Til minnis um abba mín

Frits Mortensen - 19.04.1924 - 21.07.2005

Góði abbun. Tað er sera tungt og óveruligt, at tú ikki ert millum okkum longur. Tú vart altíð so glaður og góður
við øll, og tú var glaður fyri lívið. Tú segði ongantíð eitt negativt orð um nakran.
 
Tá tú bleiv sjúkur og bleiv sendur niður á sjúkrahús, var eg glað fyri at búgva í Danmark, so eg kundi vera hjá tær.
Vit høvdu nógvar løtur saman við práti og eitt sindur av skemti eisini. Sjálvt um tú vart sjúkur, hevði tú mót upp á
lívið og vónina um at gerast frískur aftur. Ongantíð gavst tú upp.
 
Eg minnist sum barn nógvar góðar túrar í haganum, biltúrar at geva seyðinum og onkran túr í plantasjuni. Tað var
so hugnaligt, og tá vit komu heim, hevði omman ofta pannukøkur til okkum. Tú vart so glaður og stoltur, tá Magnus
kom, og tú bleiv langabbi. Tú reypaði og vísti hann fyri øllum, sum vit møttu.
 
Eg minnist ein dagin, tá Magnus lá í songini hjá tær, og tú segði við hann, at tá tú bleiv frískur, skuldu tit báðir
fara at ganga í haganum, men soleiðis skuldi tað ikki vera.
 
Góða omman, tú situr einsamøll eftir, og er saknurin hjá tær stórur. Má Jesus styrkja teg í sorgini.
Góði abbun, takk fyri nógv góð minnir og hvíl í friði til vit síggjast aftur.
 
Abbadótturin Joan