Vági. Tey búsettust fyrst í Tåstrup, men fluttu seinni til Ballerup, har tey høvdu keypt sær eini hús. Børnini, Cathrina og Poul eru bæði fødd niðri. Í 1981 fluttu tey so upp aftur til Føroyar, og búsettust [...] at fara til Danmarkar at vitja tey, og hava vit fleiri ógloymandi minnir frá hesum túrum. Seinni, síðani Mery og Eyðálv fluttu aftur til Føroya, hava vit gjørt fleiri túrar saman uttanlands. Tað var altíð [...] takksom hetta kvøldið, tí sum hon segði aftaná, at hesa heilsu og minnir um Merry kann eingin taka frá mær. Síðani á páskum, tá sjúkan byrjaði at fáa yvirvág, hevur Merry alla tíðina ligið sjúk uppi hjá
systirin, Dus, sum 16 ára gomul fór til Danmarkar og giftist har. Maja kom soleiðis at vera tann, sum frá ungum árum saman við mammu okkara og viðhvørt einari arbeiðsgentu helt hús. Aftrat øllum vanligum húsligum [...] eitt stórt tak. Aftrat okkum búðu í húsunum á Geil eisini abbi, Gamli Palli, og omma, Marianna, ættað frá Gjógv. Í 1934 bleiv mamma okkara lammað av bloðtøppi í heilanum, og tók Maja húsið á seg. Hon var tá [...] og nærløgd sum hon var. 21. mei 1936 giftist Maja Valbjørn av Velbastað. Tey giftust inn á Geil, fluttu seinni í endan av húsunum hjá Niels Holm og í egin hús, tá Valbjørn í 1946 var liðugur at byggja
komu til Føroya seinast í nítiárunum, og hava síðani tá livað og virkað her í landinum, fjarskotið frá teirra egnu. Nikos hevur øll árini undirvíst í musikkskúlanum, og hansara hegni til tónleik kom til [...] solobratsjistur í flamlendska útvarps- og sjónvarpsorkestrinum í Brússel, áðrenn hann og familjan fluttu til Føroya. Vit eru heppin at Nikos, Hedvig og børnini valdu at flyta til Føroya.Teirra íkast til
vóru tú, Birna og Rói óskiljandi. Sjálvt um tit til tíðir vóru langt frá hvørjum øðrum, høvdu tit samband dagliga. Í 1995 fluttu vit til Danmarkar. Hetta fall ikki í góða jørð hjá tær at byrja við, tú [...] og títt lætta lyndi gjørdi, at tú hevði skjótt og lætt við at falla til. Eftir eitt ár í Danmark fluttu vit aftur til Føroyar, vælvitandi um at tað bert var fyri eina stutta tíð. Tú byrjaði í Hoyvíkar
einum lítlum tíma síðani, hevði Finnur lagt lívsins búna frá sær. Lívsólin var sokkin í vesturroða. Seinast vit tosaðu saman greiddi Finnur mær frá, at nú fór tað skjótt at vera, herviliga sjúkan gjørdi [...] egna megi, arbeiðsgleði, sum eisini kom jarðarbrúkinum til góðar, teir gomlu veltu upp úr nýggjum og fluttu bøðgarðar lívsins longur út. Fólkatalið vaks, og fleirfaldaðist, meðan vónin um framburð vaks til [...] vindeyga á Gili stendur opið, Finnur lenar seg niður á vindeygakarmin og tosar niður í túni, stutt frá honum standa Haldur og Árni, tað er bara ein Árni, nevnliga Árni bóndin í Árnastovu,sum jú er syskinabarn
1945. Eitt stutt skifti búðu tey í Sandavági, síðani fluttu tey til Klaksvíkar og búðu fyrstu tíðina inni hjá foreldrum hennara í Vágstúni. Í 1948 fluttu tey í nýbygd hús á Biskupstøð. Í 2005 upplivdu tey [...] Vit vilja við hesum reglum skriva nøkur minningarorð um kæru foreldur okkara, ið bæði fóru frá okkum í farna ári. 25. februar 2006 andaðist pápi okkara, Dánjal P. Nielsen, 83 ára gamal. Hann varð føddur [...] Dam var løgmaður. Seinnu árini arbeiddi pápi við bókhaldi og grannskoðan til hann 75 ára gamal legði frá sær í 1997. Stutt eftir fekk hann staðfest bæði diabetes og parkinsonsjúku, og var hann seinastu árini
langt lív saman, og soleiðis vóru tey ein góð fyrimynd fyri bæði børn og ommu- og abbabørn. Abbi kom frá einum ættarliði, har hvørt oyra skuldi sparast og goymast, og var hann eisini sera sparin, tá tað kom [...] eftir sum tað størsta, hann gav okkum. Serliga væl minnist eg tær mongu søgurnar, hann plagdi at siga frá – alt søgur, sum hann dugdi at fortelja uttan bók, og hetta hildu vit abbabørn vera fantastiskt. Hóast [...] vit akkurát hvussu alt sá út og hvussu fólkini vóru, so livandi var mál hansara, tá ið hann greiddi frá. So væl dugdi hann at geva søgunum lív, at vit vaksnu abbabørn enn minnast tær. Eg minnist mangan góðan
og tey giftust í 1930. Fyrsta árið búðu tey í Tjørnuvík og síðan fluttu tey til Eiðis. Sannelena tók til, hvussu góða hjálp, hon fekk frá vermammuni Súsannu, tá ið hon kom í húsið. Pedda var fiskimaður [...] sum fáur. Var altíð í góðum lag og so sera skemtingarsom. Hon mintist væl og dugdi so væl at siga frá. Tíbetur er nógv av hesum varðveitt. Útvarpið hevði fyri nøkrum árum síðan eina røð av samrøðum við [...] tosaði við hana og hevði ein stubba Sosialinum í samband við hennara 99 ára føðingardag. Hon greiddi frá, at mamman var Súsanna og fosturpápin var Jákup Michael Hansen. Hetta kundi geva eina ábending av,
fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið í góðum hondum. Børnini hava øll verið [...] sigan, at ein “epoka” í Havn er endað. Vit bæði kendust sum gøtufólk í Havn, sum eisini búði stutt frá hvørjum øðrum í miðbýnum. Ofta kundi okkurt vera at spyrja um, bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra
Við jarðarferðina, sum var frá Vesturkirkjuni týsdagin 5. januar, segði Bergur D. Joensen prestur m.a.: Petrina varð fødd og vaks upp á Tvøroyri, dóttir Charles Hauritz úr Kolding í Danmark, og Jettu fødd [...] gomul, Charles, Synøvu, Lilly, Jentoft og Johnny. Fyrstu árini búðu tey á Tvøroyri, til tey í 1949 fluttu til Havnar. Jentoft koyrdi tá ørindi fyri Hotel Skarv í Havn. Tey fóru so aftur til Tvøroyrar fyrst