óformellum umstøðum, var ein hugnalig og væleydnað guðstænasta hildin undir opnum himli. Skráin annars er á leið sum aðrar slíkar stevnur plaga at vera. Kappingar av ymsum sløgum. Hoppiborgir, tombola, ponyríðing [...] tykist vera ein tann trúgvasti stevnuluttakarin yvirhøvur. Kajak og kanoframsýningar verða Niðri á Vatni, og eisini fer at bera til at leiga sær ein túr við hesum førunum. Sum ein av skemtikappingunum, verður [...] verður eisini rógvikapping millum ávísar kendar persónar. Eitt afturvendandi tiltak á hesum EB døgunum er triatlon kappingin, har svomið verður tvørtur um vatnið. Síðan verður súkklað av Mølini út á Torvanes
undirgrundina. Tað er nevniliga so, at oljufeltini á bretskum øki og leitingin í føroykum umráði liggja í forlongilsi av hvørjum øðrum og parralelt við kósina hjá Norrønu. So stutt er eisini millum bretsku [...] sambart arbeiðsprogramminum hjá BP/Shell er ætlanin at testa møguligt fund beinanvegin. Tvs. at fáa fleiri upplýsingar um oljuna og goymsluna skjótast tilber. Hetta er so eisini í tráð við tað, sum bæði b [...] hesi vikuni hevði Sovereign Explorer borað í umleið 20 dagar. Eitt møguligt kvalifiserað skot er, at borurin er komin millum 1000 og 1500 metrar niður. Tvs. at Statoil hevur borað millum triðing og fjórðing
mi eru frálíka góðar. Gott og stórt hús er við øllum hentleikum. Tað einasta, sum kanska er eitt sindur keðiligt, er vatni. Tað er nemliga soleiðis, at talan er um regnvatn. Lat okkum siga tað soleiðis: [...] vitanar og alt tað, sum Farvandsvæsenet hevur undir hond í Føroyum, er, at tað er torført at vita, hvat stýrið hetta skal koma undir. Sum nú er, so Farvandsvæsenet undir Forsvarsministeriet, men hetta eiga vit [...] filmar gjørdir um Føroyar og føroyingar, men av teimum snýr ein seg um Mykines. Tað er eisini vitin í Mykineshólmi, sum er ?uppkallaður? í filminum. ?Tre blink mod Vest? eitur filmurin, og var tað Ulla Bøje
fjórðingar langur teinur, men tað er lítið samanborið við ta ferðina, sum hann júst hevur endað. - Báturin er sera góður. Hann kann stýrast bæði innanifrá og uttanifrá, og er sera sterkur og turrur eisini [...] Hann hevur ongar ætlanir um at hetta skal vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist fyri. - Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini [...] Mítt føroyska er blivið nógv betur upp á tað seinasta. Eg haldi at tað kemst av, at eg havi tosað føroyskt við meg sjálvan allan vegin hertil. Eg byrjaði enntá at droyma á føroyskum, og tað er nokkso stuttligt
stórum leka fyrr í ár, og hóast tað enn verða pumpaðir einir 180 litrar av vatni um minuttin út úr tunnilsmunnunanum í Leynum, so er tað langt undir mestamarkið fyri hvussu nógv vatn kann leka í tunnilin. [...] Nú koyra lastbilar aftur inn og út úr tunnilsmunnunum í Leynum og á Oyragjógv við gróti, sum er sprongt burtur fyri at geva pláss fyri fyrsta føroyska undirsjóvartunnlinum. Øll fólkini, sum hava sítt dagliga [...] lata fólk fara í feriu so við og við. ? So høvdu vit mugu koyrt við hálvum blussi alt summarið. Tí tað er ikki sum at siga tað at taka avloysarar inn í eitt slíkt arbeiði, sigur Dávid Reinert Hansen. Hálvantriðja
