja at alt suðurøkið í Føroyum og hann vónar framvegis, at vit finna eina skilagóða loysn.

- Mínir veljarar vita, hvat eg fór til val upp á og tey lyftini kann eg ikki svíkja, leggur hann afturat.