Samrøða
Larmandi børn í skúlanum, forkelaði børn, børn við alskyns atferðartrupulleikum. Ongantíð fyrr hava børn fylt so nógv í kjakinum, í fjølmiðlunum og í okkara hugaheimi, sum nú. Og neyvan hava vit havt størri brúk fyri at geva onkrum skyldina. Pedagogar, siðspillandi fjølmiðlar, lærarar, útiarbeiðandi foreldur, ella kanska bara tíðarandin er alt vorðið so "pedagogiskt", siga vit, og meina sera sjáldan nakað positivt við tað.
Vit hava spurt Rógva Thomsen, lærara og cand. pæd., hví "pedagogiskt" mest sum er vorðið eitt skeldsorð, og hvat tað er, sum ger, at tað pedagogiska kjakið sum oftast fer av kós frá byrjan.
Fortíðin, ið
ongantíð var til
- Tað ber ikki til at fáa eitt skilagott kjak í lag, so leingi fólk blanda tingini saman. At vera pedagogiskur er komið at merkja tað sama sum, at børnini skulu sleppa alt, og at ongi mørk skulu setast. Og harfrá er tað jú ótrúliga lætt, ja mest sum eyðsæð at geva pedagogum skyldina fyri, at børn nú á døgum eru so ólátaði. Tað vóru tey ikki fyrr, siga vit, tí tá høvdu vit heldur ikki pedagogar og allan hendan ábyrgdarleysa pedagogiska hugsunarháttin, sum er rótin til alt ilt. Trupulleikin er bara, sigur Rógvi, at tann fortíðin, vit samanbera børnini við, ongantíð hevur verið til, aðrastaðni enn í okkara hugaheimi.
- Har livir hon sítt egna idealiseraða lív, og koma skøvur í glansmyndina, pussa vit hana bara umaftur við nýggjum tulkingum, alt eftir tørvi. Og politikararnir syngja glaðir við i kórinum um tað fullkomnu familjuna, har børnini vóru trygg og glað, tí mamman gekk heima og bakaði bollar og gjørdi alt prát um pedagogar og stovnar púra óneyðugt. Heldur ikki hendan familjan hevur nakrantíð verið til, sjálvt um flestu politisku flokkar krampakent krøkja seg í hana og kappast um at geva henni kunstigan andadrátt.
Fupploysnir
sum stórídnaður
At hendan myndin ikki er røtt, hevur minni at siga, tá tað ræður um at geva foreldrunum ringa samvitsku, sigur Rógvi. Í eini tíð, har annaðhvørt menniskja kallar seg pedagogiskan terapeut av onkrum slagi, og uppalingarhættirnir í vikubløðunum skifta líka títt, sum klænkiuppskriftir, verða foreldrini ótrúliga løtt offur. Pedagogiskar og sálarligar fupploysnir eru í ferð við at gerast stórídnaður, og næstan hvønn dag fáa foreldrini eina nýggja "diagnosu" at seta á børnini. ?Curlingbørn, radarabørn, hyperaktiv børn, prestigubørn? - listin er langur, og ringa samvitskan økist í takt við, at hann gest longri. Tað syndarliga er bara, at tey allarflestu av hesum børnunum hava als ikki tørv á nakrari diagnosu, tí tey feila onki. Tey eru bara øðrvísi, enn vit halda, at børn vóru fyrr.
- Eg meini tað í rama álvara, tá eg sigi, at børnini ongantíð fyrr hava verið so fitt og góð at fáast við, sum tey eru í dag, sigur Rógvi avgjørdur. Men tey bera seg annarleiðis at, enn vit gjørdu, tí samfelagið krevur nakað annað av teimum. Tey sussa, tey snakka, siga sína hugsan og taka tað ikki altíð sum givið, at lærarin veit best. Hetta er tað, vit hava lært tey, í eini roynd at uppala tey til fólkaræði og tolsemi. Men tá tey hava lært tað, duga vit ikki at handfara tey og kalla tey óuppdrigin og forkelaði. Vit enda aftur við at samanbera tey við okkara egna uppvøkstur, har børn hildu munn, tá tey vaksnu tosaðu, og orðini hjá lærarnum vóru lóg.
