Tollar, tyljir, áraskeyti, borðskeyti. ... At hoyra Terja Jacobsen greiða frá sínum dagliga yrki sum bátasmiður er næstan sum at verða sett eini 50 ár aftur í tíðina. Orð, tú ivaleyst bara kennir frá onkrari skúlabók, fáa knappliga nýtt lív, og Terji brúkar tey líka nátúrliga, sum tá hann tosar um hamara og seym. Men hvat fær ein 37 ára gamlan familjumann at siga sítt fasta starv sum húsasmiður frá sær og velja sær eitt yrki, nógv av okkum ivaleyst hildu var farið í søguna fyri langari tíð síðani?
Málið partur av fakinum
? Ein av orsøkunum er kanska nettup, at um ikki onkur av teimum yngru tekur við, so er vandin fyri at hetta yrkið hvørvur rættiliga stórur, sigur Terji og leggur afturat at hatta við at nýta hesi serligu orðini fyri teir ymsu lutirnir var nakað, hann fekk inn undir húðina, tá hann lærdi hetta yrkið.
? Eg var so heppin at fáa framúrskarandi bátasmiðin Símun Jóhan Wolles av Eiði til lærumeistara, og hann legði mær eina við at brúka gomlu føroysku heitini um teir ymsu bátslutirnar. Orðini, tú brúkar, eru ein týdningarmikil partur av fakinum, og ansar tú ikki eftir, eru tey horvin, áðrenn tú veit av, tí ongin brúkar tey, ella brúkar tey skeivt. Símun Jóhan plagar at flenna, tá hann hoyrir fólk tosa um at fara út at sigla við seglum. "Hatta er líka skeivt, sum um tú segði, at tú fert út at ganga við beinunum", plagar hann at taka til. Fert tú at stima, er tað við motori, fert tú at rógva, brúkar tú árar, og fert tú at sigla er tað also við seglum, greiðir Terji frá og letur ongan iva vera um, at føroyskt bátasmíð er meir enn bara eitt handverk.
Gamal dreymur
Terji smíðar bátar eftir gamla føroyska sniðinum ella rættari eftir sniðinum hjá Símuni Jóhan, tí hvør bátasmiður hevur sítt egna snið. Og hansara týdningarmesta amboð er eygamálið.
? Í einum føroyskum báti er ikki ein einasta linja snórabein, so tú kanst gloyma alt um waterpas og vinkul. Hetta kann als ikki samanlíknast við at smíða hús ella annað vanligt timburarbeiði, so fyri ein húsasmið, sum meg, var tað sum at vera lærlingur aftur, tá eg byrjaði at smíða bátar. Í staðin fyri tekningar brúkar tú eygamálið, og tí fær hvør einasti bátur sín egna persónliga dám, eisini tí nógv veldst um, hvat tilfar tú hevur at arbeiða við. Báturin fær so at siga sína egnu sál. Í so máta er føroyskt bátasmíð kanska mest eitt millumting millum handverk og list, heldur Terji.
Fyri Terja byrjaði alt hetta í 1988, tá verfaðurin ein dagin ringdi og bað hann koma at hyggja uppá bátin hjá sær, sum var illa farin í tiltiknu jólaódnini. Ætlanin var, at Terji skuldi umvæla bátin, men tað vísti seg skjótt, at hetta arbeiðið fór at verða meir umfatandi enn so. Terji hevði hoyrt um dugnaliga bátasmiðin av Eiði og setti seg í samband við hann at biða um góð ráð.
? Símun Jóhan kom at hyggja uppá skaðarnar og helt beinanvegin, at tað mundi loysa seg best heldur at smíða bátin av nýggjum. Hann skuldi nokk leggja mær lag á, lovaði hann, men tað var ikki fyrr enn Símun Jóhan hevði reist bátin, at eg tordi at halda meg til. Síðani ferðaðist Símun Jóhan trúfastur av Eiði til Kollafjarðar so gott sum hvønn dag fyri at vita, hvussu leikur fór og fyri at rætta eina hjálpandi hond - og tað mundi rættiliga ofta vera neyðugt, smílist Terji og minnist, at hann var ikki sørt errin, tá hansara fyrsti bátur stóð liðugur.
? Líka síðani eg var smádrongur, hevur mær dámt ótrúliga væl at smíða, og eg má viðganga, at hetta at smíða sín egna bát nokk altíð hevur verið ein dreymur, sigur Terji.
Konan hjálpir til
Sum timburmaður hevur Terji altíð ligið framvið, tá okkurt arbeiði var at fáa, sum hevði eitt sindur fleiri og øðrvísi avbjóðingar, enn tað vanliga. Hann hevði eitt nú leingi sum starv at umvæla gomul, friðaði hús úti á Reyni í Havn.
