Global upphiting, bráðnandi innlandsísur og hækkandi vatnstøða. Veðurlagsbroytingarnar eru nú ein somikið átrokandi og eyðsýndur trupulleiki, at evnið óivað kemur at standa ovast á politiska breddanum í ár. Ikki neyðturviliga í londunum, sum dálka mest, men hjá teimum, sum hava ráð til at gera nakað við støðuna.
Nú er tað greitt
Men nú staðfestir ein nýggj og umfatandi kanning frá ST, at veðurlagsbroytingarnar eru mannagjørdar. 2500 granskarar úr 130 londum hava staðið fyri kanningini, sum verður almannakunngjørd fríggjadagin í hesi vikuni. Men niðurstøðan er longu likin út, og har er ongin ivi longur: Skaðiligu evnini, sum vit menniskju lata út í loftrúmið eru orsøkin til nógvu verðurlagsbroytingarnar, og til ber at tálma gongdini, um farið verður til verka nú. Sostatt liggur tann spurningurin ikki í buktini longur.
Kenna sviðan
Seinastu mongu árini hava umhvørvisgranskarar verið ósamdir um, antin veðurlagsbroytingarnar og broytingar í havumhvørvinum eru mannagjørdar ella um broytingarnar eru natúrligar. Hetta hevur eitt nú havt við sær, at tað hevur verið nærum ógjørligt at røkka politiskum semjum á altjóða støði.
Seinastu tíðina hava fólk tó í alt størri mun kent sviðan av veðurlagsbroytingum í gerandisdegnum. Neyvan gongur dagur, uttan at stóru fjølmiðlastøðirnar varpa um ógvursligar avleiðingar: um vatnflóðir, ódnir, broytingar í havumhvørvinum og í livilíkindunum hjá plantum og djórum, vaksandi oyðimarkir, flóttarfólkastreymar og húðkrabba.