»Jóan«, tíverri, tú ert ein maður

– sjálvt Landsfólkayvirlitið sigur tað

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----
Spyrt tú Landsfólkayvirlitið, um nakar eitur “Jóan Høgne­sen”, er svarið “nei”. At hann kallar seg “Jóan Høgnesen” er sjálvsagt hansara buisness. Hansara eina.
“Jóan” er ivaleyst ein fittur maður, men tað, at hann av øðrum vil kallast “kona” ella umtalast sum ein... nei! Tú blívur ikki ein kona bara við at siga: “Eg eri ein kona”.
Eins lítið og eg eri vág­bing­ur bara við at siga “eg føli meg sum ein vágbingur”. Tíbetur. Ella ein kvistur, bert tí eg havi trupult við at taka uppá. Nei, slík veruleikaflýggjan, í hesum føri ein flýggjan frá tí uttanveltaða veruleika, at “Jóan” er ein maður, er grotesk og vitleys.
“Jóansa” navn er hansara søk, men tað er hansara kyn ikki. Sum hjá tær og mær er tað stýrt av grundleggjandi vís­indaligum og sosialum sannroyndum. Eins kyn er ikki nakað persónligt og eftir­látligt.
Hetta er sjálvsást, tá hon er allarringast. At forlanga, at almenningurin skal um­tala teg sum “kona”, bert tí tú sigur, tú ert ein, ber á brá av sjúkligum áhuga fyri sær sjálvum.
Um eg segði við teg, “eg eri myrkur, og frá nú av vil eg gjarna umtalast sum afro-føroyingur”, hevði tú flent í kíki. Ja, tú hevði víst meg til ta lukkaðu. Og hví? Jú, tí eg ikki eri myrkur. Akkurát sum “Jóan Høgnesen” ikki er kona.
“Eg eiti Jóan Høgnesen, eg eri kona, vaskikona”, sigur mað­urin, ið følir seg sum kona, við PREI. At PREI, sum lætti­sopparit, eftirlíkar “Jóansa” veruleikafjaru um­bøn við ókritiskt at umtala seg sum “hon” og “eitt vanligt konufólk”, kann ikki koma óvart á nakran.
Og tá ið so KvF treytaleyst fer at lýða hesum slenuta trans­seksuella minniluta, tá hesin fer at krevja sín tilgjørda “rætt” sum minni­luti, tí tað fer hann!, koyri eg ikki útav.
Glíðivegur? Jú, men hesin er bert interessantur sum polit­isk strategi. Glíðivegur merkir bara, at tú av onkr­ari grund, moralskari ella taktiskari, ikki vilt út við, hvat tað er, tú vilt; ella grund­liggjandi ikki veit, hvat tað er, tú vilt. Altso, herðaklappandi hálur og hálvbýttur.
Óansæð, tí sum við ódemo­kratiska bøssa­brúdleypinum fer ongin av Kringvarpsins hipster-sosialistum, vegna vit ella dirvi, at spyrja eftir hesum barnsliga kravi um mannminkandi “aksept”, tá tað einaferð verður teirra tørn.
“Jóansa” kritlandi umbøn um samtykki sampakkar so grúuliga væl við okkara terapeutiska tíðaranda, har vit miskunnarleyst fáa at vita, at vit privat eru ó-ófør, at vit ikki klára at takkla nakað sjálvi; at uppliva vit óbehag, tá er onkur diagnosa handan diskin. Tað er aldri tú, men altíð eitt brek ella ólag, ein sjúka, ella onkur ann­ar.
Og, ikki at gloyma, hvussu vit upp í saman fáa at vita, at hvussu vit hava tað “innaní”, hava tað við okkum sjálvi, hevur størri týdning enn okkara familja og nærumhvørvi, og hvat vit í veruleikanum eru og gera. Tí hevur tú vevandi Pilates-íðkandi frikar, ið fortelja objektivt ljótum menniskjum “tú ert vakur”—bara at runda setningin av við “innaní”
Ella hasa penga­gene­rer­andi sálarbransjuna, sum í alt størri mun fortelur smá­piltum og teirra foreldrum, at tín drongur er “í ólagi”; Gender Identity Disorder at navni, tí hann diggar Barbie framum GI Joe.
