Løgtingið sleppur ikki at krevja nevndina frá

Tað er ein umsitingarligur spurningur at meta um, hvørt nevndin í Framtaksgrunninum hevur gjørt eitt gott arbeiði ella ikki. Tí sleppur Henrik Old ikki at leggja fram broytingaruppskot um, at nevndin skal skiftast út

? Eftir hondini skilji eg ikki rættuliga, hvat vit skulu gera her í húsinum, segði Henrik Old vil Sosialin í løgtinginum í gjár.

Hetta segði hann í samband við, at tingið í dag skal viðgera málið um at játta pengar til Framtaksgrunnin. Sum nevnt í blaðnum í gjár hevur ein samd fíggjarnevnd gjørt broytingaruppskot til upprunaliga uppskotið hjá løgmanni um, at veita landsstýrinum eina standandi heimild til at konvertera peningin í Framtaksgrunninum til eginpening.

Nógvir tingmenn eru rættuliga sintir inn á nevndina í Framtaksgrunninum, sum teir ikki meina hevur gjørt eitt munagott arbeiði. Tí hava fleiri teirra tosað hart um, at nevndin í grunninum skal skiftast út.

Ein teirra, ið hevur tosað um hetta krav er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum. Men tað er ikki bara sum at siga tað, hjá einum einstøkum tingmanni at koma við broytingaruppskoti, tá málið kemur til aðru viðgerð. Tá skal hann boða frá á Løgtingsskrivstovuni dagin fyri, og tað hevur Henrik Old gjørt.

Men hann sleppur ikki at seta fram broytingaruppskot um, at nevndin í Framtaksgrunninum skal skiftast út. Av Løgtingsskrivstovuni hevur Henrik Old fingið at vita, at eitt slíkt krav ikki er lógararbeiði, men ein umsitingarligur spurningur. Og umsitingarligar spurningar skal løgtingið ikki taka sær av, er greiða svarið, Henrik Old fekk frá Løgtingsskrivstovuni