? Vit vænta nógv fólk at koma á landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum, sum hesaferð verður í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
Hetta sigur Eyðólv Dimon, sum er skrivari hjá Javnaðarflokkinum og tískil tekur sær av fyrireikingunum. Talan er um eina eykalandsstevnu.
? Tá vit fyrr í ár høvdu árligu landsstevnuna í Klaksvík, var ynski um at skipað varð fyri eini eykalandsstevnu, tí tað var ov lítil tíð at kjakast um politikk, tá tað organisatorsika arbeiðið tekur so drúgva tíð, sigur Eyðólv Dimon.
? Eisini verða nakrar lógarbroytingar á skránni, og tá krevst at tað er ein landsstevna, leggur hann afturat.
Men tað er eisini fyri at brynja seg til valið, sum verður í seinasta lagið í juli komandi ár, og verður valskráin hjá flokkinum eisini á skránni.
? Floksleiðslan hevur verið saman tvær ferðir seinastu tíðini og viðgjørt valskránna, sum skal samtykkjast á landsstevnuni, sigur Eyðólv Dimon.
Solidarisk loysn
Valskráin verður á skránni fríggjakvøldið, tá formaður floksins, Jóannes Eidesgaard fer at leggja hana fram.
Á skránni leygardagin verða ymisk evni. Floksstjórnin hevur skipað dagin í temaum. Eitt mál, sum flokkurin hevur arbeitt nógv við seinasta hálvtannað árið, er kommunupolitikkurin, og liggur eitt uppskot klárt. Hóast Eyðólv Dimon ikki vil siga, hvat stendur í uppskotinum, fyrr enn tað er viðgjørt á landsstevnuni, so sigur hann kortini, at málið um kommunuskuldina skilir seg nógv frá teirri kós, sum landsstýrismaðurin í kommunumálum, Eilif Samuelsen hevur stungið út í kortið.
? Vit eru ein flokkur, sum byggir sína hugsjón á samhaldsfesti, og tí kann flokkurin ikki ganga við til, at summar kommunur verða sleptar upp á fjall, sigur Eyðólv Dimon.
Hann sigur, at verður tað soleiðis, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum leggur upp til, so verða allar kommunurnar á einum forsvarligum búskaparligum støði ár 2000.
Á skránni leygarmorgunin verður eisini oljupolitikkurin. Eyðólv Dimon sigur, at tað er av týdningi, at vit leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at oljvinnan kemur øllum til góðar, sigur hann.
Seinni um dagin verður tað Vælferðarsamfelagið, sum verður á skránni.
? Sum útgangsstøði, tá vælferðarsamfelagið skal skipast, verður tann veiki borgarin. Vit gera ikki sum aðrir flokkar - at vit taka útgangsstøði í tí, sum klárar seg væl, sigur hann.
Sjálvstýrislóg
til umrøðu
Seinnapartin leygardagin fer ein gestarøðari at halda fyrilestur. Tað er hálvi føroyingurin, Louis Wilson úr Bretlandi. (Meir er at lesa um hetta á síðu 7)
Fiskivinnan og fiskiídnaðurin verður eisini á skránni seinnapartin.
? Vit eiga øll fiskiríkidømi, sum nú nakrir fáir kunnu keypa og selja. Hesum kunnu vit ikki taka undir við, sigur Eyðólv Dimon, sum kortini leggur dent á, at øll hesi viðurskifti kortini ikki kunnu sleppast leys - tí ansanst má sjálvandi eftir, at farið verður fram við skili.
Ríkisrættarligur viðurskiftini hava verið nógv umrødd seinnu tíðina, og tey fara javnaðarfólk eisini at umrøða í Trongisvági.
? Polariseringin millum samband og loysing er økt seinastu tíðina, og fara vit eisini at viðgera tann spurningin, sigur Eyðólv Dimon. Javnaðarflokkurin hevur seinastu árini tosað um at gera eina sjálvstýrislóg, og verður hon eisini umrødd, sigur Eyðólv Dimon.
Nei til privatiseringar
Privatiseringar hava eisini verið nógv umrøddar seinnu árini - serliga síðani borgarliga samgongan tók við, sigur Eyðólv Dimon. Javnaðarflokkurin er ikki samdur við borgarligu flokkarnar um privatiseringarnar, sigur hann.
? Teir privatisera fiskiríkidømið, landsjørðina og almennu stovnarnar. Her tykir hugburðurin verða tann, at gevur ein almenn fyritøka yvirskot, so skal hon privatiserast. Men hetta er ikki rætt, sigur Eyðólv Dimon. ? Serliga umráðandi er tað eisini at tryggja, at eitt møguligt oljuríkidømi fer at koma øllum borgarunum til góðar, leggur hann afturat.
Hann nevnir eisini ætlanirnar um at privatisera almenna bankan.
? Teir borgarligu vilja gera alt fyri at fáa bankan á privatar hendur aftur. Men vit eiga øll bankan, og vit hava øll verið við til at bjarga honum. Nú eru eisini partabrøvini niðurskrivað, so bíligari verður hjá onkrum privatum at keypa bankan, men hetta er ikki rættur politikkur, vísir Eyðólv Dimon á.
Tá komið er gjøgnum øll evnini á landsstevnuni, verður frítt orðaskifti, har stevnuluttakararnir kunnu tosa um øll viðurskifti, sum teimum liggur á hjarta, sigur Eyðólv Dimon.
Tvey broytingaruppskot eru til landsstevnuna hesaferð. Annað er av organisatoriskum slag, meðan hitt er um at flyta árligu landsstevnuna til heystið heldur enn várið.
Seinni - klokkan 19:00 leygarkvøldið verður skipað fyri veitslu í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
? Vit vænta stóra luttøku á stevnuni, sigur Eyðólv Dimon. Nú stevnan er í Suðuroy væntar hann kortini ikki, at heilt nógvar meinigir limir koma norðanífrá, men sjálvandi nevndarlimir o. o. við serligum áhuga.
? Men Javnaðarflokkurin hevur altíð havt góða undirtøku í Suðuroy - og hevði hann við seinasta val 32,7% av atkvøðunum.