Gud hjálpi børnum nú á døgum. Álvaratos, hvat er tað fyri eitt ego-kick, “Jóan” og hansara sálarpimpandi stuðlar fáa við at upphevja barnsliga ørkymlan, óbúgvin ynski og flákrandi girnd til eitt sinnisólag? Um nakað, tá avdúkar slík mentan meiri um vaksnamannasamfelagið enn okkara avkom. Tað er for tramin tey vaksnu, læknar, skúlar, barnagarðar, sosialir myndugleikar og foreldur, og sjálvsagt psykologar og psyko­patar, hungrandi eftir klientum til tess at uppi­halda sítt yrkisliga til­veru­grundarlag, ið eru tey veru­liga fucked-up í hesum føri. Ikki børnini.
Tað er fullstendiga nor­malt hjá børnum at telja annanhvønn lyktapela og nikka fimtan ferðir áðrenn tú kanst loyva tær sjálvum at binda lissur, ella vera alt møguligt—genta, drongur, robottur ella hundur—men tað er ikki normalt hjá vaks­num, ið varða at, at siga: “Ja, tað er óbeskriveliga týðiligt, at tú hevur eitt sálarligt pro­blem. Tú ert jú ikki en drong­ur, men genta, og tí skal allur skúlin, allur sum hann er, re-orienterast, eisini títt heim, og øll onnur við”.
Hetta, sjálvandi, við litr­um av medisini og persón­lig­ari ranghugsan sum úr­slit; alt hetta bert tí vit ikki eru før fyri at inna neyð­uga toleransu innan ásett­ar kyns­karmar og, um neyð­ugt, víðka um hugtakið “mannfólk” til tess at eisini “Jóan” kennir seg heima her hjá okkum—sum mannfólk. Afturat hes­um er hasin óvanin, at fyri tað, at tú hevur tað ringt og ert big time sálarliga forvirraður, tá ert tú sjúkur, tá tú heldur hevur tørv á at vita, at tað er í lagi, at tú ert ókey. Sum onkur, vitugari ella meiri CV-samlandi enn eg segði: “Heldur normalur enn lukkuligur”.
Nei, einki eitur “kynsólag”. Eitt barn, tak ótvørkynda “Jóan”!, sum opinberiliga ger ella hugsar løgin ting, eitt nú nakað so ónormalt sum ikki at busta tenn, hev­ur ikki Gender Identity Disorder. Hann hevur bara borið seg at á ein hátt, sum so nógv onnur børn altíð hava gjørt. Og tí er tað terapeut-samfelagið, system-fikseraði vælferðarstaturin, ið er í ólagi, tá ið hann ikki kann fáa seg at siga við “Jóan”: “Áh, so tær dámdi Ken og pony-hestar? Jú, men var tað ikki bara deiligt, góði”!
Ungfólk verða lærd at dyrka sítt sjálvsvirði, at foku­­sera uppá seg og sína væl­veru heldur enn at “fáa fing­urin út”, sum ein góð advokat-vinkona segði á sinni. Tað vil siga, fáa okkurt veruligt av skafti heldur enn at brúka oseanir av tíð at kanna sær sín heilt per­són­liga sannleika, at byggja og modellera flótandi og spæl­andi samleikar uttan fyrilit og endamál.
Meiningin við øllum hes­um her er ivaleyst at vera øgiliga radikalur og shit, men í grundini er alt hetta djúpt konservativt. Slíkt út­sýni eggjar persónum at míga á veruleikan, at hamra saman eina myopiska tvingsils­hugs­an av sær sjálvum, at tilbiðja sína egnu ímynd og rokna við, at onnur lurta við áhuga og leppa alt í seg.
Tað er tí einki rebelskt við at hava eins egna samleika og kyn fyri rukku. Serliga ikki, tá ið hetta talar til ein intensan áhuga fyri sær sjálvum, har tú ert so burtur í tær sjálvum, at tú ikki sært onnur enn teg sjálvan og tínar diagnostiseraðu trupul­leikar, “Jóan”.
