Alis-og evnafrøði
Fyrstur at taka orðið í Mentamálaráðnum hendan dagin var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
- Blindur er bókleysur maður! Soleiðis mæltu teir gomlu, og tíðin hevur ikki gjørt orðum teirra til skammar. Hóast kunnskapurin nú á døgum er stórur, og vitanin røkkur langt í hesum teldutøkniligu tíðum, so verður bókin alsamt eitt neyðugt undirvísingaramboð.
Jógvan vísti á, at tá ið gamli landslæknin, Hanus Debes Joensen, gav út bók, sum hann nevndi Alisfrøði, mundu tað vera mong, ið ikki skiltu týdningin av hesum heiti. Tá varð hetta øki vanliga kallað "fysikk".
- Tað hevur sera stóran týdning, at skúlabøkur eru skrivaðar á føroyskum, har greitt verður frá, hvussu tær alisfrøðiligu og evnafrøðiligu lógirnar og fyribrigdini gera seg galdandi í dagliga lívinum við støði í føroyskum náttúruumhvørvi ? eisini, tá ið tað snýr seg um náttúrulærugreinarnar. Hetta er alisfrøðin hjá landslæknanum besta dømi um.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at í dag er tað tíbetur so, at flest øll vita, hvat alisfrøði fevnir um
- At kunna viðgera og læra um náttúrufyribrigdini á sínum egna máli, eigur avgjørt ikki at verða undirmett.
Bjarni sáli
Jógvan segði, at ein av slóðbrótarunum at fáa føroyska málið inn í náttúrulærugreinarnar var Bjarni Niclasen, sáli. Hann skrivaði í 1963 læribókina, Evnafrøði og Alisfrøði I, II og III, sum vóru ætlaðar til frálæru í alisfrøði í framhaldsdeildini. Síðan eru fleiri lærubøkur komnar innan alisfrøðina, og tær nýggjastu eru bøkurnar hjá Pól Jespersen, sum vit hava liggjandi her í dag, Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3.
- Sigast má, at hetta er eitt valaverk og eitt úrslit av góðum samstarvi millum Mentamálaráðið, sum hevur útvegað handritið við at gjalda lønina hjá høvundanum, meðan Føroya Skúlabókagrunnur hevur lagt útgávuna til rættis, bæði innihaldsliga og tekniskt, umframt at Skúlabókagrunnurin hevur staðið fyri prentingini.
Jógvan segði, at høvundurin hevur havt donsku bøkurnar, "Ny fysik/kemi" sum fyrimynd og hevur týtt og lagað tilfarið til føroysk viðurskifti.
- Øll øki, ið verða viðgjørd, taka ? har tað ber til, støði í tí, sum næmingarnir kenna og verða sett í eitt søguligt høpi. Henda skipan styrkir um læringina hjá næmingunum. Nógvar royndir eru knýttar at viðgerðini av evnunum, bæði felagsroyndir í lærubókini og ein serstøk arbeiðsbók við næmingaroyndum.
Jógvan á Lakjuni segði seg vóna, at tey, sum skulu nýta hesar bøkurnar, taka ímóti teimum - við opnum ørmum.
- Tøkk til rithøvundin, Pól Jespersen og øll hini, sum hava verið við og tøkk til Føroya Skúlabókagrunn, segði landsstýrismaðurin.
Myndatekstur: (Jógvan á Lakjuni? )










