Ítróttardagar
Árligu ítróttardagarnir hjá Eiðis Bóltfelag, teir sonevndu EB dagarnir, verða hildnir á Eiði komandi vikuskifti.
EB dagarnir eru sum ein vanlig bygdarstevna, sum vit kenna tær ymsastaðni frá hesa tíðina.
EB dagarnir byrja fríggjakvøldið klokkan 18.oo, tá Emil Olsen, prestur, heldur ítróttarguðstænastu við fótbóltsvøllin Niðri á Møl. Hetta tiltakið varð eisini í fjør, og eydnaðist tað heilt væl. Væl av fólki var samankomið, og undir heilt óformellum umstøðum, var ein hugnalig og væleydnað guðstænasta hildin undir opnum himli.
Skráin annars er á leið sum aðrar slíkar stevnur plaga at vera. Kappingar av ymsum sløgum. Hoppiborgir, tombola, ponyríðing, dansur og ikki at gloyma pylsuvognin, sum tykist vera ein tann trúgvasti stevnuluttakarin yvirhøvur.
Kajak og kanoframsýningar verða Niðri á Vatni, og eisini fer at bera til at leiga sær ein túr við hesum førunum. Sum ein av skemtikappingunum, verður eisini rógvikapping millum ávísar kendar persónar.
Eitt afturvendandi tiltak á hesum EB døgunum er triatlon kappingin, har svomið verður tvørtur um vatnið. Síðan verður súkklað av Mølini út á Torvanes og aftur, áðrenn endað verður við at renna kring vatnið. Hetta tiltakið hevur verið væl umtókt, og í ár verða eisini tvær kvinnur við í kappingini. Og ikki færri enn 10 menn hava boðað frá luttøku í ár.
Fótbóltsvøllurin Niðri á Møl hevur seinnu tíðina eisini verið brúktur til lokalar krokkkappingar. Og eisini hesir garparnir - og annars tann, sum hug og evni hevur - fara at royna seg við skipaðari krokkkapping hesar dagarnar.
Umframt verður eisini fótbóltur á skránni. Bæði landskapping í 5. deild, eins og skemtidystir eisini verða leiktir.
Sum vanligt er á flest øllum stevnum, verða eisini kristilig útimøti hildin. Samkoman í Mizpa fer leygarkvøldið klokkan 19.oo at hava útimøti á Vaglinum.
Seinni leygarkvøldið - klokkan 22.oo - verður felagssangur á Vaglinum, har Rasmus Joensen, eiðismaður í Havn, fer at halda røðu.
Eitt annað tiltak verður eisini beint eftir felagssangin. Tað er ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har ein veðrur verður seldur. Tað varð eisini roynt í fjør, og gav felagnum heilt fitt av peningi.