Transseksualisma lýsir seg sjálva sum ein kulturellur ella persónligur samleiki á sama støði sum tað, at vera myrkur ella kona. Tvørkynd spyrja: “Hevði tú kanska funnið uppá at verið líka fornermandi við Kunta Kinte og Eyðun Nolsøe sum tú ert við transarar... spyrji bara?” Men hetta er óær­ligt suss. Hetta er suss, tí at tvørkynja botn­ar í, ikki mentan, søgu ella náttúru, men individu­ell­um sjálvs­haturi. Hesin skelkj­andi “seksuali­tetur” tek­­ur útgangsstøði í einum vaml­­ilsi fyri sínum egna kroppi.
Herí finnur tú essensin í hesum nýfunna, ja, samleika. Ikki lokalum stoltleika ella nøkrum søguavleiddum var­­huga av tilhoyri, men sjálvs­brigdan — ein kensla av ekstrem­ari fremmandagerð av eins egna kroppi, einki minni. At byggja upp og síðu­stilla slíkar kenslur við ein samleika, so tað, sum eginliga er ein persónlig kreppa, í kroppi sum huga, kann ger­ast um til nakað vert at há­tíðar­halda, er einki minni enn at virðismeta kropsliga fremm­andagerð og prísa per­sónliga forvirring, í besta føri tilvistarligan ruðuleika.
At vit hava at gera við nak­rar respektleysar og orða­­­­knarr­andi lortendar, eitt rela­tiv­ist­iskt minniluta­pro­jekt, har alt, definitiónir við líka, skal knasast fyri at, ja, ‘bara sum ellars’, verður undir­strikað í svari frá Lands­­fólkayvirlitinum uppá fyri­s­purning um hvørjar regl­ur eru, um nakrar, í samband við navnabroyting vegna “kyns­­­skifti”.
Tí slík broyting kann ein­­ans játtast, “tá ið kyns­skift­ið er gjøgnumført og doku­menterað”. Við doku­menta­tión meinast, at kyns­skiftið er komið til eitt punkt “of no return”. Orðað øðrvísi, tað er ikki nokk bara at “føla” seg sum kona.
Meiri generelt greiðir navnalógin frá, at nøvn, ið kunnu vera fólki til ampa, ikki verða viðurkend sum for­nøvn, og tí kann “ein drongur ikki gevast eitt gentunavn, og genta hinvegin ikki gevast eitt dreingjanavn”.
Vissuliga, nakrir menn lata sær lynda eina kynsbroyting, sum nøkur fólk kanska halda vera nokkso løgið. Í hes­um føri vil eg tó, soleiðis akku­rát!, góðtaka, at hesin fyrr­verandi maður nú er eitt slag av konu. Ikki kona, men “slag av konu”. Men fyrst tá kynsskiftið er komið hartil, at ongin vegur er aftur.
Men bara at siga, at upp­lýsa fyri føroyingin, “eg eri ein kona”, tá ið tú faktiskt ert ein maður, bæði so og so, er narsissistiskt og sur­realistiskt sum inn í helviti.
Harra Høgnesen, tú livir í einum heimi, har vit hava nøvn fyri ting: har eitt borð er eitt borð solongi sum vit kunnu stilla okkurt á tað. Byggja vit tað á slíkan hátt, at tú ikki longur kanst stilla nakað á tað, so er tað ikki longur eitt borð, men okkurt annað. Sama við hjúnabandinum—líkamikið hvat politikarir “í mentaðum londum” hava gjørt. Sama við kyninum, samleika og seksualiteti.
Vit hava nøvn fyri “ting”, vit hava mál og definitiónir, ikki bara av praktiskum ávum, at lætta um sam­skift­ið, men nettupp fyri at kunna forhalda okkum til veru­leikan og viðmerkja hann.
Sum so merkir, “Jóan”, at effinett so sikkurt sum at upp er upp, niður er niður, ert tú ein maður.