? Hevur tú veruliga áhuga fyri tí handverksliga í timburarbeiði, so trúgvi eg, at bátasmíð altíð kemur at standa sum ein fyrimynd. Eg havi eisini varhuga av, at fólk flest, ikki minst timburmenn, hava rættiliga stóra virðing fyri hesum handverkinum. Til dømis ímynda tey flestu sær, at ein bátasmiður er ein gamal maður, sum hevur drúgvari royndir í yrkinum, enn tey flestu, sigur Terji og leggur flennandi afturat, at í fyrstuni søgdu fólk sum oftast "tygum" við hann í telefonini, um tey ikki vistu annað um hann, enn at hann var bátasmiður.
? Ein maður var einaferð enntá so vinarligur, at hann bjóðaði seg til at koyra meg til grannabygdina, har eg skuldi umvæla bátin hjá honum. Hann hevur nokk sæð ein agggamlan mann fyri sær, sum ikki koyrdi bil sjálvur, flennir Terji. Til myndina av hesum heldur øðrvísi bátasmiðinum hoyrir eisini, at kona Terja, Hanna, altíð er fús at hjálpa til í bátaverkstaðnum í kjallaranum.
? Hanna plagar at halda fyri, meðan eg klinki, men tað hindrar ikki, at hon eisini sagar og neglir tyljurnar, um tað skal vera, sigur Tejri og leggur avgjørdur afturat, at uttan eina góða konu, hevði hann neyvan verðið bátasmiður. Synirnir Aage, Marni og Hans eru eisini óførir at taka eina hond í, tá teir koma aftur úr skúlanum, so okkurt bendir á, at "Kjølur", sum verkstaðurin hjá Terja eitur, er við at verða ein lítil familjufyritøka.
Bát eftir tørvi
Tað eru nú fýra ár síðani, Terji gjørdi bátasmíð til sítt fulltíðarstarv. Og hóast kappingin frá plastbátunum er hørð, hevur Terji allatíðina havt nokk at gjørt hesi árini, bæði við at umvæla gamlar bátar og við at byggja nýggjar. Serliga eru tað menn á útoyggjunum, sum framvegis fegin vilja hava føroyskar bátar, bæði tí teir vilja hava dygdarhandverk, men eisini tí tað neyvan er nakar ivi um, at føroyski báturin er tann sjóbetri, tá samanum kemur. Hvussu báturin annars skal síggja út, veldst um, hvussu sjógvurin er, har hann skal brúkast. Á kyrruplássum plaga menn at vilja hava bátar við longri kjøli, meðan bátarnir til brimplássini hava longri reising fyri á tann hátt at vera lættari at draga upp. Bátarnir verða brúktir til alt tað vanliga, eins og teir vórðu fyrr, burtursæð frá at menn nú sum oftast vilja hava førligari bátar, sum teir kunnu brúka til ein 15 hesta motor. Tað tekur Terja umleið 4-6 vikur at smíða eitt fýramannafar, alt eftir hvussu nógv av tí smáa skal vera við, men mastur, róður og 4 árar hoyra altíð við til ein lidnan bát.
Terji hevur eisini fingið onkrar fyrispurningar um at smíða kappróðrarbátar, men enn hevur hann ikki hildið seg til. Kappróðrarbátar eru hóast alt so nógv øðrvísi, enn tann føroyski báturin, at frægast man vera, at teir sum eru vanir við tað, taka sær av tí, heldur Terji.
Gamlir siðir og framtíðin
Einasti báturin, Terji hevur smíðað til eitt heldur øðrvísi endamál enn tað vanliga, er áttamannafarið, hann smíðaði til bátafelagið Greipur í Havn. Hendan bátin hava nógvir skúlanæmingar havt stóra gleði av, tá róður, sigling og annað, sum hevur við føroyska bátin at gera, hevur staðið á tímatalvuni.
? Tað er hugaligt at vita, at skúlin ger nakað fyri at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri hesum partinum av okkara mentanararvi. Tað boðar avgjørt frá góðum. Nú veit eg ikki, hvussu nógv tey gera burturúr við at læra teir gomlu siðirnar eisini. Men eg veit, at menn enn rógva tríggjar ferðir runt við sólini fyri at signa bátin, tá hann verður flotaður fyrstu ferð. Og teir taka eisini húgvuna av og ynskja at "Gud gævi, hann verður høgdur ella brendur", tí tá endar ein bátur sínar dagar, sum hann eigur, greiðir Terji frá.
Terji dylur ikki yvir, at hann vildi ynskt, at tað vóru betri fíggjarligar umstøður at fáast við hetta aldargamla yrkið í Føroyum, so at fleiri hildu seg til og fingu møguleika at ogna sær ein bát.
? Tað er nokk altíð okkurt, tú kundi ynskt tær øðrvísi. Men eg má siga, at eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg havi fingið møguleikan at liva av tí, sum eg havi allarmest hugt til at takast við. Og tað ætli eg at gera alt fyri at halda fram við, so leingi tað ber til, sigur ungi bátasmiðurin at enda.