Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin saman við mínari familju í Trustrup á Djúrlslandi. Vit vera seks fólk, vit gomlu og so Tina, sjeikurin og okkara fittu abbasynir, ein er eitt ár, og ein er trý.
Tað sigur kendi klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Á borðinum verður dunna, brúnkaði eplir, eplir, sós og alt tilhoyr. Aftaná verður mandlurísur við kirsubersós, og so verður spennandi at vita, hvør fær mandlugávuna.
Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?
- Vit keypa jólagávur, men tær vera færri og færri við árunum, nú ein er blivin 55 ár. Jólini eru fyri børnini, so sjálvandi fáa tey gávur - og so tey allar nærmastu.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning, men skal eg vera púra erligur, so er tað ikki stuttligt at halda jól saman við Símun á Høvdanum, tí eg sovni alt ov tíðliga, men royni at hugna um í øllum og vera jólaligur.
Símun á Høvdanum sigur, at tað er hann, sum stendur fyri matgerðini, tó ikki bakstrinum.
Hann harmast um, at eisini hetta árið hevur verið enn eitt svárt ár fyri familuna, tí sjúka hevur rakt, og onkur av teimum nærmastu og kærastu eru farin um sýn.
- Vit hava mist fleiri av okkara, bæði vinir og familju, og tankar mínir eru hjá tykkum øllum.
At enda vil Símun á Høvdanum ynskja øllum eini gleðilig jól. - Verið góð við hvønn annan, tit vita ikki, hvussu leingi tit hava hvønn annan.