Ólavur í Beiti
Jørgen Niclasen er føddur í Sørvági, 1969, í Gistingarhúsinum hjá ommuni, og verður sostatt 30 ár í nýggja árinum.
Og Jørgen er ynskti maður, sum hevur sitið á tingi, tá ið hann kom inn fyri Svend Aage Ellefsen og sat í einar 14 dagar fyri hann tá. Eitt skifti sat hann fyri Svend Aage í 1989 og aftur í 1990, men tá ið Svend Aage fór út í landsstýrið frá 1991-93, gjørdist Jørgen fastur tingmaður. Men Jørgen kom fyrstu ferð inn á ting við valið 1994 og afturvaldur var hann í 1998. Hetta er hansara politiska søga í stuttum fram til mánadagin, tá ið hann so tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og vit kunnu siga, ein nýggj politisk tíð er bryjað.
Av politiskum álitisstørvin, Jørgen Niclasen hevur havt sum tingmaður Fólkafloksins, kunnu vit nevna, at hann í 1991-93 var formaður í Almanna- og Heilsunevndini; frá 1994-96 formaður í Landsstýrismálanevndini; frá 1996-98 formaður í Vinnunevndini og limur í Norðurlandaráðnum, har hann var valdur til næstformann í Norðurlandanevndini. Eftir løgtingsvalið í 1998, varð hann so valdur til formann í Fíggjarnevndini, har hann var formaður til fíggjarlógarálitið var liðugt í farnu viku.
Umframt at nýggjur formaður skal veljast í Fíggjarnevndina, skal Grein 19-nevdin eisini hava nýggjan formann, har Jørgen Niclasen eisini hevur sitið sum formaður síðan nevndin var endurskipað í heyst.
Politiska tendringin
Um politisku tendringina, sigur ungi fiskimálaráðharrin, at hann helt sína fyrstu poltisku røðu antin í 5. ella 6. flokki. Gubbi Jørgen Niclasen, Sune Jacobsen, sum var floksalærari hjá Jørgen, skipaði fyri valfundi í flokkinum, har næmingar so skuldu umboða sín flokk og skuldi eisini argumenterast fyri, hví tú hevði valt henda tín flokk.
? Tað heita evnið tá var, um loyvi skuldi verða at skeinkja sterkt umborð á Norrønu ella ikki, og hvør royndi í sínum lagi at grundgeva fyri sjónarmiðum sum teir ymsiku flokkarnir høvdu. Fólkaflokkurin var fámentur í tí flokkinum, og neyvan var framløgan yvirbevísandi, tí veljarakanningin vísti, at 2 atkvøður vóru til flokkin, áðrenn kanningina, og 2 eftir kanningina.
? Eg haldi tað ger einki, um eg nevni her í hesum sambandi, at eg var so lítil á vøkstri tá í mun til mínar javnaldrar, og hevði satt at siga ikki annað at brúka, enn mín munn, tí royndi eg at berjast, gekst ikki gott, so tað ráddi um at siga tingini og so sleppa sær til beins; tá var eg kvikur!
Hart at vera høgravendur
? Men satt at siga, so havi eg altíð havt eldhuga fyri politikki, og hesin eldhugi slapp rættiliga at standa sína roynd, tá ið eg kom í Hoydalar í 1985. Har var hart at vera høgravendur, tí reyðari umhvørvi haldi eg ikki, eg havi verið í í lívinum. So politisku samanbrestirnir haruppi vóru harðligir, men høvdu kortini onga ávirkan á vinskapin okkara millum. Hoydalar var ein sera góð tíð, sum menti meg ótrúliga nógv, tí mótstøða gevur styrki, um tú ikki boygnar um tvøran.
? Píkatráðs-sosialisma og Jarntjald vóru orðini, ið tá vórðu brúkt, so tað kendist sum ein sigur, tá Berlin-múrurin fall!
Stillar upp
Eftir Hoydalar hevði Jørgen hugsað nógv at farið niður á sakføraraskúla, men hann valdi at arbeiða eitt ár, áðrenn hann skuldi fara. Hetta árið, tað var í 1988, arbeiddi hann í familjufyritøkuni, Handilsvirkið Niclasen, í Sørvági.
