Arbeiða aftur undir Vestmannasundi

Mánadagin fór arbeiðið at spreingja tunnil undir Vestamannasund aftur í gongd, eftir at øll starvsfókini, bæði í tunnlinum og í umsitingini, hava verið í feriu í tríggjar vikur

 

Nú koyra lastbilar aftur inn og út úr tunnilsmunnunum í Leynum og á Oyragjógv við gróti, sum er sprongt burtur fyri at geva pláss fyri fyrsta føroyska undirsjóvartunnlinum.

 

Øll fólkini, sum hava sítt dagliga yrki í samband við Vágatunnilin, hava verið í feriu hesar seinastu tríggjar vikurnar, og arbeiðið at gera tunnilin hevur tískil ligið stilt. Men mánadagin møttu tey so øll aftur, og fóru í gongd.

 

Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum, sigur, at tey valdu heldur at steðga arbeiðinum fullkomuliga í tríggjar vikur og so fara í gongd aftur við fullari styrki, enn at lata fólk fara í feriu so við og við.

 

? So høvdu vit mugu koyrt við hálvum blussi alt summarið. Tí tað er ikki sum at siga tað at taka avloysarar inn í eitt slíkt arbeiði, sigur Dávid Reinert Hansen.

 

 

 

Hálvantriðja kilometur

 

Nú byrjað varð at spreingja aftur mánadagin, var holið Streymoyarmegin 1664 metrar djúpt, og Vágoyamegin vóru teir komnir 882 metrar inn. Tað verður nú arbeitt undir havinum á báðum síðum. Streymoyarmegin eru teir komnir 150 metrar út undir Vestmannasund, og Vágoyamegin eru teir júst komnir út undir sundið. Her fer arbeiðið í løtuni fram 56 metrar undir havbotninum. Streymoyarmegin eru teir 66 metrar undir havbotninum.

 

Arbeiðið gekk sera væl áðrenn farið varð í feriu, og nú heldur tíðarætlanin aftur. Har komu annars stórar seinkingar fyri sum avleiðing av verkfallinum fyrr í ar, men við tað at arbeiðið at gera tunnilsvegin Vágoyarmegin varð liðugt ein mánað fyrr enn væntað, bar til at vinna mistu tunnilsmetrarnar aftur.

 

 

 

Eru uttan fyri Kvívík

 

Tunnilsgerðin Streymoyarmegin fer nú fram undir havbotninum stutt uttan fyri Kvívík. Og tá sprongt verður í tunnlinum, hoyra og merkja fólk í bygdini rumbulin. Hetta fara tey at gera í eina tíð enn, tí tunnilin skal so at siga spreingjast framvið bygdini.

 

Men ristingarnar eru tó eingin trupulleiki. Ein ristingarmátari varð fyrr í ár settur inn í summi av húsunum í bygdini, og hann vísti, at tær harðastu ristingarnar ikki vóru, tá tunnilsarbeiðarnir sprongdu, men tá úthurðarnar blivu smekkaðar.

 

Streymoyarmegin varð tunnilsgerðin seinkað nakað av einum stórum leka fyrr í ár, og hóast tað enn verða pumpaðir einir 180 litrar av vatni um minuttin út úr tunnilsmunnunanum í Leynum, so er tað langt undir mestamarkið fyri hvussu nógv vatn kann leka í tunnilin.

 

Tunnilin verður ongantíð tettur heilt, tí tað loysir seg heilt einfalt betur framhaldandi at pumpa vatnið burtur - eisini tá tunnilin einaferð stendur liðugur.

 

Ætlandi skal tunnilin undir Vestmannasund verða klárur at taka í nýtslu á vári 2003.