Bogaskjúttarnir gjørdu eitt ordans hál í gjár, tá teir skaffaðu Føroyum heili seks heiðursmerki.
– Vit fingu fimm av seks møguligum gull, eina silvur og eina bronsu, so tað fekk illa verið betri, helt Schandorf Vang fyri eftir kappingina. Hann vann sjálvur silvur í compound hjá monnum, har Jógvan Niclasen vann gull við 1297 stigum. Umframt tað setti Jógvan eisini nýtt oyggjaleikamet á 90 metrum við 313 stigum. Tað metið tóktist vera spilt, tá Jógvan mánadagin bummaði tríggjar teir fyrstu pílarnar á 70 metrum, tá hann hevði gloymt at flyta siktið. Men við framúr skjóting á næsta degnum vann hann eisini á hesum mistakinum. Sum sammeting kann nevnast, at hesir pílarnir væntandi kundu givið á leið 27 stig.
Sigrid trý nýggj met
Í somu grein hjá kvinnum gekk eisini ótrúliga væl. Sigrid Vang vann gull og setti ikki færri enn trý nýggj oyggjaleikamet í 70 metrum, 30 metrum og samanlagt eisini. Gamla meti samlað var 1267, men hetta slerdi Sigrid í gjár við 32 stigum.
Jastrid Jensen endaði nummar 14 eisini í compound, men kann sanniliga eisini fegnast um persónliga metti, hon setti og nú er 902.
Annika nýtt føroyskt met
Annika Vang hevði eisini ein serstakliga góðan dag í gjár. Hon vann gull í recurve hjá kvinnum, umframt at hon setti nýtt føroyskt met. Hetta er nú 1095 stig, so Annika bøtti um gamla metið við 50 stigum.
Menninir í recurve vóru teir einastu, sum ikki fingu gull. Uttan heiðursmerkir fóru teir ikki heilt, tí Hans Petur Højgaard vann sær bronsu við 1141 stigum, og bert 11 stig aftanfyri hann kom Absalon Hansen, sum sostatt var rættiliga nær við bronsuplássið.
Góður endaspurtur
Í liðkappingini hjá compound og recurve var talan um góðar endaspurtir. Áðrenn týsdagin var Hetland 22 stig aftanfyri Føroyar, men tá dagurin í gjár var liðugur, var munurin rættiliga stórur, so Føroyar vann eina greiða gullmedalju.
Í recurve var púra javnt, tá byrjað var í gjár, men eisini har eydnaðist Føroyum at gera ein vørr og vinna seg frammum, soleiðis at tað eisini gjørdist til gull har.
Av hinum luttakarunum gjørdist Per Holm Andersen nummar níggju í compound, og Rógvi Holm og Eirikur í Jákupsstovu ávikavist nummar 12 og 16 í recurve.
Úrslit:
Compound kvinnur:
1. Sigrid Vang, 1299 stig
14. Sigrid Jensen, 902 stig
Compound menn:
1. Jógvan Niclasen, 1297 stig
2. Schandorff Vang, 1291 stig
9. Per Holm Andersen, 1263 stig
Recurce kvinnur:
1. Annika Vang, 1095 stig
Recurve menn:
3. Hans Petur Højgaard, 1141 stig
4. Absalon Hansen, 1130 stig
11. Rógvi Mohr, 1075 stig
16. Eirikur í Jákupsstovu, 1038 stig










