Vit vilja við hesum reglum skriva nøkur minningarorð um kæru foreldur okkara, ið bæði fóru frá okkum í farna ári.
25. februar 2006 andaðist pápi okkara, Dánjal P. Nielsen, 83 ára gamal. Hann varð føddur í Sandavági 10. september 1922, sonur Kristiannu og Tummas Nielsen.
Pápi fór til skips sum flest allir konfirmeraðir dreingir tá í tíðini. Hann fór við Doceu, ið pápabeiggin Thor átti og førdi. Pápi var sluppfiskimaður í tvey ár, men treivst ikki og gavst á sjónum. Leiðin gekk nú til Havnar, har hann fór í læru á Tryggingini. Eftir lokna lærutíð og handilsskúla í Havn lá leiðin til Klaksvíkar, har hann fekk arbeiði á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro. Har starvaðist hann í bókhaldinum inntil seinast í fimmtiárunum, tá hann fór at taka sær av skrivstovuhaldinum hjá Føroya Bjór. Um hesa tíðina bygdu føroyingar nógv stállínuskip, og stovnaði pápi Norðoya Samvinnufelag saman við m.ø. Einar Waag, Poul Jacob Olsen, Heina Lassen og Hans Arna Joensen. Teir bygdu línuskipið Norðing á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961. Í 1969 bygdu teir Norðalduna á Skála Skipasmiðju. Gjøgnum seksti- og sjeytiárini var hann reiðari og útgerðarmaður, samstundis sum hann byrjaði bókhaldsvirkið Føroyabók eins og handil við skrivstovuútgerð. Hann bar orð fyri at verða ein sera góður og reiðiligur reiðari, sum hevði stóra virðing fyri manningini. Alla staðni har hann starvaðist, var honum víst stórt álit, og var hann sera samvitskufullur í øllum, hann fekst við.
Honum vórðu litin mong álitisstørv, og var hann m.a. formaður í líkningarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, formaður í valstýrinum, grannskoðari fyri feløg og felagsskapir eins og umboðsráðslimur í Føroya Banka. Eitt skifti seinast í sjeytiárunum sat hann í Klaksvíkar Býráð umboðandi javnaðarflokkin. Tíðliga í sjeytiárunum varð hann valdur sum ein av trimum stjórum í Føroya Realkreditstovni, har hann eitt skifti í áttatíárunum eisini var dagligur leiðari, meðan Atli P. Dam var løgmaður.
Seinnu árini arbeiddi pápi við bókhaldi og grannskoðan til hann 75 ára gamal legði frá sær í 1997. Stutt eftir fekk hann staðfest bæði diabetes og parkinsonsjúku, og var hann seinastu árini ógvuliga darvaður av sjúku.
5. november 2006 andaðist mamma okkara, Anna Nielsen, 86 ára gomul. Hon varð fødd á Viðareiði 30. juni 1920, dóttir Bettu og Victorinus Joensen.
Sum gentur flestar tá í tíðini fór mamma út at tæna, og tænti hon m.a. á posthúsinum í Klaksvík og hjá Jens Cl. Isaksen. Eisini tók hon handilsskúlaprógv hesa tíðina í Klaksvík. Seinni fór hon suður til Vágs, og arbeiddi eitt skifti í krambúðini á Løðhamri. Tá kríggið brast á flutti hon aftur til Havnar, har hon tænti hjá Hans Joensen og hjá Andrew Sloan. Seinni fór hon á húsarhaldsskúla hjá nunnunum, og var stovugenta hjá amtmanninum. Hon plagdi viðhvørt at hugleiða um hesa tíðina, hvussu tað var at varta upp fyri tí betra slagnum tá í tiðini, og støðið, sum tá kravdist, júst sum vit síggja í sjónvarpsrøðini Matador í hesum døgum.
Í Havn hittust mamma og babba, og giftust tey 7. apríl 1945. Eitt stutt skifti búðu tey í Sandavági, síðani fluttu tey til Klaksvíkar og búðu fyrstu tíðina inni hjá foreldrum hennara í Vágstúni. Í 1948 fluttu tey í nýbygd hús á Biskupstøð. Í 2005 upplivdu tey at halda diamantbrúdleyp.
