Tað er lív og kæti í kappróðrinum í Kollafirði.
Tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust, var tað aftur bátur úr Kollafirði, sum var fremstur.
Kjósin kappaðist eina løtu við Fípuna Førgru, sum hevði besta startin, og sum fyrstu løtuna var á odda.
So tók Kjósin Fípuna Føgru, og tá sá tað út til, at eisini Leikalind og Tjaldrið fóru framvið teimum úr Klaksvík.
Fram ímóti málinum loftaðu tær úr Klaksvík sær aftur, og tær vóru fremstar í tættari kapping um næstfyrsta plássið.
Men eingin av teimum trimum bátunum – Fípan Fagra, Leikalind og Tjaldrið – megnaði at gera nakað við Kjósina, sum var meiri enn eina bátslongd undan avbjóðarunum.
1 | Kjósin (KÍF) | 05:27.46 | +00.00 | 7 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 05:31.29 | +03.83 | 6 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 05:31.44 | +03.98 | 5 | ||
4 | Tjaldrið (NSÍ) | 05:34.23 | +06.77 | 4 | ||
5 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 05:36.33 | +08.87 | 3 | ||
6 | Blikur (AR) | 05:43.27 | +15.81 | 2 | ||
7 | Svanur (Skála) | 05:46.08 | +18.62 | 1 |
1 | Kjósin (KÍF) | 3 | 20 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 3 | 19 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 3 | 13 | ||
4 | Tjaldrið (NSÍ) | 3 | 12 | ||
5 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 3 | 11 | ||
6 | Blikur (AR) | 3 | 5 | ||
7 | Svanur (Skála) | 3 | 4 | ||
8 | Havfrúgvin (VÍF) | 2 | 0 | ||
9 | Spógvin (NSÍ) | 2 | 0 |