Føroyskir útisetar kunnu ikki koppsetast í Føroyum

– Arbeitt verður við at víðka heimildir í koppsetingarkunngerðini, sigur Tummas í Garði

Tað er í løtuni ikki formlig heimild í kunngerðini um koppseting at koppseta persónar, sum ikki hava búðstað í Føroyum. 

Tað fortelur Tummas í Garði, sjúkhússtjóri og limur í koppsetingarbólkinum fyri in.fo, nú vit spyrja hann, hvussu vorðið er við koppseting til føroyskar útisetar, ið eru í Føroyum í eitt longri tíðarskeið nú í vár og í summar.

Óvanliga nógvir føroyskir útisetar hava nevniliga verið í Føroyum, nú meðan korona hevur herjað alla aðrastaðni. Serliga eru tað føroysk lesandi í Danmark, sum hava leitað sær heim til Føroya, og nú móti sumrinum fara enn fleiri at koma hendan vegin.

Men hesi eru nú í einari grázonu, tí tey eru ikki fevnd av koppsetingarætlanini í Føroyum og kunnu tí ikki bíleggja sær tí - eisini sjálvt um tey hava føroyskt p-tal. Og tað er í so roksut hjá teimum at fara allan vegin niður til Danmarkar at koppseta seg báðar ferðir.

Men ein loysn er eftir øllum at døma á veg.

– Heilsumálaráðið arbeiðir við at víðka heimildir í koppsetingarkunngerðini til eisini at umfata ikki fastbúgvandi, sum eru í landinum longri enn 30 dagar, sigur Tummas í Garði og vísir á, at ein líknandi kunngerð kom í gildi í Danmark fyri eini viku síðan.