Vindorka
Tað er ikki vist, at vindmyllurnar, sum ætlanin er at seta upp á Strondum, sleppa at binda í hjá SEV.
Sum vit greiddu frá í sosialinum í gjár, eru tað tey bæði, danska vindmyllufelagið Wincon og Óli Gordon Bech, sum ætla at seta fleiri vindmyllur upp á Strondum.
Men fyri at sleppa av við streymin er tað neyðugt at binda í netið hjá SEV.
?Hetta er ein spurningur, sum stýrið fyri SEV má taka støðu til, tá ið ein umsókn kemur. Og mær kunnugt er ongin umsókn komin, og fyrrenn hon kemur, hevur hann onki ítøkiligt at taka støðu tilsigur Klæmint Weihe, stjóri Í SEV.
Tí dugur hann heldur ikki at siga enn, um myllurnar sleppa at binda í hjá SEV.
? Men hann visir á, at royndirnar, sum SEV sjálvt hevur av vindmyllum í Føroyum, vísa, at tað er meiri enn ivasamt um tað loysir seg at seta vindmyllur upp í Føroyum og at tað er neyðugt at hugsa seg sera væl um, áðrenn loyvi verður givið til at binda í.
Loysti seg ikki
SEV hevur sjálvt gjørt royndir við vindmyllum fyri at vita, hvussu tær rigga í Føroyum og um tær eru ein nýtilig orkukelda afturat, ella ístaðin fyri vatnorkuna og motorverkini hjá SEV.
? Royndirnar vit gjørdu, vísa, at tað ber væl til at gera orku burturúr vindi í Føroyum. Men tað eru fleiri onnur viðurskifti sum gera, at vit ikki hava viljað lagt nakran dent á at útbyggja vindorkuna.
SEV stjórin sigur, at royndirnar vístu, at fíggjarliga loysti tað seg ikki at vinna streym úr vindmyllum, tí prísurin á streymurin frá vindmyllunum er ikki kappingarførur við streymin frá vatnorkuverkunum og motororkuverkunum.
? Harumframt vísti tað seg at tað var ógvuliga dýrt at seta vindmyllur upp og somuleiðis er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógv kann gerast av streymi frá vindmyllum, tí netið í Føroyum er so lítið.
Og at enda eru tað teir harðu stormarnir í Føroyum gera seg galdandi.
Tað eru serliga hesi trý viðurskiftini, kostnaðurin, støddin á netinum og veðurlagið, sum gera, at SEV hevur lagt vindorkuna á hyllina.
Men samstundis ásannar hann eisini, at síðani SEV gjørdi sínar royndir, hevur stór menning verið í vindmyllu ídnaðinum so at roknistykkið batnar.
Men enn metir SEV ikki, at prísirnir á vindorku í Føroyum eru kappingarførir við tað, sum tað kostar at gera streym burturúr teimum orkukeldum, sum SEV hevur nú, tvs, burturúr vatni og dieseloljuverkum.
? Tann vitanin, vit hava fingið um vindorku hesi seinastu nógvu árini, siga okkum, at vit skulu vera sera varin, áðrenn vit fara í holt við vindorku.
So tá ið Óli Gordon Bech lovar, at teir kunnu levera streym fyri helvtini av tí, sum streymurin nú kostar, er hann meiri enn ivasamur.
? Eg vænti, at teir eru á skeivari leið, um teir halda, at teir kunnu selja okkum streym fyri helvtina av tí, sum annars kostar okkum at gera streym.
? Og skulu vit keypa streym frá øðrum má tað vera endamálið at vit fáa hann fyri minni enn tað, tað annars kostar okkum at gera streym. Vit fara ikki at keypa streym frá øðrum, um hann kostar meiri enn vit sjálvir kunnu gera hann fyri, tað sigur seg sjálvt, sigur Klæmint Weihe.