Meðan børnini vóru lítil passaði mamma hús og heim. Har stóð hon fyri einari góðari og gevandi barnauppaling, har dygdir sum ídni, nøgdsemi, trúfesti, blíðskapur og gudsótti myndaðu heim okkara. Seinni, tá børnini vuksu til, opnaði hon saman við babba handil í barnaheiminum í Vágstúni, har hon seldi kongaligt postalín og annað búnýti. Hon stóð fyri handlinum “Hjá Annu” í eini 30 ár, til verdótturin tók yvir seinast í nítiárunum.
Babba og mamma vóru ættarkær, og minnast vit við gleði aftur á teir nógvu túrarnir til Sandavágs, Skopunar, Havnar og Skálafjørðin at vitja familju og vinir, og ikki minst ferðirnar yvir til Noregs at vitja Valborg, mostir okkara. Mamma gekk høgt uppí ættarbandið, og at næsta ættarliðið eisini fekk kunnleika um ætt sína. Hon var ein livandi alfrøði tá um slekt ráddi, og var so trúgv ímóti skyldfólkum sínum og ófør at vitja tey.
Annar táttur í teirra langa lívi var samveran við onnur. Mamma var sera opin og blíð kona, og kendi fólk flest. Hon hevði eitt stórt hjartalag, og var altíð til reiðar at hjálpa, har á stóð. Hon lærdi okkum børn, at “betri er at koma í sorgarhus enn í gleðishús”, og “at sælari er at geva enn at fáa”. Hetta hevði hon frá pápa sínum, og hetta vildi hon geva víðari til okkum børnini. Hon setti ikki ljós sítt undir skeppumálið, men gjørdi sum tað stendur í fjallaprædikuni: ”Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum”. Sjálvt nú hon var blivin gomul og veik, so lýsti hon upp har hon var, var altíð í góðum lag, og hevði altíð umsorgan fyri hinum.
Babba harafturímóti treivst best har friðarligt var. Hann las nógv og fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, sum hann hevði sína greiðu meining um. Hann rópti ikki upp um tað, men segði tað á sín stillføra hátt, tá høvið beyðst. Hann var ein góður og trúgvur vinur, reiðiligur og hjartareinur. Hann kendi ein hóp av fólki runt landið gjøgnum sítt virki, og hevði regluligt samband við hesi til hann ikki orkaði meira at skriva og tosa. Babba var limur í Klaksvíkar Rotary klubba í mong ár, og mamma á sama hátt í Klaksvíkar Inner Wheel klubba, har tey fingu nógvar og góðar vinir fyri lívið.
Hann var ein sera góður pápi fyri okkum 4 systkini. Lærdi okkum tað, ið var rætt, var góður í ráðum, og hevði altíð stóra umsorgan fyri okkum og øllum okkara. Hann gjørdi ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum, var stillur, tolin og sera lítillátin, júst sum tað stendur í Orðatøkunum 17,27: ”Tann, sum er sparin í orðum er klókur, og róligur í sinni er hin vitugi maður”. Hann segði ikki tey nógvu orðini, men vitugur var hann, og tað man mangur hava sannað, ið leitaði sær ráð frá honum.
Hóast babba ikki tosaði so nógv um trúgv sína, so vaks hann upp í einum gudsóttandi heimi, har familjan enn sum áður hevur sína dagligu gongd í Meinigheitshúsið í Sandavági. Hann var ein søkjandi persónur, ið grundaði nógv yvir sannleikarnar í Guds orði, og sum var avkláraður um støðu sína, nú fjørðurin var rógvin og ævinleikin dagaði undan sýnini. Mamma kom til trúgv á Jesus sum ung genta, og var Betesda hennara andaliga heim øll árini, til hon varð borin út í fjør.
Vit eru tykkum æviga takksom fyri alt tit vóru fyri okkum, fyri heimið á Biskupstøð, og fyri tey mongu ár, vit fingu saman við tykkum.
Hvílið í friði!
Børnini