nevndin í grunninum skal skiftast út. Ein teirra, ið hevur tosað um hetta krav er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum. Men tað er ikki bara sum at siga tað, hjá einum einstøkum tingmanni at koma við broytin [...] Old fingið at vita, at eitt slíkt krav ikki er lógararbeiði, men ein umsitingarligur spurningur. Og umsitingarligar spurningar skal løgtingið ikki taka sær av, er greiða svarið, Henrik Old fekk frá Løgti [...] ? Eftir hondini skilji eg ikki rættuliga, hvat vit skulu gera her í húsinum, segði Henrik Old vil Sosialin í løgtinginum í gjár. Hetta segði hann í samband við, at tingið í dag skal viðgera málið um at
nógv við seinasta hálvtannað árið, er kommunupolitikkurin, og liggur eitt uppskot klárt. Hóast Eyðólv Dimon ikki vil siga, hvat stendur í uppskotinum, fyrr enn tað er viðgjørt á landsstevnuni, so sigur [...] Ítróttarhøllini í Trongisvági. Hetta sigur Eyðólv Dimon, sum er skrivari hjá Javnaðarflokkinum og tískil tekur sær av fyrireikingunum. Talan er um eina eykalandsstevnu. ? Tá vit fyrr í ár høvdu árligu l [...] Dimon. ? Eisini verða nakrar lógarbroytingar á skránni, og tá krevst at tað er ein landsstevna, leggur hann afturat. Men tað er eisini fyri at brynja seg til valið, sum verður í seinasta lagið í juli komandi
skal ikki dylja yvir, at tað er komið stak væl við hjá mær, at hann er her. Fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin spældi hann framúr væl, og vit eru sera harmir um, at hann er noyddur at hyggja at ímóti Real [...] stórari slagsíðu. Kent Karlsson er nógv virdur í Danmark fyri síni avrik. Í 1995 gjørdi hann Silkeborg til DM vinnarar fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Men hvat er tað, sum Todi kann gera, og sum [...] Tað er eingin loyna, at mótstøðuliðini hava sera stóra virðing fyri Toda, og tá hann frammanundan skaðanum var á toppinum, ofraðu tey nógv fyri at halda honum burtur. Nú er Todi burtur, og tað er, um eg
har einki borðtennis framman undan er, og har royna at kveikja áhugan fyri hesi ítróttargrein. Tiltakið er enn á byrjunarstigi, men annað av feløgunum, ið vitjað var, er Royn í Hvalba. Har gjørdist undirtøkan [...] góð, at felagið til kappingina í ár hevur meldað ikki minni enn 17 lið til. Hetta er meiri enn nakað annað felag, og er Royn tískil størsta borðtennisfelag í landinum eftir at hava virkað innan hesa [...] aftanfyri hini feløgini. Einki er at ivast í, at góða úrslitið hjá Royn hevur eggjað Borðtennissambandinum í at halda fram við arbeiðinum at økja um áhugan fyri borðtennis. Málið er í fyrsta umfari at fáa kappingina
at talan er báði um avspáking, sum starvsfólkið hava upparbeitt sær í ár, men at talan eisini er um avspáking, sum hoyrir til 1996. Orsøkin til, at so nógv avspáking er á Landssjúkrahúsinum, er tann, at [...] starvsfólk ikki er til arbeiðis, skal eykafólk kallast til, og tað er dýrt. Ikki minst er hetta ein stórur trupulleiki í summarferiutíðini. Men skal henda avspáking fáast frá hondini, er neyðugt at lata [...] fíggjarligum tjóðri, at beinanvegin tað minsta, óvæntaða tekur seg upp, er játtanin sprongd. ? Men veruleikin er tíverri, at tað er ongin leiðsla á Landssjúkrahúsinum, sigur formaðurin í sjúkrasystrafelagnum
endan, tí eitt val skal verða nakað skjótt, og helst kemur tað, áðrenn tíðin fyri hesari sætuni er útrunnin. Tí er tað rætt at halda fund og viðgera tey aktuellu málini. Flokkurin má og skal spæla út við, hvørjum [...] ikki hava ráð at gjalda til, sjálvt um tað sum tey fáa hava tey goldið ígjøgnum eitt langt lív, tað er eitt mál sum okkara flokkur má seta fremst á skránni. Ikki bara at vit skulu verja vunnin rættindi [...] teim prísbroytingum, sum eru farnar fram, síðani P. M. Dam sáli framdi fólkapensiónina í 1959. Hetta er eitt av teimum málum, sum vit eiga eins og politisku leiðarar okkara tá. Teir framdu og settu pens
leggur skrá sína til rættis, er hon altíð partur av eini størri ætlan og heild. Hetta er okkara politikkur, sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út [...] mannarættindi vóru samtyktar í 1948, tí tað er ikki á hvørjum degi, at heimspolitikkarar alment seta somu spurningar sum listafólk og heimspekingar altíð hava sett: Hvat er meiningin við lívi okkara, og hvussu [...] politikkarum og vinulívsfólki, av tí at her er talan um marknaðir, hvørs framtíð enn eingin kennir. Eingin einvegis ferðsla Men tað er ikki bert á fjølmiðlaøkinum at talan er um tvívegis samstarv. Umframt at føroyskur
Dúgvan beint aftanfyri ein stóran línubát. Knappliga síggja teir nakað fara fyri borð á línubát, og tað er ein jakki, sum flýtur í sjónum. Teir á Dúgvuni ivaðust ikki í, at tað var ein maður, sum var fyri borð [...] varð yvir borð, bara var ein oljujakki, sum ein av manningini hevði tveitt fyri borð. - Eg veit ikki, hvat tað skuldi til, at tveita ein jakka í havið, og eg var ikki sørt fortørnaður, tí vit vóru sannførdir [...] sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni. Tá skipið legði stilt, greiddi hann ferðafólkunum frá, hvat var áfatt, og tey fingu aftur eina frágreiðing, tá málið var uppklárað.
grundum er tað av týdningi, at vit hyggja at tølunum hjá okkum sjálvi, og eftir, hvat hendir á økinum í londunum kring okkum, sigur Pál Weihe. Hann undrast á, at hóast hugburðurin til royking er broyttur [...] - Fólk verða bundin at roykingini. Tað er ein kemisk prosess, sum er ógvuliga trupul at gera seg leysan av, sigur Pál Weihe. Leystliga sigur kanningin, sum er gjørd í 26 londum, samanborið við føroysk [...] men tó sera álvarsligt er, sæst á kanningini, at føroysk skúlabørn hava met í royking. Sambært kanningini roykja 35 pst. av føroysku børnunum í aldursbólkinum 15 - 16 ár. Í Danmark er talið 15 pst. Viðvíkjandi
til málið frá pørtunum, men tað er ómøguligt. Árni Olafsson hevur onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um ein komandi útbjóðingarrunda á føroyskum øki er bundin av, hvat hendir í marknatrætuni. Blaðið skilur [...] at oljulóggávan er samtykt. Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda krevur eina politiska avgerð í løgtinginum. Fløkt Sosialurin skilur annars, at málið viðvíkjandi útbjóðingini er rættiliga fløkt, [...] Haag tykist vaksa fyri hvønn dag. Tað sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann