Tað sigur herurin (IDF) í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni AFP.
Ísraelski miðilin Kan skrivar, sambært tíðindastovuni Reuters, at í minsta lagi tíggju rakettir høvdu rakt í morgun.
Iranska álopið kom í kjalarvørrinum av einum loftálopi hjá USA á trý iransk kjarnorkuverk í nátt.
Hetta er fyrstu ferð, at USA legst beinleiðis uppí ósemjuna, eftir at Ísrael fríggjakvøldið í síðstu viku leyp á fleiri hernaðarlig mál í Iran - sambært Ísrael fyri at forða Iran í at gerast kjarnorkuveldi.
Síðani tá hava Ísrael og Iran fleiri ferðir bumbað hvørt annað.
/Ritzau/