Til minnis um son mín Tollak

f. 31. juli 1988 d. 14. juli 2006

Góði Tollak


Mamman vil so fegin skriva nøkur orð um teg, men tað fellur mær so svárt, og orðini finnast ikki.


Í minni mínum kennast árini brádliga so stutt síðani tann summarmorgun í 1988, tá íð tú kom til verðina, og hetta síðsta árið hava tankarnir ofta vent aftur til hetta minnið.


Tú var ein fittur og vælskaptur drongur, og í minari verð tann søtasti av øllum, eingin var sum kundi mátast við teg. Summarið var í besta blóma, og eg gleddi meg til at koma heim við tær og nýta teir síðstu mánaðarnar av sumrinum saman við tær og diddu.


Tú var ein deiligur drongur, treivst væl og hevði gott mót upp á lívið. Framtíðin sá lovandi út, og longu tá hevði tú nógvar javnaldrar at verða saman við,

tí at nógv systkinabørn vórðu fødd um sama tíðarskeið. Tit vuksu upp saman og høvdu nógva gleði av hvørjum øðrum, og saknurin millum tey er óberandi stórur í dag.


Um trý ára aldurin var tú ofta ávirkaður av sjúku, ofta innlagdur, men altíð við gott mót, smílandi og glaður, og hóast mótgang stóð tú ongantíð aftan fyri onnur børn, tvørturímóti.


Í 1994 fekst tú ein lítlabeiggja, Róa, tit vóru sera tætt knýttir at hvørjum øðrum, og sum árini gingu, vóru tú, Birna og Rói óskiljandi. Sjálvt um tit til tíðir vóru langt frá hvørjum øðrum, høvdu tit samband dagliga. Í 1995 fluttu vit til Danmarkar. Hetta fall ikki í góða jørð hjá tær at byrja við, tú hevði jú alt tað, sum tú hevði brúk fyri á Sandi, nógvar góðar vinir, og so náttúruna sum tú var so glaður fyri. Tað gekk tó ikki long tíð, til tú hevði funnið tær nógvar vinir í Danmark, og títt lætta lyndi gjørdi, at tú hevði skjótt og lætt við at falla til.


Eftir eitt ár í Danmark fluttu vit aftur til Føroyar, vælvitandi um at tað bert var fyri eina stutta tíð. Tú byrjaði í Hoyvíkar skúla, og har fann tú eisini nógvar góðar vinir, og vinarlagið vardi við, eftir at tit vóru blivin stór. Hetta árið í Føroyum búðu vit í Onnugøtu í Hoyvik, har Birita mostur búði, og eisini har knýtti tú nógv vinarbond, bæði við børn og vaksin, so tað fall tær ringt at skula flyta aftur úr Føroyum eftir bert eitt ár.


Sama árið flutti pápi tín úr Føroyum til Skagen. Hetta var tú so glaður fyri, og sjálvt um túrurin var langur millum Keypmannahavn og Skagen, feraðist tú so ofta sum tað lat seg gera, har var tú tættari sjólívinum, og øllum sum við tí fylgir.


Tá ið tú skuldi byrja í 8. klassa, vildi tú á eftirskúla á Bornholm. Mamman helt, at tú kanska var ov lítil til tað, men tú gavst ikki. Ein av tínum bestu vinum skuldi byrja har, og aftaná nógvar og drúgvar samtalur endaði tað við, at eg gav meg, og tú slapp avstað. Hesa avgerð havi eg ongantíð angrað. Tú elskaði at verða har, og tey tvey árini tú var har, menti tú teg nógv í allar mátar. Tú var nakrar ferðir við skúlanum á skíferiu, sum tú dámdi væl.


Tað var altíð so stuttligt at vitja teg, tí tú var altíð fúsur í at vísa okkum alt sum fór fram á skúlanum.


Aftaná 9. klassa var tú í iva um, hvat tú skuldi. Tú valdi at taka trygdarskeið í 3 vikur og síðani út á sigla. Babba skaffaði tær ein kjans við Næraberg, og síðani við Atlantic Navigatur, sum tú var sera glaður fyri.


Nú her at enda renna tankarnir aftur til seinasta summar, sum byrjaði so gott. Eg minnist, hvussu tú gleddi teg til, at vit skuldu koma heim. Vit ringdu saman fleiri ferð um dagin og planløgdu ymisk, vit skuldu gera.


Eg havi ofta hugsað um allar tær góðu løturnar, vit fingu saman hetta summarið. Tær virkaðu meira inniligar enn nakrantíð. Vit høvdu nógvar góðar samtalur, og tað seinastu náttuna svóvu vit saman á sofuni hjá ommuni og abbanum.


Dagin eftir skuldi tú til Havnar við øllum syskinabørnunum, sum endiliga vóru samlað. Tit vóru serliga tætt knýtt, og har sum tú var, var tað altíð gleði og gaman, og einki var óført. Tit høvdu nógvar planir hetta summarið og serliga hetta vikuskiftið, sum so brádliga endaði áðrenn tað byrjaði.


Orð eru fátøk. Tíðin vit fingu saman var so stutt, men alt sum vit hava upplivað saman kann aldrin blíva pláss fyri her. Minnini eru so ómetaliga nógv, og eg goymi tey væl.


Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín elskaða son, Tollak.


mamman