Í illveðri bæði á sjógvi og landi

Flogbóltur, kvinnur: Av tí Fleyr b hevði meiri enn trupult við at manna lið til vikuskifti gjørdu tær saman við TB av at flyta dystirnar fram til mikukvøldið. TB vann kortini báðar dystirnar 3-0!

Suðuroyarfjørður hevur mangan verið boysin, tað er vist. Bæði tá tað kemur til illveður og bara tað at fáa fólk at fara suður um hann at íðka ítrótt.

Eftir kappingarskipanini átti Fleyr b úr Havn at spæla móti TBa og TBb í vikuskiftinum, men av tí at tær høvdu trupulleikar við at manna lið í vikuskiftinum avgjørdu tær í samráð við TB og flogbóltssambandið at flyta dystirnar fram til mikukvøldið. Frálíkt og alla æru vert. Tí fyrr hevur tað ofta hent seg, at lið hava avlýst at fara til Suðuroyar tí tey ikki fingu mannað lið. So hava liðini har suðuri staðið við sviðusoð. Tey ferðast trúliga norðurum, meðan tað er meira striltið hjá norðanliðunum at koma suðurum.

Men sum sagt, so gjørt, tær fóru suður mikukvøldið og skuldu spæla báðar dystirnar seint mikukvøldið. Tað er kortini synd at siga, at Suðuroyarfjørður tók væl ímóti teimum. Rættuligt illveður var og av Tvøroyri verður sagt, at tær vóru helst ikki so væl fyri at spæla tá tær endiliga vóru komnar suður.

Dystirnir komu ov seint í gongd av tí einføldu orsøk, at Smyril var seinkaður á ferðini suður orsakað av veðrinum, og tí er lítið at siga til, at leikararnir hava verið moyrir.


Aftur sum

av torvheiðum

Úrslitið var einki at reypa av hjá Fleyr. Tær spældu tveir dystir og taptu teir báðar 3-0. Fyrri dysturin var ímóti TBb og skuldi dysturin vinnast á Suðuroyarferðini, so er einki yvir at dylja, at kjansurin var nógva ferðir størri móti TBb enn móti TBa.

Men líka lítið hjálpti. TBb vann ein greiðan 3-0 sigur.

Kortini vóru Fleyr-leikararnir ikki púra fyri ongum. Tær royndu eftir førimuni at bíta frá sær, men tað var bara ikki nóg mikið fyri at halda tørn við TBb.


Næsti?

Fyrri dysturin var ikki meiri enn liðugur tá gerast skuldi klárt til tann næsta dystin. Klokkan var nú vorðin rættuliga nógv ? tað leið fram móti midnátt, so tað skuldi gerast skjótt av.

Hesin dystur var einki at skriva heim um. Møðin sást nú týðuliga á Fleyrleikarunum, sum í fyrsta umfari høvdu verið til arbeiðis um dagin, síðani havt ein baldrutan túr um Suðuroyarfjørð og til endans spælt ein dyst frammanundan hesum.

Men soleiðis eru treytirnar tá tað til stykkis kemur og har vendist ikki aftur.

TBa gjørdi skjótt av og vann dystin 3-0. Vit hava tíverri ikki settmunirnar frá hesum dystunum, men eftir tí, sum vit hava skilt av Tvøroyri, so var stórur munur á liðunum ? í báðum dystunum.

Klokkan var nú farin væl av midnátt og endiliga var dagurin liðugur. Fleyr leikararnir skuldu norðaftur tíðliga morgunin eftir og tí var eitt at gera, og tað var at gista umborð á Smyrli.

Hjá Fleyr b stendur einki til nú. Tær liggja einsamallar í botninum við ongum stigi. Næsta liðið á stigatalvuni er júst TBb, sum hevur vunnið báðar dystirnar móti Fleyr b og tískil hevur fýra stig.