Danskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at tað mánadagin var greitt, at tíðindini, sum vit bóru fyri fleiri vikum síðani, um at Todi Jónsson ikki fer at spæla aftur í hesum árinum, eru staðfest sum ein óreingiligur veruleiki.
FCK er eitt stórt felag, og har eru nógvir um boðið. Men áhugin fyri Toda Jónsson og skaðanum kundu bent á, at tað verður mett sum sera stórur smeitur, at føroyski álopsmaðurin ikki er við.
Í gjár vandi FCK á venjingarvøllinum á Frederiksberg, og í døgurðasteðginum, áðrenn teir fóru í Parkina, har tíðindafundur skuldi vera klokkan eitt føroyska tíð, fingu vit fatur á venjaranum, sum sat í kantinuni og fekk sær ein bita.
Hvassasta vápnið
Eg havi hoyrt, at tað er stórur áhugi fyri FCK í Føroyum, og tað gleðast vit sjálvsagt um. Og tað er einki at taka seg aftur í, at tit eiga ein framúr góðan álopsspælara her í felagnum. Eg eri rættiliga nýggjur her, og eg havi onga ávirkan havt á, at Todi varð keyptur til FCK í summar, men eg skal ikki dylja yvir, at tað er komið stak væl við hjá mær, at hann er her. Fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin spældi hann framúr væl, og vit eru sera harmir um, at hann er noyddur at hyggja at ímóti Real Betis, segði Kent Karlsson, væl umtókti sviin í FCK, sum rættiliga hevur fingið skútuna á rættkjøl, eftir at hon alt síðsta kappingarár sigldi við stórari slagsíðu.
Kent Karlsson er nógv virdur í Danmark fyri síni avrik. Í 1995 gjørdi hann Silkeborg til DM vinnarar fyri fyrstu og higartil einastu ferð.
Men hvat er tað, sum Todi kann gera, og sum hinir ikki megna at gera?
Vit hava fleiri aðrar góðar álopsspælarar, men vit mugu staðfesta, at tað hevur ikki gingið so væl við málskjótingini, síðani Todi noyddist at gevast fyri nøkrum vikum síðani. Hann hevur nógvar dygdir, og serliga á útivølli, tá vit taptu 2-0 í Spania, var tað stórur saknur í hansara bóltførleika, skjótleika og máltevi.
Noyddir at leggja um
Kent Karlsson sigur, at síðani Todi Jónsson varð skaddur, hevur hann verið noyddur at broyta álopspartin hjá FCK:
Tað er eingin loyna, at mótstøðuliðini hava sera stóra virðing fyri Toda, og tá hann frammanundan skaðanum var á toppinum, ofraðu tey nógv fyri at halda honum burtur. Nú er Todi burtur, og tað er, um eg so má siga, ein lætti hjá mótstøðuverjunum, samstundis sum vit ikki kunnu dúva uppá kontraspælið á sama hátt, sum vit gjørdu, tá Todi var við.
Trúgva uppá tað
Tað verður roknað við, at tað fara ímillum tíggju og fimtan túsund fólk í Parkina í kvøld at hyggja at, hvussu FCK fer at standa seg ímóti Real Betis úr Sevilla.
Í FCK halda teir, at um útgangsstøðan hevði verið betri enn 0-2, so høvdu fleiri komið, men venjarin sigur seg trúgva uppá møguleikan at koma víðari:
Eg rokni við, at spanska liðið fer at vera sera verjukent. Teir fara at verja um tað, teir vunnu í fyrra dystinum, og so fara teir at dúva uppá snarálop. Fyri okkum er tað alt avgerandi, at vit skora fyrsta málið. Skora teir fyrst, so punkterar spenningurin, tí so skulu vit gera fýra mál fyri at koma víðari. Men skora vit fyrst, so kann alt henda. Tað vil siga, at vit skulu bæði halda tætt og trýsta á fyri at gera mál.
Men tá tit skulu leggja trýst á, og tað mesta kanska fer at ganga fyri seg frammanfyri málinum hjá gestunum, so verður saknurin ikki so stórur í Toda?
Eg vil siga tað soleiðis, at saknurin var kanska størri í honum á útivølli, men dygdirnar hjá honum høvdu eisini verið góðar at havt í kvøld. Men hann er skaddur, og tað kunnu vit ikki gera meiri við, enn at vit hava syrgt fyri, at hann fær uppvenjing, sum vónandi ger, at hann verður tøkur fyrst í nýggja árinum. Tað hevði verið frálíkt, um vit og eisini Todi kundu spælt í næsta umfarinum í Europa Cup, sum verður fyrst í mars, endar Kent Karlsson úr Keypmannahavn.










