Visiónleys nýskipan

Tað er lítið at ivast í, at almenni geirin í Føroyum kann og eigur at skipast betri. Tí er tað gleðiligt, at hol er sett á tað arbeiðið. Tó er tað tíverri eins greitt, at tilmælið frá nýskipanarnevndini er visiónleyst. Tilmælið bæði læsir politisku skipanina fasta, og er ein lítil broyting, ið ger ov lítlan mun.

Í so máta minnir hetta arbeiði tíverri ov nógv um tað, sum bleiv gjørt eftir kreppuna, tá verandi miðfyrisiting bleiv skipað: Ein bygnaður, sum verður skundaður ígjøgnum, uttan nakað veruligt kjak, og uttan nakað íkast. Vit mangla eina viðgerð av, hvørt tað ikki eru betri og meira passandi mátar at skipa eina miðfyrisiting, so hon hóskar til Føroyar, heldur enn at vit fyrst royna at kopiera donsku skipanina, og so nú leggja nakrar avmarkingar omaná. Vit kunnu vinna nógv meira, um vit gera eina nýskipan til føroyska samfelagið.

 

Ein savnað miðfyrisiting

 

Føroyar eru eitt sera lítið samfelag. Í heilt smáum samfeløgum enda vit sera skjótt í teirri støðu, at vitan og fakligar royndir liggja savnaðar hjá einum persóni. Vandin er, at vitanin og royndirnar hvørva, tá tann persónurin ikki er í starvinum longur. Harumframt eru arbeiðsplássini ofta so smá, at tað ikki ber til við veruligari sparring, at tað ikki ber til at deila uppgávur, og at tað verður torført hjá leiðsluni at stýra fakliga, tí leiðslan ikki hevur fakligu vitanina.

 

At fara burtur frá smáum aðalráðum er eitt stig á leiðini, men tað er ein ov lítil broyting til at hetta veruliga ger mun. Heldur áttu vit grundleggjandi at broytt mátan miðfyrisitingin er sett saman. Vit eiga at fara burtur frá aðalráðum/stjórnarráðum, og heldur hava eina savnaða miðfyrisiting. Tá hevði veruliga borið til at havt fakliga styrki. Tá hevði borið til, at havt fólk, ið spesialisera seg á einum ella fáum málsøkjum, og samstundis havt ein so mikið stóran starvsfólkahóp, at tað er gjørligt at deila uppgávur, tá tørvur er á tí.

 

Ein savnað miðfyrisiting hevur fleiri fyrimunir. Til ber at savna fakligu yrkisbólkarnar, ein sleppur av við dupult funktiónir, og tað hevði latið upp fyri bæði størri fakligari dýpd og størri fakligum fjølbroytni. Tað hevði eisini latið upp fyri nógv sterkari leiðslu. Sum er er nógv, sum bendir á, at leiðslan hjá aðalstjórum í ov stóran mun snýr seg um at leiða upp ímóti politiska myndugleikanum, og at hetta avmarkar møguleikan at leiða niðureftir í skipanina. Við eini savnaðari miðfyrisiting hevði borið til bæði at havt færri leiðarar, og samstundis at havt fleiri leiðslulið, soleiðis at leiðslan styrkist og arbeiðsumstøðurnar í miðfyrisitingini verða betri.


Fastlæst politisk skipan

 

Tað er ikki talið av landsstýrisfólkum í sjálvum sær, sum kostar pening ella er avgerandi fyri, hvussu miðfyrisitingin skal skipast. At fleiri landsstýrisfólk eru knýtt at einum aðalráði er púra vanligt í øðrum londum, og vanliga ber væl til at skipa arbeiðið soleiðis at til ber at tæna øllum fakliga og fyrisitingarliga.

 

At savna miðfyrisitingina loysir part av trupulleikanum at skapa støðugleika, betri tilfeingisnýtslu og arbeiðsumstøður, tí tá sleppur ein undan, at aðalráðini skulu umskipast, flytast og pettast sundur og saman, tá landsstýrisfólk skal setast. Heldur verða tað nøkur starvsfólk, ið hava høvuðsábyrgd av at samskipa og tryggja, at politiksku málini hjá landsstýrisfólkunum røkka niður gjøgnum skipanina, og restin av miðfyrisitingini verður sum so ikki ávirkað av, um tað eru 3 ella 10 landsstýrisfólk.

