Mæla frá at avmarkað gongdina í náttúruni við bummgjøldum

Men ferðavinnan kring landið skal koma økjunum kring landið til góðar og fremmandum ferðavinnusmiðjum

Vit mæla til, at vit fáa felags reglur, sum eru galdandi fyri alt landið. Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum.

Nógv kjak hevur verið um, hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í náttúruni og eitt úrslit av tí er, at summastaðni eru tey nú farin at krevja pengar frá ferðafólki fyvir at sleppa í hagan.

Olga Biskopstø sigur, at Útoyggjafelagið hevur ikki eina felags støðu til spurningin, tí áhugamálini eru ymisk. Sostatt hava tey ikki tikið støðu til um, hvussu fólk skulu rinda fyri at fara í hagan, og um munur skal skal vera á føroyingum og útlendskum ferðafólki.

Men hon sigur kortini, at tey mæla frá teirri støðu, sum er nú, har bøndur, púra tilvildarliga, eru farnir at krevja gjald frá ferðafólki.

Tvørtur ímóti mæla tey til, at politiska skipanin ger eina skipan, sum verður felags fyri alt landið og tey halda eisini, at skulu fólk gjalda fyri nakað, skulu tey eisini hava eina tænastu afturfyri.

Men tey hava eisini ta avgjørdu støðu, at ferðavinnan kring landið, skal koma økjunum kring landið, til góðar.

Ferðavinna á einum plássi skal koma tí ávísa plássinum til góðar, tí vit halda at tað er skeivt, at fremmandir ferðaleiðar koma út í økini at vinna pengar upp á tey.

Tí skal øll ferðavinna í einum øki, verða skipað á staðnum. Hetta ber í sær, at tá ið fólk koma á eitt pláss at ferðast, skulu tey hava eitt ávíst stað at venda sær til, og har skulu tey siga frá, nær tey ætla sær í hagan, hvagar tey ætla sær, og nær tey vænta at vera aftur.

– Hetta er fyri at fólki á staðnum kann hava yvirlit yvir, hvør er í haganum, og tað kann eisini brúkast til at hava tamarhald á ferðavinnuni, sigur hon.

Hon sigur, at tey í Útoyggjafelagnum fara kortini at viðgera spurningin seinni í summar, og tað fara tey at gera á felags útoyggjafundi í Kalsoy í august. Endamálið við tí er at útoyggjarnar skulu draga somu línu í hesum máli.