botnar í, ikki mentan, søgu ella náttúru, men individuellum sjálvshaturi. Hesin skelkjandi “seksualitetur” tekur útgangsstøði í einum vamlilsi fyri sínum egna kroppi. Herí finnur tú essensin í hesum [...] at gloyma, hvussu vit upp í saman fáa at vita, at hvussu vit hava tað “innaní”, hava tað við okkum sjálvi, hevur størri týdning enn okkara familja og nærumhvørvi, og hvat vit í veruleikanum eru og gera [...] við “innaní” Ella hasa pengagenererandi sálarbransjuna, sum í alt størri mun fortelur smápiltum og teirra foreldrum, at tín drongur er “í ólagi”; Gender Identity Disorder at navni, tí hann diggar Barbie
Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum --- »Hvis Helena fær sín vilja, so verður skúlin her í bygdini niðurlagdur«. Nakað soleiðis tók ein skúlaleiðari til í »Góðan Morgun sending« í vikuni. Men Helena varð [...] sum landsstýriskvinna í mentamálum miði eftir, er at fáa skipað Føroyar í skúlaøkir. Hesi skúlaøki skulu vera tey somu, sum tær kommunur, ið skulu setast á stovn í seinasta lagi í 2013. Endamálið við at [...] næmingarnir í 4. til 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildina savna tey í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan
»Hava tygum lisið bløðini í dag?«, og sjálvandi verður soleiðis spurt, tá ið okkurt serligt er á vási. Í fjør lýsti Vestegnens Zoneterapiskole, at hann fór undir útbúgving í zoneterapi. Vit vóru nøkur [...] meldaðu til, og so leið at teirri tíð, at skúlin skuldi byrja. Sera spennandi at vita, hvussu hetta nú fór at verða! Fyrst í september sótu vit so á skúlabeinki, ymisk í sinn og skinn, ymiskt, hvussu aldurin [...] viðkomandi er viðurkendur av FDZ! Tí teir zoneterapeutar, sum lúka hesi minimum krøv í Føroyum, ein í Suðuroy, 3 í Havn, . . . . og tær lúka allar treytirnar hjá FDZ! Og tað er ein viss trygd fyri brúkaran
gamal maður, sum hevur drúgvari royndir í yrkinum, enn tey flestu, sigur Terji og leggur flennandi afturat, at í fyrstuni søgdu fólk sum oftast "tygum" við hann í telefonini, um tey ikki vistu annað um [...] Báturin fær so at siga sína egnu sál. Í so máta er føroyskt bátasmíð kanska mest eitt millumting millum handverk og list, heldur Terji. Fyri Terja byrjaði alt hetta í 1988, tá verfaðurin ein dagin ringdi [...] hevði eitt nú leingi sum starv at umvæla gomul, friðaði hús úti á Reyni í Havn. ? Hevur tú veruliga áhuga fyri tí handverksliga í timburarbeiði, so trúgvi eg, at bátasmíð altíð kemur at standa sum ein fyrimynd
Samrøða Larmandi børn í skúlanum, forkelaði børn, børn við alskyns atferðartrupulleikum. Ongantíð fyrr hava børn fylt so nógv í kjakinum, í fjølmiðlunum og í okkara hugaheimi, sum nú. Og neyvan hava vit [...] oyrafiku ella at verða settur í skammikrók minst. Hvør í verðini lærir nakað í einum slíkum umhvørvi? Ongin, og tí ráddi skúlagongdin hjá mínum og øðrum ættarliðum mest um at sleppa í fríkorter og annars royna [...] hava ongantíð havt nakra veruliga kjakmentan í Føroyum, tí í einum lítlum samfelag tekur tú tað mesta sum givið. Meiningar og lívsáskoðanir liva í tí fjalda ella í útgávum, vit hava gitt okkum til. Og tá er
síggja ein týðuligan samanhang í millum, at tess virknari fólk eru í ABC virksemi, tess betri siga tey seg hava tað. Ein týðuligur samanhangur sást í millum, hvussu virkin ein er í ABC virksemi og útvaldar [...] fyri sálarliga heilsu og fleiri enn 100 framløgur verið í Føroyum. Í ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum eru eisini nakrar bygnaðarbroytingar í løtuni, so smá feløg, sum t.d. frítíðarfelagsskapir nú eisini [...] ðið í tíðindaskrivi: Á ráðstevnuni kom m.a. fram, at í Danmark kostar ring sálarlig heilsa 110 mia. kr. árliga, og at millum 25-50% av íbúgvum fáa sálarligar trupulleikar eina ella fleiri ferðir í lívinum
og stovurnar í tí endanum vórðu tiknar í nýtslu í 1974. Næmingatalið hevur hesi árini verið eitt sindur skiftandi. Hægsta næmingatalið var í 1989, tá ið vit høvdu umleið 430 næmingar í 23 flokkum, og [...] aðrastaðni í bygdini ? umframt ávísar lærugreinir. Lægsta næmingatalið var miðskeiðis í 1990-unum (ella kreppuárunum), tá ið vit komu niður á 260 næmingar í 14 flokkum. Í dag eru 360 næmingar í 19 flokkum [...] august, tá skúlin formliga varð leveraður. »Men enn er ikki komið á mál« Undir hátíðarhaldinum helt Súni í Hjøllum skúlastjóri eina røðu sum vit her endurgeva: »Vegna lærarar, skúlabørn í skúlaøkinum
fyllir nógv í hennara lívið, og nøvn sum Avril Lavigne og Westlife liggja ofta í fløguspælaranum heima við hús. Sum onkur kanska longu hevur gitt, so er Barbara systir Elina, kendu vertinnuna í útvarpssendingini [...] pallinum. Men nú byrji eg eisini at gleða meg til aftur at hava frí um kvøldarnar, fortelur hon. Í løtuni er hon í starvsvenjing á Tjóðpalli Føroya, og tað er kanska gott. Tí so kann hon brúka dagarnar, sum [...] Men tað passar mær fínt. Og eg sleppi jú eisini at royna onkur onnur ting; til dømis skal eg í morgin á vitjan í Kringvarpinum, og tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Tað verður heilt sikkurt spennandi at
Í morgin kemur hennara hátign Margretha Drotning á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum alment byrjar mánadagin í Suðuroy. – Tað eru seks ár síðan, at [...] at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í komandi viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel [...] Aksel. V. Johannesen, løgmaður. Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi. Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16. juni
fór á Heilsuskúlan í Suðuroy, har hon fekk góða hjálp og gjøgnumførdi útbúgvingina við einum tíggjutali í miðal. Hesar søgurnar vísa, at hetta er eitt øki, sum vit øll eiga at taka í størri álvara, tí júst [...] hugstoytandi at lesa um skúlagongdina, hjá teimum báðum fólkum, sum blaðið hitti í hesum sambandi. Kvinnan greiddi frá, at hon í fólkaskúlanum alt ov ofta upplivdi, at hon ikki slapp at lesa upp, tí tað tók [...] stórar byrðar og ábyrgdir á skúlan. Men eyðsæð er, at orðblindni er ein trupulleiki, sum skúlin eigur at taka í størsta álvara. Tað er ein trupulleiki, sum fær so stórar avleiðingar – og sum kann loysast