 

Ein annar trupulleiki fyri bæði samanhangsmegina og fakligheitina í skipanini er, at vit í Føroyum orsakað av søguligum skelki – frá eini tíð tá miðfyrisitingin so gott sum ikki var til, og politiski myndugleikin tí mestum einsamallur bæði førdi politikk og fyrisat - tvíhalda um, at eitt landsstýrisfólk skal uppsiga tingsessin hjá sær. Hyggja vit kring Evropa - Bretland, Týskland, Spania, Italia, Póland, Danmark og so framvegis – er meginreglan, at tingfólk varðveita sínar tingsessir, tó at tey blíva landsstýrisfólk ella løgmaður. Hví skulu vit so velja dýraru loysnina her í Føroyum, og koyra varatingfólk inn fyri okkara stjórnarlimir?

 

At hava fá landsstýrisfólk kostar eisini. Tað er avmarkað hvussu nógv hvør einstakur kann hava fokus á. Eru tað 6 heldur enn 9 landsstýrisfólk, so eru tað øki, ið fáa lítið ella einki politiskt uppmerksemi, og tí annaðhvørt bara verða stjórnað fyrisitingarliga, ella heilt verða burturraðfest. Við fastlæstum tali av landsstýrisfólkum avmarkar tað eisini møguleikan hjá politisku skipanini at raðfesta ávís øki, tí nøkur øki fylla so nógv í føstu málaráðunum, at tíð ikki verður hjá landsstýrisfólkinum at leggja orku í onnur mál.

 

Ikki nokk við tí. Vit síggja eisini fleiri dømi um, at fólkaræðisliga er tað óheppið, at ráðharrar missa sín tingsess. Tá eru tað mest royndu tingfólkini, sum ikki longur eru í Løgtinginum. Og tað eru tey, sum hava fingið størst undirtøku frá fólkinum, ið missa sín rætt at atkvøða í Tinginum. Taka vit støðuna tá hetta landsstýrið varð skipað, so vóru tað t.d. 39% av teimum, sum atkvøddu fyri Javnaðarflokkinum, ið mistu sína umboðan í Løgtinginum, tí tann tey valdu fór í landsstýrið. Tey 9 fólkini, sum umboðaðu flokkin í Løgtinginum tá landsstýrið varð skipað, umboðaðu einans 30,3% av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Vit síggja eisini trupulleikan við hesum í verki, tá avgerðir skulu takast. Fosturtøkulógin er eitt dømi um hetta. Er tað rætt, at hvørt lógin verður samtykt ella ikki, hongur saman við hvat varafólk av tilvild er inni ella úti? Umboðar tað fólkaviljan betri, um tað er no. 5 við 111 atkvøðum  á listanum hjá Framsókn, sum atkvøður, enn no. 1 við 978 atkvøðum?

 

Um ráðharrar og forsætisráðharrar í Týsklandi, Bretlandi og Spania kunnu sita í stjórn, uttan at fara úr tingsessi teirra, er eingin haldgóð grundgeving fyri, at vit ikki kunnu gera tað sama. Grundgevingarnar um, at ein fær skott millum Løgting og landsstýrið við at gera sum vit gera, halda heldur ikki. Tað eru sterkastu persónarnir í flokkunum við størstu undirtøkuni í fólkinum, sum fara í landsstýrið, og tingmanningin aktar tí sum oftast boðini tey fáa frá teimum – serliga um ein tekur við, at um stjórnin fellur, so missa varafólkini kortini sín tingsess.

 

Fara vit burtur frá, at landsstýrisfólk fara úr Løgtinginum, so sær roknistykki við løn nógv øðrvísi út. So eru ikki 6 – 9 eyka fólk, ið skulu hava løn, men heldur nøkur, ið fáa eitt sindur hægri løn ella viðbót.

 

Latum okkum tí hava dirvi til at gera nakrar veruligar nýskipanir, nú vit endiliga fara undir hetta tiltrongda arbeiðið! Skipanin er stirvin, og hevur heilt frá byrjan ikki hóskað seg til føroyska samfelagið. Hví so gera hana meira stirvna, og avmarkað okkum uppaftur meira, heldur enn at hyggja at eini grundleggjandi nýskipan til tað betra?


Við vón um veruligar nýskipanir

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og løgfrøðingur