Báknini trý verða framvegis send...



Útoyggin Mykines: Eitt hitt kendasta í Mykinesi er Vitin í Mykineshólmi. Vitin vegleiður framvegis skip og bátur, og nógv verður gjørt fyri at halda honum í góðum standi. Henda dagin, tá Sosialurin vitjaði, var umvælingararbeiði í gongd


 

 

Tað eru ikki nógvir filmar gjørdir um Føroyar og føroyingar, men av teimum snýr ein seg um Mykines. Tað er eisini vitin í Mykineshólmi, sum er ?uppkallaður? í filminum. ?Tre blink mod Vest? eitur filmurin, og var tað Ulla Bøje Rasmussen, sum stóð fyri at gera filmin saman við øðrum góðum kreftum.

 

Enn stendur vitin við sama lag, og skip og bátar kunnu framvegis fáa síni tekin frá einum av kendastu vitunum í danska kongaríkinum.

 

Tað er so sanniliga eisini ein vøkur sjón tú sær, tá tú stendur í Mykineshólmi. Tað vil altíð vera okkurt serligt við tílíkum vitum, tí hesir hava nakað yvir sær, sum kanska minna okkum á eina farna tíð.

 

Í skaldsøguni Nóatún eftir William Heinesen verður viti bygdur sum eitt symbol uppá uppreisnina hjá sosialismuni. Eisini var ein sjónleikur eftir Rakel Helmsdal spældur í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, har uppgerðin millum tað nýggju og gomlu tiðina var eitt høvðustema, og vitin var aftur miðpunkt i hesum sjónleikinum.

 

 

 

Alt viðlíkahald

 

Tað er Farvandsvæsenet, sum hevur ábyrgdina av vitunum í Føroyum. Tað eru somuleiðis eisini teir, sum ráða yvir Loranstøðini á Eiði.

 

Við bátinum henda dagin Sosialurin vitjaði vóru tveir menn frá Farvandsvæsenet. Asbjørn Østerø og John Magnussen. Fólk frá Farvandsvæsenet eru úti í Mykineshólmi nakrar ferðir um árið. Um summarið verður gjørt meira við at fara vestur í hólmin, og eisini vera teir har fleiri dagar, tá summarið vitjar.

 

Umstøðurnar at vera í Mykineshólmi eru frálíka góðar. Gott og stórt hús er við øllum hentleikum. Tað einasta, sum kanska er eitt sindur keðiligt, er vatni. Tað er nemliga soleiðis, at talan er um regnvatn. Lat okkum siga tað soleiðis: tað ger einki, um eitt sindur av saft er við í taskuni, tá farið verður út í hólmin. Í teirri tíðini, tá vitin varð passaður av fólki, vóru trý hús í hólminum. Í dag stendur eitt eftir, men leivdirnar frá hinum húsunum síggjast, og eru hesar samstundis eitt minni um eina tíð, tá eini 25 fólk búleikast við tí, sum var, í Mykineshólmi.

 

Vitin er frá 1908, og hann varð gjørdur sjálvvirkin í 1968. Vitin verður so skjótt hundrað ár.

 

-Vitin fer rættiliga illa um veturin, siga teir báðir, Asbjørn og John.

 

-Okkara uppgáva er alt viðlíkahald og eftirlit.Tað, at vitin er sjálvvirkin, merkir ikki, at einki viðlíkahald er, siga teir báðir.

 

Vitin var fyri fáum vikum síðani tendraður aftur eftir at hava verið sløktur í góðar tveir mánaðir.

 

-Tað verður gingið høgt uppí at halda alt viðlíka og syrgja fyri, at tað sær so pent og nossligt út sum gjørligt, sigur John Magnussen.

 

Henda dagin, Sosialurin var og vitjaði, skuldu teir gera klárt at taka nakrar tangar av hólminum, sum tyrlan seinni skuldi koma eftir. Eisini hava teir ætlanir um at fáa leivdirnar av húsunum burtur.

 

 

 

Yvirtøka

 

Nú tá ríkisrættarliga støða Føroya í løtuni bíðar eftir, at lagnan verður avgjørd, so bíða vitanir í Føroyum eisini eftir, hvør skal yvirtaka teir. Farvandsvæsenet stendur eisini til at verða yvirtikið, men inntil víðari liggur málið og bíðar eftir einari politiskari avgerð. Ein av trupulleikunum við at yvirtaka vitanar og alt tað, sum Farvandsvæsenet hevur undir hond í Føroyum, er, at tað er torført at vita, hvat stýrið hetta skal koma undir. Sum nú er, so Farvandsvæsenet undir Forsvarsministeriet, men hetta eiga vit ikki í Føroyum. Í Føroyum arbeiða sjey fólk fyri Farvandsvæsenet, og liggur kostnaðurin einastaðni omanfyri tríggjar milliónir um árið. Eisini eru lokalir vitapassarar ymsastaðni í Føroyum, sum eisini síggja til, at teir 27 vitanir í Føroyum virka sum teir skulu.

 

Asbjørn og John vita ikki at siga okkum, hvussu verður við yvirtøkuni, tí tað eru teir ikki vorðnir nógv kunnaðir um. Teir hava tó einans rósandi orð at bera Farvandsvæsenet fyri teirra arbeiði. Tað er ilt at siga, um tað verður nakar bati, tá vitanir eru yvirtiknir, tí rættiliga nógv orka verður løgd í sum nú er, siga teir báðir.

 

-Alt neyðugt arbeiði verður gjørt, og vit vita altíð, at peningur er settur av til tær uppgávur, ið skulu gerast, sigur John Magnussen.

 

Eftir stendur í øllum førum vitin og leiðir skip og bátar úr vandaleið.