Bygdamenning
Gongur, sum ætlað, verður ein alisstøð nú sett á stovn í Mykinesi.
Tað er Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi og tveir aðrir, sum nú hava tikið stig til at gera eina alistøð í Mykinesi.
Hann sigur, at tað, sum ætlanin er, er at fara undir at ala smolt á eini støð í Mykinesi.
Hann sigur, at tað eru einir tveir mánaðir síðani, at teir søktu vinnumálastýrið um loyvi at gera eina smoltstøð í Mykinesi, men enn er svar ikki komið.
Tað kann tykjast at liggja eitt sindur fjarskotið at byggja eina smoltstøð í Mykinesi, men tað er Esbern í Eyðansstovu als ikki samdur í
? Tað liggur akkurát líka væl fyri at ala smolt í Mykinesi sum alla aðrastaðni í Føroyum,
Hann sigur, at teir hava verið í sambandi við fólk í alivinnuni og tey halda tvørturímóti, at ein smotlstøð er ein upplagdur møguleiki til at fáa okkurt slag av vinnulívi á føtur í eini útoyggj, sum Mykines er.
? Teir hava sagt okkum, at tað er onki at bíða við og at tey vóna, at vit koma ígongd, ongantíð ov skjótt.
Stigtakarin í Mykinesi sigur, at, tað, hann hevur fingið at vita, er ov lítið til av smolti til og tí vónar hann, at teir sleppa ígongd í Mykinesi sum skjótast.
Hann sigur, at tað, teir hava søkt um, er at fáa loyvi til at ala 500.000 smolt um árið í fyrstu syftu.
? Tað er ikki tað stóra, men tað hevði verið ein góð byrjan. Men ætlanin er avgjørt at fáa møæguleikan at økja um virksemið, so hvørt, sum umstøðurnar eru til tað.
Ongin trupulleiki
Esbern í Eyðansstovu er sannførdur um, at flutrningurin verður als ongin trupulleiki, tá ið smolti skal fáast úr Mykinesi í tey alibrúkini, sum keypa.
Hann vísir á, at yvirhøvur verða smoltini nú á døgum flutt við tyrlu og tað liggur ikki verri fyri at flyta tey úr Mykinesi í okkurt alibrúk, sum at flyta tey onkra aðrastaðni frá.
Hann vísir eisini á, at eitt stórt alibrúk liggur beint við, á Sørvágsfirði, so enda smoltini har, er flutningurin ikki langur.
Hann sigur, at nóg mikið av vatni er í Mykinesi til smoltstøð.
? Nú ber tað eisini til at seta skipanir upp, so at vatnið kann endurnýtast og tá verður í øllum førum slett ongin trupulleiki við vatninum. Tá fer eisini at bera til at hava nógv meiri smolt tað hálvu milliónina, teir ætla at byrja við.
Til reiðar við pengum
Esbern í Eyðansstovu sigur, at ætlanin er ikki at leggja ov nógv fyri beinanvegin. Umframt at byrja í smáum við 500.000 smoltum, er ikki ætlanin at byggja nakran virkisbyging - í hvussu so ikki í fyrstu syftu.
? Vit ætla at ala úti, tí tað ber væl til at ala smolt úti. Men møguliga fara vit at gera møguleikar fyri at hava tey inni tað allarfystu tíðina, men tað er ikki neyðugt við nakrari stórari íløgu til tað. Tað ber væl til at hava tey í kørum í onkrum kjallara, sigur hann.
Hann viðgongur tó, at smoltini veksa heldur betri undir taki, tí tá ber til at hava eitt sindur av hita á og sleppa teir ígongd, fara teir tí helst at byggja virkisbygning, tá ið ráðini verða til tað.
Stigtakarin sigur, at teir hava eisini verið í sambandi við fólk, sum eru sinnað at seta pening í ætlanina.
Millum annað eru tað alibrúk, sum eru áhugað at seta pening í ætlanina.
Hann væntar tí ikki, at tað verður nakar trupulleiki at úvega pening til ætlanina.
Hann metir, at talan verður um eina íløgu upp á upp ímóti tveimum milliónum.
Men hann ivast ikki í, at framtíð er í hesum, serliga, tá ið hugsað verður um, at alivinnan er í støðugari menning tí tí alsamt eisini hevur brúk fyri meiri og meiri smolti.
Gjørt undurverk
Mykinesmaðurin sigur, at Smoltstøðin hevði givið arbeiði til einar tríggjar mans.
? Tað hevði verið trý føst arbeiðspláss og tað hevði verið gull vert í einum plássi sum Mykinesi.
Hann sigur, at tað eru júst nøkur føst arbeiðspláss, sum sum eru nakrar av høvuðsfortreytunum fyri smáplássini, skulu tey hórað undan.
Tað kann eisini vísast á, at nettupp smoltstøðir er ein vinnugrein, ið verður nevnd í útoyggjaálitinum sum ein møguleiki til at skapa vinnulív í útoyggj.
MYNDATEKSTUR; MYND AV