Vit eru tænarar fyri tey neyðstøddu

­ Ferðin til Philipsoyggjarnar hevur lært meg, at smálutir einki hava at týða. Bert tað at eygleiða starvsfólkini var hugvekjandi, tí tey sýndu teimum neyðstøddu stóra virðing og komu ikki við boðum um, hvat tey neyðstøddu skuldu siga og gera, sigur Sunva Eysturoy, sum var millum tey seks ungu føroyingarnar, ið arbeiddu millum heimleys og gøtubørnini í Manila

Seks ungfólk - øll eru limir í Brøðrasamkomuni, tóku seg saman um at gera eitthvørt fyri at hjálpa neyðstøddum í heiminum.

Tey ungu vistu ikki í byrjanini, hvar hjálpin skuldi veitast, men tá tað frættist, at ungfólkini samlaðu pening inn við ymsum tiltøkum í Føroyum, vendi Skandinaviska Barnamissiónin sær til teirra, og spurdu, um tey ikki høvdu hug at fara til Philipsoyggjarnar, har harðliga var brúk var fyri teirra hjálp.


fýra mió. eru ikki skrásett - og ikki til

Sum sagt so gjørt. Í døgunum 7. - 25. oktober vóru føroyingarnar í høvuðstaðnum Manila, har eini 11 mió. fólk eru skrásett at búgva.

Umframt tað verður mett, at eini fýra mió. børn og tilkomin liva í gøtunum, sum als ikki eru skrásett. Tað merkir, at eingin leggur tað til merkis, um tey eru livandi ella deyð.

Sosialurin hevur tosað við Sunnvu Eysturoy, sum var við á ferðina. Hon er 20 ára gomul og býr í Havn.


Neyðstødd hava eisini nakað at geva

Fyri hana var ferðin ein stór uppliving, ikki tí at alt var gleði og gaman har tey komu fram, men so stór neyð og armóð, sum vit í okkara heimsparti ikki kunnu ímynda okkum. Og kortini var gleðin til staðar. Øll tey, sum føroyingarnir hittu og royndu at hjálpa, høvdu nógv at geva, hóast bæði børn og vaksin einki áttu í orðins sannasta týdningi. Tey høvdu einki at lívbjarga sær fyri, enn minni eitt stað at búgva.

Sunva Eysturoy arbeiddi saman við hinum føroyingum millum gøtubørnini í miðbýnum, á barnaheimi fyri sexuelt misbrúktar gentur, á sjúkrahúsi fyri børn, sum vóru brekað ella sjúk, tí tey vóru hungursrakt.


Brekað børn sett

út á gøtuna

Eisini vóru børn, sum hjálparfelagsskapurin hevði funnið á gøtuni. Møguliga høvdu foreldrini sett tey út, av tí at tey ikki vildu hava børnini, ella eisini tí børnini vóru fødd við breki.

­ Hvat kundu tit bøta um við at arbeiða har í tríggjar vikur?

­ Nógv hugsa kanska, at tað virkar sum ein dropi í havinum bert at vera so stutta tíð á staðnum, men tann stutta løtan, vit vóru um børnini, er kanska júst við til at gera munin, sigur Sunva Eyusturoy.

­ Vit vóru á einum sjúkrahúsi, har bert fýra sjúkrasystrar vóru um børnini. Tær høvdu so nógv at vera um, og kundu tí bert gera tað mest neyðturvuliga fyri sjúklingarnir.


Allur bati bøtir

­ Vit hjálptu til við at geva børnunum at eta og tílíkt, og bert tað at sita og næna einum barni í ein tíma, er stór hjálp í slíkum føri, sigur Sunva og leggur aftrat; ­ Um tú megnar at broyta eitt menniskjað,so er tað eitt heilt univers í sjálvum sær. Tað, at geva einum barni kærleika, sum kanska ongantíð hevur kent eina kínandi hond, kann fáa týdning fyri barnið at minnast aftur á, hóast tað bert er ein løta.

­ Vit kunnu ikki fevna um allan heimin í senn, og tí er tað so umráðandi, at taka eina uppgávu á seg, heldur enn bert at siga, at tú einki kann gera, sigur Sunva Eysturoy.


Ferðast við fyrilestri og ljósmyndarøð

Føroyingarnir, sum vóru við á ferðini, hava skipað fyri ljósmyndarøð og fyrilestri um ferðina. Umframt at skipa fyri fyrilestri og vísa ljósmyndir frá ferðini á Læraraskúlanum mánakvøldið, hava tey verið á Viðareiði, í Hebron á Argjum, og fara eftir nýttár at hava eitt fyrilestrarkvøld í Ebenezer­ Hvat kunnu tit brúka tykkara royndir til?

­ Vit kunnu vísa á tørvin, greiða frá ferðini og biða fyri teimum neyðstøddu, og á tann hátt gera vart við umstøðurnar. Tað er eisini at hjálpa, og kanska fáa onnur hug at gera okkurt líknandi.

­ Eg kann ikki taka Manila til Føroyar, ei heldur flyta Føroyar til Philipsoyggjarnar, men eg havi lært, at smálutir ,sum vit gremja okkum um í Føroyum, gerast týdnimgarleysir, tá tú sært neyðina úti í heimi, sigur Sunva Eysturoy, sum avgjørt ikki er liðug við at arbeiða fyri neyðstødd.

Hon vildi helst farið aftur til Manila ella aðrastaðni í heiminum, har børn hava tørv á hjálp og stuðli, børn sum als ongan góðan eiga, og har eingin leggur í um tey eru livandi ella deyð.


Har hevur mannalív einki at týða

­ Hvat stendur eftir, tá tú ert kominheimaftur?

­ Størsta og besta upplivingin var at síggja tær sexuelt misbrúktu genturnar á barnaheiminum siga, at Gud hevði lært tær at fyrigeva.

­ Torførasta og mest syndarliga upplivingin var tá vit á miðjaru nátt hildu sunnudagsskúla fyri gøtubørnunum á gongubreytini frammanfyri triðstørsta handilsmiðdeplinumí heiminum, har alskyns vøruúrval eru til keyps.

Gøtubørnini komu tysjandi úr hvør sínum herðaldshorni millum húsini og bilarnar á gøtuni. Nógv teirra vóru bara fýra-fimm ára gomul, og hava als ongan góðan.

­ Tað torførasta var, tá hesi børnini aftaná sunnudagsskúlan fóru aftur hvør til sítt, og at vita sær, at eitt mannalív har als einki hevur at týða, og at børnini ongan góðan hava, sigur Sunva Eysturoy, sum fegin vil at vit skriva,at ungfólkini ikki hava verið burtur fyri at seta fokus á seg sjálvi, men at tey hava gjørt hetta fyri at hjálpa neyðstøddum børnum, og at alt er gjørt til æru fyri Gud.