»Hvis Helena fær sín vilja«

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum
---

»Hvis Helena fær sín vilja, so verður skúlin her í bygdini niðurlagdur«. Nakað soleiðis tók ein skúlaleiðari til í »Góðan Morgun sending« í vikuni. Men Helena varð ikki eftirspurd. Og tað slapp at hanga í luftini, at Helena hevur bert eina dagsskrá, »at niðurleggja smáar skúlar«.
Men so er ikki. Tað er ikki eitt endamál at leggja skúlar niður. Endamálið er at menna fólkaskúlan fakliga og pedagogisk - og at brúka pengarnar rætt.
Tað sum landsstýrið og eg sum landsstýriskvinna í mentamálum miði eftir, er at fáa skipað Føroyar í skúlaøkir. Hesi skúlaøki skulu vera tey somu, sum tær kommunur, ið skulu setast á stovn í seinasta lagi í 2013.
Endamálið við at skipa skúlaøkini er, at skúlarnir í økjunum verða størri, enn teir eru í dag. Og grundgevingin er heilt einfalt tann, at vit hava skyldu til at menna fólkaskúlan fakliga og námsfrøðiliga, eins væl og vit hava skyldu til at gagnnýta samlaðu játtanina til fólkaskúlan betri, enn vit gera í dag.
At halda fram at klípa burturav tí sum virkar, fyri at fíggja tað, sum ikki virkar – endar bara við at einki virkar. Soleiðis virkar hin nógv umrøddi “plenuklipparin”, sum tíverri varð nýttur, tá ið fíggjarlógin fyri 2010 varð samtykt.
Ætlanin er, at skúlamyndugleikarnir í økjunum sjálvir mæla til, hvørjir skúlar skulu skulu hava opið, og hvussu undirvísingin skal skipast. Ætlanin er eisini at Mentamálaráðið sum skjótast fer undir at samráðast við økini um hetta, og at Mentamálaráðið fer at játta økjunum pengar eftir næmingatali. Vit koma ikki á mál eftir einum degi – tað er púra greitt. Men tað ræður um at koma í gongd. Í hesum ári skal fólkaskúlin spara 7 milliónir. Eftirsum eingin bygnaðarbroyting er framd enn, er bert eitt at gera – og tað er at skerja verandi virksemi. Og tað kann undir ongum umstøðum halda fram!
Ein skúli nýtist ikki at vera ein bygningur ella eitt hús. Ein skúli er ein organisatión ella ein stovnur, sum kann húsast í fleiri skúlabygningum. Sum dømi kunnu vit vísa á, hvussu tey gera í teirri nýggju Eysturkommunu. Har hava tey tikið eina skilagóða avgerð um at hava 1. – 3. flokks undirvísing í Leirvík, næmingarnir í 4. til 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildina savna tey í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan hátt. Lærarar fáa høvi til at menna sínar serligu førleikar, og næmingarnir fáa eitt munandi meiri fjølbroytt undirvísingartilboð. Líknandi skipanir kundu verið framdar nógva staðni í Føroyum.
Ásannandi at samlaða játtanin til raksturin av teimum stóru vælferðarøkjunum ikki framhaldandi kann hækka, meðan vit stríðast við at fáa hallið á fíggjarlógini burtur, er neyðugt at taka annað skinn um bak, og at gagnnýta fólkaskúlajáttanina betri.
Í ógvisligari yvirskrift í Sosialinum í dag, ger Lærarafelagið vart við, at endamálið við fólkaskúlareforminum má ikki vera at spara. Og har eru vit samd. Lærarafelagið kann ivaleyst hava sínar grundir til at spæla við vøddunum. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at fíggjarstøða landsins ikki loyvir framhaldandi hækking í rakstri landskassans.
Tá ið vit kortini við skilagóðum bygnaðarbroytingum kunnu menna fólkaskúlan, um vit varðveita á leið somu játtan á fíggjarlógini sum í 2010, so vóni eg ikki at fakfelag fólkaskúlans fer at forða fyri tí. Lærarfelagið hevur sjálvt sera skilagott víst á, at bygnaðarbroytingar eru neyðugar. Tað er avgerðandi at vit finna og byggja á tær semjur sum eru. Tað fari eg at virka fyri.