? Hetta sama árið gjørdist eg eisini aktivur í Vága Fólkafloksfelag, og heitt var á meg at stilla upp til løgtingsvalið sama ár. Eg fekk næstflestar atkvøður á listanum, og gjørdist varamaður hjá Svend Aage. Samstundis fekk eg eisini møguleika at møta á tingi, og gjørdist meiri og meiri bitin av hesum, og endin gjørdist so at sakaførardreymarnir máttu víkja fyri politikkinum.
? Hevði eg skula liva henda partin um aftur, hevði eg tikið lesturin fyrst og so kundi politikkurin komið aftaná, men tað er altíð lætt at vera eftirklókur.
Við rættiligari ferð
Eftir hetta - sum vit longu hava nevnt í innganginum um øll álitisstørvini og árini á tingi - kann ikki sigast annað enn, at skjótt hevur gingist hjá Jørgeni Niclasen upp eftir politiska stiganum, og mánadagin tók tann 29-ára gamli sørvingurin so við sum fiskivinnumálaráðharri, sum má metast at vera ein sera tungur postur í landsstýrinum, men mongu álitisstørvini og eisini árini á tingi, hava givið honum góða og tungtvigani barlast.
? Eg síggi fram ímóti eini spennandi og eisini truplari uppgávu í landsstýrinum, tí sessurin sum fiskimálaráðharri hevur altíð verið ein buldraligur sessur og útlitini nú, eg havi tikið við, gera hann ikki minni krevjandi, tí bæði fiskaprísur og fiskanøgdir eru óvanliga høgar nú, og tað kann lættliga henda at hesi bæði fara niðureftir aftur.
? Men tað er mín vón, at vit við skilagóðum loysnum kunnu bæði klára, tá ið tað gongur upp og eisini, tá ið tað gongur niður. Tað er skjótt hvønn vegin, tá ið vit tosa um og hava við at gera hesa vinnu, sigur nýggi fiskimálaráðharrin.
Familjulívið ovast
? Hóast tað eru stórar løtur, tá ið tú verður valdur í politikki, so eru tær allarbestu upplivingarnar, eg havi havt, í familjulívinum. Løtan á kirkjugólvinum við brúðarvígslunað, tá ið eg giftist Annelenu, og so løturnar, tá ið vit fingu Lindu, sum nú er 5 ár, og Ásvør, sum er 3 ár. Hesar tríggjar løturnar eru uttan samanbering tær tríggjar størstu í mínum lívi.
? Tað kann eingin ivi vera um, at politikkur og familjulív ikki harmonera serliga væl saman, tí ofta eru langir dagar og tú ert nógv burtur frá konu og børnum, og tá ið tú so endiliga ert komin til hús, skulu allar uppringingarnar svarast. Tí krevst nógv av familjuni at hava ein politikara í húsinum, men eg eri takksamur fyri tað tolnið, ið hevur verið víst mær og mínum starvi.
? Hetta tolni og hesin stuðul heimanífrá gevur mær styrki at halda fram og stand ímóti í politikki. Til tíðir er ágangurin móti einum politikara sera stórur.
Ítróttarmaður og tónleikari
Umframt at hava havt sera stóran áhuga í politikki øll árini, og nú at skula umsita eitt stórt málsøki úti í Tinganesi, so hevur Jørgen Niclasen eisini verið ítróttarmaður og tónleikari.
Jørgen spælir enn flogbólt við mesistaradeildarliðnum hjá SÍ, og í 1993 gav Jørgen saman við Jákupi á Stongum út bandið »Eg vil út«. Um tað var út í Tinganes, hann longu tá droymdi um, er ikki lætt at meta, men nú er hann so sloppin »út« í Tinganes eisini.
? Hóast eg havi verið við í hornblástri og spælt popp-tónleik og flogbólt, so strekkir tíðin ikki til longur. Hesi ítriv hava eitt fyri og annað eftir verið noydd at dvína fyri politikkinum og familjuni, sigur nýggi fiskimálaráðharrin, sum vit ivaleyst fara at hoyra nógv frá nú, hann hevur tikið við sum fiskimálaráðharri.