løtuni er støðan bara tann, at hava vit einar 2-3 spælarar, sum ikki eru á toppinum, so eru vit ov tunnir til at byrgja upp fyri hesum. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til, og til dømis [...] var triðja ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum sum taparar. Byrjanin til landskappingina hevði annars verið góð við einum sigri á HB, men sjálvsálitið, sum tann dysturin gav, tykist nú vera fullkomuliga [...] tú hartil, so er næstan ov seint at venda gongdini. Tað síggja vit eisini nú, hóast klók fólk uttan fyri vøllin tosa um moral og geist á liðnum. Sjálvandi skulu hesi hava loyvi at hava sínar meiningar
Trustrup á Djúrlslandi. Vit vera seks fólk, vit gomlu og so Tina, sjeikurin og okkara fittu abbasynir, ein er eitt ár, og ein er trý. Tað sigur kendi klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum. Hvat verður á borðinum [...] onkur av teimum nærmastu og kærastu eru farin um sýn. - Vit hava mist fleiri av okkara, bæði vinir og familju, og tankar mínir eru hjá tykkum øllum. At enda vil Símun á Høvdanum ynskja øllum eini gleðilig [...] allar komnar í hús? - Vit keypa jólagávur, men tær vera færri og færri við árunum, nú ein er blivin 55 ár. Jólini eru fyri børnini, so sjálvandi fáa tey gávur - og so tey allar nærmastu. Hvønn týdning hava
limur í koppsetingarbólkinum fyri in.fo, nú vit spyrja hann, hvussu vorðið er við koppseting til føroyskar útisetar, ið eru í Føroyum í eitt longri tíðarskeið nú í vár og í summar. Óvanliga nógvir føroyskir [...] útisetar hava nevniliga verið í Føroyum, nú meðan korona hevur herjað alla aðrastaðni. Serliga eru tað føroysk lesandi í Danmark, sum hava leitað sær heim til Føroya, og nú móti sumrinum fara enn fleiri at koma [...] koma hendan vegin. Men hesi eru nú í einari grázonu, tí tey eru ikki fevnd av koppsetingarætlanini í Føroyum og kunnu tí ikki bíleggja sær tí - eisini sjálvt um tey hava føroyskt p-tal. Og tað er í so roksut
broytingar í havumhvørvinum eru mannagjørdar ella um broytingarnar eru natúrligar. Hetta hevur eitt nú havt við sær, at tað hevur verið nærum ógjørligt at røkka politiskum semjum á altjóða støði. Seinastu [...] innlandsísur og hækkandi vatnstøða. Veðurlagsbroytingarnar eru nú ein somikið átrokandi og eyðsýndur trupulleiki, at evnið óivað kemur at standa ovast á politiska breddanum í ár. Ikki neyðturviliga í londunum [...] teimum, sum hava ráð til at gera nakað við støðuna. Nú er tað greitt Men nú staðfestir ein nýggj og umfatandi kanning frá ST, at veðurlagsbroytingarnar eru mannagjørdar. 2500 granskarar úr 130 londum hava
Vit mæla til, at vit fáa felags reglur, sum eru galdandi fyri alt landið. Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Nógv kjak hevur verið um, hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í [...] summastaðni eru tey nú farin at krevja pengar frá ferðafólki fyvir at sleppa í hagan. Olga Biskopstø sigur, at Útoyggjafelagið hevur ikki eina felags støðu til spurningin, tí áhugamálini eru ymisk. Sostatt [...] hagan, og um munur skal skal vera á føroyingum og útlendskum ferðafólki. Men hon sigur kortini, at tey mæla frá teirri støðu, sum er nú, har bøndur, púra tilvildarliga, eru farnir at krevja gjald frá ferðafólki
luttakarunum á CISV-leguni á Háskúlanun koma úr rættiliga fjarskotnum londum, har siðir og gerandisdagur eru fullkomiliga øðrvísið, enn tann gerandisdagur, tey vera fyri á Háskúlanum í hesum døgum. Tá vit spyrja [...] familjum, og øll fýra eru á einum máli um, at føroyingar eru ótrúliga vinarligir, og lættir at koma í samband við. Lauren úr USA búðu hjá eini familju á Viðareiði, og hon sigur skemtandi, at á Viðareiði búgva [...] trupulleikar at sova, men nú gongur betri, sigur Aly av Filipinunum. Læra eina rúgvu Spurd, um hvat fáa burturúr einari slíkari CISV-legu, svara tey fýra, at tey læra eina rúgvu. ? Vit læra nógv um onnur lond
trolarar. - Vit framleiða og seta saman tað, sum vit duga best og keypa tað, sum aðrir duga betri enn vit. Vit hava nógvar undirveitarar at gera ting, sum vit áður gjørdu, og tað merkir, at vit nú brúka okkara [...] virksemi er ein blandingur av útgerð, sum vit framleiða og útgerð, sum vit umboða og selja. Vit hava nógvar undirveitarar í útlandinum, men í okkara framleiðslu eru tað vit, sum seta komponentarnar saman og laga [...] neyvari. Á henda hátt slepst eisini undan, at ov nógv fóður fellir á botn og soleiðis dálkar umhvørvið óneyðugt. Ólavur sigur, at alarar kunnu fylgja fóðringini á einum móttakara í bátinum – ella á teldu
brúktir á útlendskum hotellum, vísir hann á. Hetta er beinleiðis at meta við, at vit løgdu mvg á hvørt kilog av fiski, vit flyta avlandinum. Heri Niclasen vísir á, at kanningar, sum gjørdar eru við Háskóla [...] Noclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Tað hevur órógvað fólk í ferðavinnuni, at tað er komið fram, at tosað verður um at leggja mvg á tænastur í ferðavinnuni sum eitt nú gistingarnar á gistingarhúsum og [...] fegnast um, at hetlendingar eru komnir við í VestNorden samstarvið sum stevnuluttakarar. Hetlendingar eru eygleiðarar í samstarvinum og gerast neyvan fullgildugir limir, heldur stjórin á Ferðaráðnum. Um ynskið
Vónandi kunnu vit læra nakað av írskum fótbólti, men enn betur, um vit kunnu læra av írska stoltleikanum, treiskninum og dugnaseminum. Hóast vit mikudagin skulu stríðast á vølli, so rætta vit eisini eina [...] sítt bæði nú og til komandi dystir í heyst, so eru kanska aðrir útvegir. Oftani hava vit sæð, tá uppstilling er til val, at onkur tekur seg aftur, fyri at onkur atkvøðuslúkari, sum hevur staðið á síðulinjuni [...] okkara lutur. Vit kláraðu okkum væl segði venjarin eftir dystin. Vist vístu okkara menn áhaldni og vilja. Men tað var ikki nóg mikið til at vinna okkum tey so nógv umbidnu stigini. Vit hava fyrr á hesum stað
tilvitaður um týdningin av at kenna á sær norðurlendska samleikan. Ungdómurin raðfestast Norðurlandaráðið er farið undir stórar broytingar á mentanarøkinum og um vit ikki eru tilvitað um týdningin av at fáa [...] Ole Stavad, formann Norðurlandaráðsins, nú vit práta um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum. - Norðurlendska samstarvið er einasta altjóða samstarvið, ið vit taka lut í, sum eisini hevur sál. Ikki [...] Ikki bara politiska sál, men eisini fólkaliga sál, heldur formaðurin fram, nú vit hava sett honum stevnu inna á skrivstovuni hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm. Restin av formansskapinum situr