Serføroyskt
at sláa børnini
Hinvegin kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri, at flestu OECD kanningar seinastu árini vísa, at fakliga støðið hjá donskum næmingum er lítið at reypa av, og vit hava onga serliga orsøk til at halda, at føroysku børnini eru betri fyri. Men hetta órógvar ikki Rógva almikið, sum spyr, um fólk eisini munnu hava lisið restina av kanningunum.
- Tær vísa nevniliga eisini, at hesi somu børnini hava eina nógv betri demokratiska fatan av verðini, duga nógvar ferðir betri at samskifta við síni medmenniskju, og hava samanumtikið ongantíð trivist so væl í skúlanum, sigur Rógvi.
At børnini trívast í skúlanum, kunnu vit sjálvsagt bara fegnast um, men eigur skúlin ikki fyrst og fremst at vera eitt stað, har børnini skulu ogna sær vitan, har fakligheitin er í hásæti, og har lærarar skulu kunna taka tað sum eina sjálvfylgju, at foreldrini taka sær av uppalingini, og at børnini verða glað menniskju?
- Nú, er tað soleiðis, at ongin lærir nakað í einum lufttøttum rúmi, og tað ber yvirhøvur ikki til at læra nakað sum helst, um tú ikki trívist saman við teimum, tú skalt læra av og saman við, sigur Rógvi, sum ongantíð hevur trúð teimum, sum halda uppá, at tey lærdu mest hjá teimum strangastu lærarnum. Hetta, sum so nógv annað, meinar hann, man vera ein treisk eftirrationalisering, í eini roynd at tvíhalda um glansmyndina av tíðini, sum ongantíð var.
- Veruleikin er jú, at tey flestu av okkum ræddust lærarnar sum pestin, og størsta partin av tíðini gjørdu alt fyri ikki at verða hoyrd ella sædd, tí so var vandin fyri at fáa eina oyrafiku ella at verða settur í skammikrók minst. Hvør í verðini lærir nakað í einum slíkum umhvørvi? Ongin, og tí ráddi skúlagongdin hjá mínum og øðrum ættarliðum mest um at sleppa í fríkorter og annars royna at yvirliva sum frægast.
Sum eitt skúladømi um okkara lyndi til at romantiserað fortíðina, nevnir Rógvi kjakið fyri nøkrum árum síðani, um, hvørt tað skuldu vera loyvt at sláa børnini.
- Tá fóru politikaranir kropp á kroppi upp á tingsins røðarapall at sannføra føroya fólk um, at teir so sanniliga ikki høvdu tikið skaða av at verða knokkroyttir ella fáa ein brest í afturpartin. Hetta løgna orðaskiftið mundi fáa fleiri at gruna yvir, um ikki onkur mundi havt tikið skaða kortini. Men vit varveittu so rættin, at sláa børnini, sum nakað heilt sermerkt í Norðurlondum ...
Føroyskt - eitt ikonmál
Hetta skal ikki misskiljast og tulkast sum, at fakligheitin ikki er týdningarmikil. Tað er hon sjálvandi, sigur Rógvi, men minnir samstundis á, at fakligheit altíð hevur verið eitt relativt hugtak, og at vitan ongantíð hevur verið skjótari avoldað, enn júst nú. Hann heldur, at eitt tað týdningarmesta, vit kunnu læra børnini nú er broytingarførleika - bæði tá tað ræður um at sortera í rúgvuni av vitan, sum hópar seg upp frammanfyri teimum, og fyri at kunna rúma og klára seg í einum samfelag, sum allatíðina krevur nakað nýtt og meir av teimum.
