longu sitið í hálvt annað ár í heita sessinum á Kongabrúnni. Henda tíðin hevur verið strævin og alt hevur ikki rættiliga verið sum hon hevði roknað við. Og hon fær nóg mikið at síggja til í framtíðini, [...] uppvaksin í Danmark, men flutti til Føroya 10 ára gomul. Hon hevur tikið útbúgving í máli, búskapi, marknaðarføring og samskifti á Odense Universiteti. Tað var av tilvild, at hon kom á Ferðaráðið í 1995, og [...] ambisjón uttan mun til í hvørjum starvi eg eri í er at gera eitt gott arbeiði. Men uttan mína útbúgving hevði eg als ikki bjóðað meg fram. Eg havi altíð verið spontan, havi lopið út í ymiskt og eri altíð
sum var væl umtóktur í 1906, hóast søgan fer fram í 1901, sigur Oddvør Johansen. Sosialar og søguligar rembingar Søgugongdin í "Í morgin er aftur ein dagur" byrjar í 1901 og endar í 1940, tá ið Føroyar [...] eg onkusvegna, t.d. í "Skip í eygsjón" og í ein mun í nýggju skaldsøguni, sigur Oddvør Johansen at enda í viðtali. "Í morgin er aftur ein dagur" eitur nýggja hugkveikjandi skaldsøgan hjá Oddvør Johansen [...] di evni í ritverkinum hjá Oddvør Johansen er viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í "Lívsins summar" og í "Skip í eygsjón" verður danska ávirkanin á Føroyar og føroysk viðurskifti lýst. Í hesi seinnu
standardskipanir. Sosialurin vitjaði í KT-Stovuni á fjórðu hædd í Sjómansheiminum í Havn í gjár. Og var tað nakar sum helt, at Sjómansheimið var ómodernað, so er tað í hvussu so er ikki soleiðis longur - [...] kundunum, sigur Ólavur Ellefsen, sum er stjóri í VIT, ið hevur tíggju fólk í starvi. VIT er ein KT-fyritøka (kunningartøkni), sum varð stovnað á heysti í 1996. ? Vit hava alla tíðina lagt stóran dent á [...] framleidda borði, sum Bygningssnikkaravirkið í Havn hevur gjørt. Samskiftið í hásæti ? Vit hava valt at seta samskiftið millum skeiðleiðara og skeiðluttakarar í hásæti, sigur Ólavur Ellefsen. Hann greiðir
Vinther av løgreglustøðini í Havn. Suni leggur afturat, at bussførarin verður ákærdur fyri brot á grein 26 í ferðslulógini. Maður kleimdur í bili Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn. Tveir bilar rendu saman [...] á grein 26 í ferðslulógini. Hon sigur týðuliga, at ert tú innblandaður í eitt ferðsluóhapp, so skalt tú steðga og hjálpa um nøkur eru skadd, ella hjálpa við at regulera ferðsluna. Tú skalt í øllum førum [...] in var í holt við at bróta rútar í skúlanum, men hann var steðgaður í gerðini. Hinar báðar handtøkurnar, sum løgreglan framdi leygarnáttina vóru vegna fyllskap verður sagt av løgreglustøðini í Havn. F
kunnu vit nevna, at hann í 1991-93 var formaður í Almanna- og Heilsunevndini; frá 1994-96 formaður í Landsstýrismálanevndini; frá 1996-98 formaður í Vinnunevndini og limur í Norðurlandaráðnum, har hann [...] Ólavur í Beiti Jørgen Niclasen er føddur í Sørvági, 1969, í Gistingarhúsinum hjá ommuni, og verður sostatt 30 ár í nýggja árinum. Og Jørgen er ynskti maður, sum hevur sitið á tingi, tá ið hann kom inn [...] inn fyri Svend Aage Ellefsen og sat í einar 14 dagar fyri hann tá. Eitt skifti sat hann fyri Svend Aage í 1989 og aftur í 1990, men tá ið Svend Aage fór út í landsstýrið frá 1991-93, gjørdist Jørgen fastur
