»Undirritaða heitir staðiliga á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um at økja túratalið um Leirvíksfjørð beinanvegin.«
Soleiðis ljóðar stutta brævið dagfest 29. august, sum Rúna Sivertsen, tingkvinna hevur sent Bjarna Djurholm, landsstýrismanni og floksfelaga hennara í Fólkaflokkinum.
Rúna Sivertsen sigur við Sosialin, at brævið er enn ein av hennara mongu royndum at fáa betrað um ferðasambandið um Leirvíksfjørð, sum í løtuni als ikki er nøktandi.
? Dúgvan klárar als ikki at nøkta tørvin, og tí er kaos á ferjulegunum báðu megin hvønn dag, sigur Rúna Sivertsen.
Sleppa ikki við
Rúna Sivertsen sigur tað vera heilt vanligt, at fleiri bilar standa eftir á ferjuleguni, tí pláss ikki er fyri teimum umborð á Dúgvuni. Og júst tí, at støðan hevur verið soleiðis leingi, eru fólk farin at seta bilar sínar í bilarøðina kvøldið fyri, at tey skulu við, og hetta skapar kaos.
? Í Klaksvík er tað vorðið soleiðis, at fólk, sum skulu við Dúgvuni næsta ella triðja túrin um morgunin, seta bilin í bilarøðina longu kvøldið fyri, og so skapar hetta stórt kaos og forargilsi á ferjuleguni teir fyrstu túrarnar um morgunin. Hetta er eisini ein stórur trupulleiki fyri manningina, sum einki fær gjørt, greiðir Rúna Sivertsen frá.
Og Rúna Sivertsen roynir eisini at geva eina mynd av, hvussu tað er at vera norðoyingur og skula við Dúgvuni klokkan hálvgum átta á morgni, fyri at sleppa til Havnar til arbeiðis.
? Dúgvan siglur klokkan hálvgum átta. Men skalt tú hava nakra vón um at sleppa við, mást tú í seinasta lagi vera á ferjuleguni klokkan trý korter til sjey ? og tá er tað kortini ikki vist, at tú sleppur við, sigur Rúna Sivertsen.
Rúna Sivertsen greiðir eisini frá, at tað javnan er so galið, at bilarøðirnar ikki rúmast á ferjuleguni, og tí leingjast út í býðin.
? Hesum kunnu útlendingar, sum langt framman undan hava lagt eina ferð í Føroyum til rættis, sjálvsagt ikki vita av, og tí endar tað eisin ofta við, at útlendsku bilarnir als ikki sleppa við, sigur tingkvinnan úr Klaksvík.-
Farmurin forðar
Rúna Sivertsen vísir á, at ein partur av trupulleikan á Leirvíksfjarðarleiðini er, at nógvur farmur verður fluttur um Leirvíksfjørð somu túrarnar, sum nógv ferðafólk skulu við.
? Umframt, at hetta ger, at nógvir bilar koma at standa eftir, ger tað eisini at fólk eru noydd at vassa í vatni frá fiskabingjum á dekkinum og síðani draga hetta við sær inni í bilarnar. Og hetta er eisini galdandi sunnudagar. Tað ber snøgt sagt ikki til at fara væl klæddur um Leirvíksfjørð.
? Eg skilji ikki, at tað ikki kann bera til at flyta farmaflutningin til um náttina, sigur Rúna Sivertsen.
Tingkvinnan úr Klaksvík kundi eisini hugsað sær eina bíleggingarskipan, so tú kundi bílagt tær pláss við ferjuni dagar frammanundan, at tú skalt avstað. Men hon hevur fingið at vita, at hetta ikki ber til.
? Trupulleikin hjá okkum er akuttur. Tað nyttar ikki bara at siga, at vit fáa ein undirsjóvartunnil, tí vit mugu fáa eina loysn, til vit fáa tunnilin, sigur Rúna Sivertsen.