- Børn og vit øll kunnu bara læra nakað, um vit hava eina kenslu av, at tað, vit læra, rakar okkum, og at tað er ein meining í, hví vit skulu læra tað. Vit halda tað til dømis vera onki mnni enn eina vanlukku, at ungdómurin er vorðin so søguleysur, men hygg at lærubókunum hjá teimum. Tey sita framvegis og royna at skilja, hví landbúnaðurin í Sovjettsamveldinum er eitt álvarsmál, hóast hvørki landið ella stýrið har eru til longur. Ei undur í, at tey kenna seg søguleys. Tað sama ger seg galdandi, tá vit rópa varskó, tí nú dugir ongin knappliga føroyskt longur. Tann frálæran byrjar nevnliga við, at børnini fáa at vita, at tey ikki duga føroyskt, og at tað dugir mamma teirra forestin heldur ikki. So kunnu tey sita har og gruna yvir, hvat mál tey hava gingið og tosað, áðrenn tey komu í skúla. Í staðin skulu tey nú læra eitt orðabókaføroyskt, eitt ikonmál, sum ongin brúkar, men sum onkur annar hevur gjørt av at kalla føroyskt.
- Og hvat hevur alt hetta so við pedagogikk at gera? Jú, tað snýr seg um, at tað ber ikki til at síggja barnið sum eitt objekt ella ein tóman tanga, tú bara kanst blíva við at fylla, uttan at gera barninum og tær sjálvum greitt, hvat tað er, tú fyllir á, og hví. Tað ber sjávandi til, tað er jú tað, vit altíð hava gjørt, men innihaldið í tanganum dampar bara spakuliga burtur. Ongin fær gleði av tí, tí ongin veit, hvat tað skal brúkast til. Fyri at taka aftur í dømi við føroysktfakinum, so hevði tað beinanvegin givið meining, um vit greiddu børnunum frá, at tað finnast nógv ymisk sløg av føroyskum - skaldamál, bíbliumál, skriftmál, talumál o.s.fr. Tá høvdu børnini havt gleði av at samanbera og kunna gjørt sær skilagóðar tankar um, hví og nær vit brúka tey ymsu sløgini av føroyskum. Men higatil hava tey bara lært at hava ringa samvitsku, uttan at vita hví, og tí hava so nógv vent fakinum bakið. Úrslitið síggja vit nú, við vantandi førleikunum at stava føroyskt og í summum førum einum beinleiðis illvilja móti fakinum.
Fólkaræðið í vanda
Rógvi vísir á, at grundleggjandi snýr pedagogikkur seg um, at vit hugsa um, hví vit gera, sum vit gera og altíð geva okkum far um, at tað finnast nógvir aðrir máta at gera tað. Hetta krevur, at vit taka kjakið um, hvørji virðri vit leggja niður í børnini, fram í ljósið. Men tað duga føroyingar tíverri ikki, og tí fer tað pedagogiska kjakið og virðiskjakið yvirhøvur av sporinum, áðrenn tað er byrjað.
- Vit hava ongantíð havt nakra veruliga kjakmentan í Føroyum, tí í einum lítlum samfelag tekur tú tað mesta sum givið. Meiningar og lívsáskoðanir liva í tí fjalda ella í útgávum, vit hava gitt okkum til. Og tá er vandi á ferð, tí allar hesar ósøgdu hugsaninar verða størsta hóttanin móti fólkaræðininum, móti okkum sjálvum. Tí er tað ongin ivi um, at eitt lítið samfelag hevur dupult so stóran tørv á fólkaræðinum, sum tey stóru.
Rógvi heldur, at tí áttu vit nettupp í okkara lítla samfelag at duga betri at virðismett tað pedagogisku uppalingina, har allar hugsanir og meiningar hava sama virði og gildi.
- Í staðin fáa pedagogar og stovnar skyldina fyri at uppala børnini til eitt ósmædni, sum í hugaheiminum hjá alt ov nógvum verður mistulkað sum ófólkaligheit. Ein álvarsom misskiljing, sum hevur fingið alt ov nógvar føroyingar at halda munn alt ov leingi. Hetta áttu vit heldur at lært av og lagt doyin á læra okkara børn at siga sína hugsan, at spyrja hvat onnur halda, at ivast í, hvør hevur rætt og soleiðis roynt at tryggja okkum eitt fólkaræði, sum vit ongantíð kunnu taka sum givið, sigur Rógvi Thomsen at enda.