Av tí, at greinin í Sosialinum fríggjadagin við navninum fyri oman av misgávum varð prentað í øðrum líki enn ætlanin var, vilja vit biðja tey, hon varð stílað til, um umbering.
Rætta orðaljóðið var hetta:
Hoyrdu tygum sendingina? - ella »Hava tygum lisið bløðini í dag?«, og sjálvandi verður soleiðis spurt, tá ið okkurt serligt er á vási.
Í fjør lýsti Vestegnens Zoneterapiskole, at hann fór undir útbúgving í zoneterapi. Vit vóru nøkur, ið meldaðu til, og so leið at teirri tíð, at skúlin skuldi byrja. Sera spennandi at vita, hvussu hetta nú fór at verða!
Fyrst í september sótu vit so á skúlabeinki, ymisk í sinn og skinn, ymiskt, hvussu aldurin var, men hin mikið umrødda viðgerðin, zoneterapi, hevði hugtikið øll - henda alternativa viðgerð, sum hon verður nevnd, hóast hon var til, langt áðrenn ?hvítir kitlar? sóu dagsins ljós.
Undirvísari var Øjvind Solbakk, og at hann hevði hegni til at undirvísa, var greitt beinanvegin - og tann niðurstøða var hin sama, tá ið skúlagongdin var av árið eftir, og øll vórðu avmyndað við prógvi í hond.
Útbúgvingin var krevjandi, má sigast, men kortini vóru øll samd um, at úrslitið var stríðið vert.
Men hvussu var so við hesum próvnum?
Og nú er at spyrja, um ?tygum hoyrdu sendingina?! Hon var at hoyra í RÁS 2 hin 16. mai í ár - beint áðrenn próvtøka okkara skuldi verða, og hon er orsøkin til, at hetta verður fest á blað.
Fólkini, ið gjørdu sendingina - verturin og ein, ið hevur virkað sum zoneterapeutur eitt áramál, fara í áðurnevndu sending rættiliga illa við tí útbúgving, ið Vestegnens Zoneterapiskole stendur fyri. Prógvið er snøgt sagt einki vert, verður sagt. Eitt lítið brot úr samrøðuni í ?Rás 2? ljóðar so: (citat) »Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin er for vánalig, . . . . . men liggur ikki ein vandi í fyri brúkaran, at við-komandi ikki hava nóg góða útbúgving?«
»Jú, og tí vil eg siga til tykkum í Føroyum, sum kundu hugsað tykkum zoneterapiviðgerð: Hyggið eftir og spyrjið um, um viðkomandi er viðurkendur av FDZ! Tí teir zoneterapeutar, sum lúka hesi minimum krøv í Føroyum, ein í Suðuroy, 3 í Havn, . . . . og tær lúka allar treytirnar hjá FDZ! Og tað er ein viss trygd fyri brúkaran, at viðkomamdi er veruligur zoneterapeutur.
Og tað er virkiliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið saman um kemur, at tað er tað ikki.«
»Tú, haldi eg, brúkti myndina, tá ið tú fórt í ein hýruvogn, tá setti tú eitt krav.«
»Ja, og tað er tað minsta kravið, eg seti til ein hýruvognsførara, tað er, at hann hevur eitt koyrikort - og at ein skipari hevur pappírir, sjálvt um at tað ikki sigur mær so nógv, um eg hugdi at skiparapappírunum, men tað svarar til at koyra í einum bili, ja, við ongum skili . . ja, eg veit ikki, hvussu, man skal siga.« (citat endað).
Her verður sipað til prógvið, vit fingu eftir lokna skúlagongd.
Tað verur mett javnt við, at »ein hýruvognsførari koyrir, men hevur ongantíð fingið koyrikortið«.
Tað má átalast. Hava strevast eitt heilt ár og fáa slíkan dóm í einum fjølmiðli! Hvussu kann ein zoneterapeutur - og tað við góðari hjálp frá útvarpsmanninum - fáa seg til at siga soleiðis?
Vit fingu alt fyri eitt neyvar upplýsingar um øll viðurskifti útbúgving og møguligum virki viðvíkjandi. Har var einki ivamál. Og prógvið gevur okkum rætt til at virka sum zoneterapeutar á jøvnum føti við aðrar zoneterapeutar.
Undirvísingin í Vestegnens Zoneterapiskole er góðkend í øllum Norðanlondum, vit arbeiddu eftir føstum forskriftum, og tá ið nú sami skúli av nýggjum fer undir útbúgving, eigur álopið omanfyri ikki á nakran hátt at forða nøkrum í at søkja. Skúli og undirvísing lúka øll krøv.
Tað kenst sárt í einum fjølmiðli - sama, hvør hann er - at fáa slíka viðferð. Sera ósmæðið og lítið umhugsað at siga soleiðis. Skúli okkara - og harvið undirvísing og undirvísari - hevur øll tey 16 árini, hann hevur virkað, havt Norðanlanda góðkenning, og ístaðin fyri at ynskja sínum starvsfeløgum tillukku, tykist ætlanin vera at gera ónáðir - og tað ber illa til at forða nøkrum í tí. Men beinleiðis ósannindi, hart og týðiliga borin fram í RÁS 2, kunna ikki vera ósvarað.
Vit ikki bara mótmæla, men mótmæla harðliga!
OG! Ikki meiri frá okkara síðu um hetta mál.
Men tað liggur á ljóði, at Vestegnens Zoneterapiskole hevur stevnt. Og tað er ikki at undrast á.
Leona Ellefsen
Ebba Jacobsen
Eyðbjørg Jacobsen
Marin Joensen
Joan Poulsen
Anna Olsen
Frida Samuelsen
Helena Viderø Olsen
Tove Simonsen
mangla:
Allan Dahl Kristensen
Lis í Selvindi
Martha Simonsen
Sonja í Dali
Inga Símunardóttir