Shell. Talan er um teigin 204,18,1, sum tey bæði feløgini fingu tillutað í seinastu útbjóðingini í Bretlandi, tí 19. runduni fyri fáum mánaðum síðani. Saman við einum brunni á djúpum vatni í Noregi og tí [...] i feltunum á Atlantsmótinum, Foinaven og Schiehallion. Tað er greitt, at við teirra drúgvu royndum og tøkniliga vitan at bora á djúpum vatni eitt nú í Meksikanska flógvanum og nú eisini her norðuri í [...] fara at bora í næstum, hevur fingið navnið Assynt og er uppkallaður eftir einum fjalli í Skotlandi. Hann liggur ikki so langt frá verandi oljufeltum og er hann tí partur av strategiini hjá BP at gera so nógv
sett á stovn í Mykinesi. Tað er Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi og tveir aðrir, sum nú hava tikið stig til at gera eina alistøð í Mykinesi. Hann sigur, at tað, sum ætlanin er, er at fara undir at ala smolt [...] halda tvørturímóti, at ein smotlstøð er ein upplagdur møguleiki til at fáa okkurt slag av vinnulívi á føtur í eini útoyggj, sum Mykines er. ? Teir hava sagt okkum, at tað er onki at bíða við og at tey vóna [...] stórt alibrúk liggur beint við, á Sørvágsfirði, so enda smoltini har, er flutningurin ikki langur. Hann sigur, at nóg mikið av vatni er í Mykinesi til smoltstøð. ? Nú ber tað eisini til at seta skipanir upp
Sosialin, at brævið er enn ein av hennara mongu royndum at fáa betrað um ferðasambandið um Leirvíksfjørð, sum í løtuni als ikki er nøktandi. ? Dúgvan klárar als ikki at nøkta tørvin, og tí er kaos á ferjulegunum [...] um morgunin. Hetta er eisini ein stórur trupulleiki fyri manningina, sum einki fær gjørt, greiðir Rúna Sivertsen frá. Og Rúna Sivertsen roynir eisini at geva eina mynd av, hvussu tað er at vera norðoyingur [...] ferjuleguni klokkan trý korter til sjey ? og tá er tað kortini ikki vist, at tú sleppur við, sigur Rúna Sivertsen. Rúna Sivertsen greiðir eisini frá, at tað javnan er so galið, at bilarøðirnar ikki rúmast á
at sleppa av við streymin er tað neyðugt at binda í netið hjá SEV. ?Hetta er ein spurningur, sum stýrið fyri SEV má taka støðu til, tá ið ein umsókn kemur. Og mær kunnugt er ongin umsókn komin, og fyrrenn [...] Vindorka Tað er ikki vist, at vindmyllurnar, sum ætlanin er at seta upp á Strondum, sleppa at binda í hjá SEV. Sum vit greiddu frá í sosialinum í gjár, eru tað tey bæði, danska vindmyllufelagið Wincon [...] sum SEV sjálvt hevur av vindmyllum í Føroyum, vísa, at tað er meiri enn ivasamt um tað loysir seg at seta vindmyllur upp í Føroyum og at tað er neyðugt at hugsa seg sera væl um, áðrenn loyvi verður givið
man liggja inni við mestu vitanini um møguleikarnar av finna olju og gass her. Hann er norðmaður og er hann nevndur er hann kendur. Terje Hagevang, sum var ein av teimum fyrstu útlendsku jarðfrøðingunum [...] landgrunninum. At basalt er í pørtum av økinum er ikki til hindurs fyri at arbeiða her og leita eftir olju. Man má bara hava tol. Hann leggur dent á, at ein turrur brunnur er eingin vanlukka, tí hann gevur [...] øki men hann hevur ikki gloymt Atlantsmótið (Atlantic Margin), sum føroyski landgrunnurin er partur av. Sagex er m.a. við at fyrireika nýggjar seismiskar kanningar millum Hetland og Føroyar, tí her finnast