Ídag er 14. Mars, og henda dag hava vit altíð verið saman við tær, tí tað er tín føðingardagur. Men ídag verður eingin føðingardagur, tí tú er ikki millum okkum meira, tú er farin heim, heim til Harran.
Sjálvt um tað kennist tómt hjá okkum, serliga tá merkisdagar eru, eins og hesin, so hava vit so ómetaliga nógv at gleðast um og at vera takksom fyri.
Hóast eingin føðingardagur verður hildin ídag, so kunnu vit so væl ímynda okkum hvussu hann hevði verið hildin saman við tær. Kunnu ímynda okkum sitandi til borðs og njóta alt tað góða sum tú altíð borðreiddi við. Men mest av øllum kunnu vit merkja kærleikan frá tær, soleiðis sum vit altíð merktu hann tá vit vóru saman við tær. Títt róliga og kærleiksfulla lyndið setti altíð ein so serliga hugnaligan dám á tær løturnar vit vóru saman. Tí er tað so lætt hjá okkum at minnast og gleðast um tær løturnar.
Mamma, fyri okkum hevur tú altíð verið til staðar, altíð verið tøk tá vit høvdu brúk fyri tær. Tá vit vóru børn var tú altíð heima hjá okkum, heimagangandi sum tað verður rópt. Tú var ein hønumamma, og hetta hevði við sær, at vit ikki høvdu tað lætt við at ferðast einsamøll. Altíð longdust vit, og sum oftast mátti tú við. Tú plagdi skemtiliga at taka til, at tú ikki fekst vent tær fyri okkum. Men hetta broyttist sjálvandi sum vit eldust. Vit fluttu út, fingu maka og børn, men ikki fóru vit langt.
Altíð var tú so umhugsin. Spurdi okkum, um vit høvdu hugsað um tað ella tað, kanska langt áðrenn vit vóru komin so langt í okkara planlegging. Men hetta var so sermerkt fyri teg, hugsaði altíð um okkum onnur fyrst, áðrenn tú hugsði um teg sjálva.
Hóast vit vóru flutt út, var barndómsheimið altíð okkara trygga havn, har tú og pápi altíð við opnum ørmum tóku ímóti okkum, okkara makum og ikki minst tykkara ommu- og abbabørnum. Tú var altíð tøk til at passa ommubørnini, og tey elskaðu at vitja teg. Hjá tær vistu tey, at tey fingu næstan alt, og tú elskaði at gleða tey. Mamma, tey spyrja javnan eftir tær, skilja ikki rættuliga hví tú skulda fara heim so skjótt.
Mamma tú hevði eisini nógv at geva tínum næstringum og vinfólki. Hetta prógvaði tann stóri skari av fólki sum møtti upp til kórsetingina og jarðarferðina. Tú syrgdi altíð fyri, at okkara næstringar og vinir merktu, at teir altíð vóru vælkomnir á gátt. Tú dugdi so væl at fáa gestirnar at føla seg væl, var altíð í góðum lag og við tí jaliga orðinum. Títt lætta lyndið hevði við sær, at tú hevði lætt við at skemta og flenna. Tá okkara vinfólk vóru og vitjaðu, elskaðu tey at sita og tosa og flenna saman við tær.
Tú var sera familjukær og stolt av tínum uppruna. Tað var altíð áhugavert og stuttligt at hoyra teg greiða frá tínum barndóms- og ungdómsdøgum av Glyvrum og úr Lamba.
Tað lokala virksemi stuðlaði tú altíð av fullum hjarta, og í tí sjálvbodna arbeiðinum luttók tú fegin. Eisini stuðlaði tú altíð okkum tá vit luttóku í okkara frítíðarítrivum, og tað eru vit tær sera takksom fyri.
Tey síðstu 4 árini mátti tú stríðast við svára sjúku. Tað stóð okkum skjótt greitt, eisini tær, at tú hevði ólekiligt krabbamein, men at vit fingu eina óavmarkaða tíð saman afturat. Men tær so líkt, so royndi tú alla tíðina at skána okkum, so vit ikki blivu merkt av tínar sjúku. Hesi árini blivu rættuliga strævin hjá tær m.a. við nógvari viðgerð, bæði í Føroyum og Danmark, og hevði hetta við sær nógvar danmarkarferðir. Men tú tókst hetta so lættliga og við góðum treysti. Í hesum tíðarskeiðið møtti tú nógvum øðrum sjúkum fólki, og vit løgdu til merkis hvussu nógv tú hugsaði um tey.
Hóast vit vita, at okkara tíð her á fold ikki er ævig, so eru vit ongantíð nóg væl fyrireikaði tá skilnaðarløtan kemur. Vit fingu hóast alt 4 ár til at fyrireika okkum, men vit vóru ikki klár. Men soleiðis eigur tað nokk eisini at verða.
Mamma tá vit hoyra orðið tolsemi, hugsa vit um teg. Vit kenna ongan sum hevði so stórt tolsemi sum tú, bæði í orði og verki. Mamma tú hevur lært okkum at virða øll menniskju eins.
Mamma tú var pápa ein sera góð kona og tit vóru sera sterk saman. Vit kunnu við gleði minnast afturá at verða vaksin upp í einum heimi har mamma og pápi altíð vóru rundan um okkum, og vegleiddu og stuðlaðu okkum í tí vit gjørdu. Pápi, saknurin hjá tær er sjálvandi stórur, ja torført at seta orð á, men saman kunnu vit finna styrki og gleði at koma víðari, og hetta gera vit best við at minnast mammu fyri alt tað hon hevur verið fyri okkum.
Góða elskaða mamma - takk fyri alt.
-------
Jóhannus, Jónfríð, Arnbjørn og Helen