Tað kennist heldur tómligt hjá okkum á Argjum, síðani Maja varð tikin heim til Frelsaran í august í fjør.
Vit vóru 12 systkin á Geil, 9 brøður og 3 systrar. Elstur var Palli, nevndur Argja Palli. So kom Bette, sum sum 19 ára gomul giftist Johan Kjærbo í Sumba. Síðan komu 4 brøður: Niels Holm, Martin, Richard og Johannes. Síðani Maja. Aftaná komu 4 brøður aftrat: Frits, Ole Jacob, Pole og Sverri, og at enda triðja systirin, Dus, sum 16 ára gomul fór til Danmarkar og giftist har.
Maja kom soleiðis at vera tann, sum frá ungum árum saman við mammu okkara og viðhvørt einari arbeiðsgentu helt hús. Aftrat øllum vanligum húsligum arbeiði skuldu skipsklæðir gerast klár til brøðurnar, sum teir flestu, eins og pápi og flestu dreingir tá, fóru til skips. Samstundis arbeiddi Maja á spinnaríðnum, meðan vit flestu brøður arbeiddu fisk á Gamla Rundingi. Sum kunnugt, vórðu klæðini tá vaskað í ánni, og við so nógvum húsfólki var tað eitt stórt tak. Aftrat okkum búðu í húsunum á Geil eisini abbi, Gamli Palli, og omma, Marianna, ættað frá Gjógv.
Í 1934 bleiv mamma okkara lammað av bloðtøppi í heilanum, og tók Maja húsið á seg. Hon var tá 18 ára gomul. Tað var ikki óvanligt at ung fólk fingu stóra ábyrgd, von sum tey vóru við arbeiði. Tað var eingin spurningur, um ein vildi ella ikki, tað var bara so. Maja gjørdi hetta við góðum sinni og megnaði tað væl, dugnalig og nærløgd sum hon var.
21. mei 1936 giftist Maja Valbjørn av Velbastað. Tey giftust inn á Geil, fluttu seinni í endan av húsunum hjá Niels Holm og í egin hús, tá Valbjørn í 1946 var liðugur at byggja á Bakkagøtu. Tá vóru øll systkinini flutt av Geil, einasti sum kom aftur var yngsti beiggin, Sverri, sum tá langabbi doyði, yvirtók húsini. Maja og Valbjørn fingu 5 børn: Sigrid, Mortan, Jóannes, Rakul og Betty.
Maja kom at vera tann av systkinunum, sum samlaði familjuna. Hjá henni var altíð umsorgan, tíð og rúm fyri øllum, og er tað hjá okkum stórur saknur ikki longur at kunna fara oman á gólvið hjá Maju.
Heilt til sín deyðadag varðveitti hon áhugan fyri tí einstaka, hóast hennara egna familja var vorðin fjølment.
Nú eru vit bert 3 eftir av systkinunum á Geil á Argjum. Dus býr á Sjællandi, gjørdist einkja í vár og er 83 ára gomul. Vit báðir brøðurnir, Sverri og Johannes eru báðir einkjumenn, búgva á Argjum 84 og 91 ára gamlir.
Við takksemi hugsa vit um Maju, systir og fastir okkara, um alt tað hon var og gav!
Gud vælsigni tykkum, eftirkomarar hennara!
Johannes og Sólbjørg