Seks ungfólk - øll eru limir í Brøðrasamkomuni, tóku seg saman um at gera eitthvørt fyri at hjálpa neyðstøddum í heiminum. Tey ungu vistu ikki í byrjanini, hvar hjálpin skuldi veitast, men tá tað frættist [...] so gjørt. Í døgunum 7. - 25. oktober vóru føroyingarnar í høvuðstaðnum Manila, har eini 11 mió. fólk eru skrásett at búgva. Umframt tað verður mett, at eini fýra mió. børn og tilkomin liva í gøtunum, sum [...] tað at sita og næna einum barni í ein tíma, er stór hjálp í slíkum føri, sigur Sunva og leggur aftrat; Um tú megnar at broyta eitt menniskjað,so er tað eitt heilt univers í sjálvum sær. Tað, at geva einum
ini átti Fleyr b úr Havn at spæla móti TBa og TBb í vikuskiftinum, men av tí at tær høvdu trupulleikar við at manna lið í vikuskiftinum avgjørdu tær í samráð við TB og flogbóltssambandið at flyta dystirnar [...] hent seg, at lið hava avlýst at fara til Suðuroyar tí tey ikki fingu mannað lið. So hava liðini har suðuri staðið við sviðusoð. Tey ferðast trúliga norðurum, meðan tað er meira striltið hjá norðanliðunum [...] tær vóru helst ikki so væl fyri at spæla tá tær endiliga vóru komnar suður. Dystirnir komu ov seint í gongd av tí einføldu orsøk, at Smyril var seinkaður á ferðini suður orsakað av veðrinum, og tí er lítið
bæði søgugongd og forvitni hjá lesaranum. Hví og hvussu er Dánjal í Køk deyður? Og hví stendur kistan í Sproytuhúsinum og ikki í kirkjuni? »Í morgin er aftur ein dagur« er triðja skaldsøgan hjá Oddvør Johansen [...] Dánjali í Køk stendur í Sproytuhúsinum er, at tann sjálvrættvísi danski presturin heldur, at Dánjal hevur gjørt sjálvmorð og tískil vil hann ikki lova honum í kirkjuna. Lesarin fær kortini tíðliga í søguni [...] inn í ta skiftandi frásøgnina. »Í morgin er aftur ein dagur« hevur ongan einstakan høvuðspersón, og í mongum er hon lík kollektiv skaldsøguni. Kortini er tað so, at frásøgufólkið - og høvundurin - í heilum
Hvør ert tú? Johs.1,19 Prædikutekstirnir í kirkjunum til bæði 3. og 4. sunnudag í atvent samla tankar okkara um Johannes Doyparin. Um hansara persón og virki. Jóhannis stóð úti í oyðimørkini og prædikaði [...] Guds ríki var í nánd og at tey máttu venda um. Tað var veking í fólkinum. Fólkið hevði í árhundraðir spurt eftir nær Messias / Frelsarin mundi fara at koma, tí sendu Fólksins leiðarar í Jerusalem og prestarnir [...] einstakt mannahjarta. Sjálvt um vit liva í einum sokallaðum kristnum landi, so er tað í hvørjum ættarliðið mong menniskju, sum ongantíð hava upplivað friðin og gleðina í Jesu Kristi náði. Hvørji jól kemur Jesus
hon fer í skúla um morgunin, tí okkara arbeiðsdagur byrjar tíðliga. Men tá ið eg kom heim í fjør høvdu vit stórar trupulleikar og tá var eg við at sálast yvir støðuna í Føroyum. Eg var einsamøll í byrjanini [...] skuldi byrja í einum leiðarastarvi. Eg fekk ikki dóttrina í dagrøkt, eg hevði trupulleikar við at finna eina arbeiðsgentu, hon slapp ikki í fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av [...] varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð og at