-Tað var ræðuliga kalt

Aly úr Filipinunum heldur tað mest forkunnuga við vitjanini í Føroyum vera, at tað gerst als ikki myrkt, tí hon er von við, at tað altíð er myrkt ein part av døgninum á Filipsoyggjunum.

Fleiri av luttakarunum á CISV-leguni á Háskúlanun koma úr rættiliga fjarskotnum londum, har siðir og gerandisdagur eru fullkomiliga øðrvísið, enn tann gerandisdagur, tey vera fyri á Háskúlanum í hesum døgum.
Tá vit spyrja tey fýra, Victor og Pecho úr Brasilia, Lauren úr USA og Aly av Filipsoyggjunum, hvat tey hugsaðu um, tá tey komu úr flogfarðinum í Vágum, svara tey avgjørd: Tað var ræðuliga kalt! Øll eru tey von við at ganga lættklødd í heimlandinum, men síðan tey komu til landið hava tey verið noydd at heitari ílatin.
Øll fýra høvdu ein langa ferð úr heimlandinum, og Aly úr Filipinunum nevnir fyri okkum, at tey nýttu heilar 18 tímar um at koma til Føroya.

Føroyingar ótrúliga vinarligir
Fyrstu dagarnar búðu tey hjá føroyskum familjum, og øll fýra eru á einum máli um, at føroyingar eru ótrúliga vinarligir, og lættir at koma í samband við. Lauren úr USA búðu hjá eini familju á Viðareiði, og hon sigur skemtandi, at á Viðareiði búgva um 320 fólk, og tað er tað sama talið av næmingum í skúlanum, hon gongur á New York.
Brasiliumenninir Pecho og Victor er ovfarnir av, hvussu vøkur náttúran er í Føroyum. ? Náttúran er ótrúliga vøkur, og í Føroyum er eisini nógv reinari enn í Brasilia, siga teir báðir.
-Tað løgnasta við Føroyum, haldi eg verða, at her gerst als ikki myrkt, og fyrstu dagarnar hevði eg trupulleikar at sova, men nú gongur betri, sigur Aly av Filipinunum.

Læra eina rúgvu
Spurd, um hvat fáa burturúr einari slíkari CISV-legu, svara tey fýra, at tey læra eina rúgvu. ? Vit læra nógv um onnur lond, um teirra fólk og mentan, og ikki minst knýta vit eina rúgvu av vinarbondum, sum helst fara at varða leingi, siga tey fýra.
Hvørgin teirra visti, hvar Føroyar lá, tá tey fingu at vita hvaðani tey skuldu á legu. ? Eg hevði ikki hoyrt um Føroyar áður, men undan fráferðini royndi eg leita oyggjarnar fram í alfrøðini, og nú veit eg so hvar Føroyar liggja! sigur Victor úr Brasilia at enda.