Leygarkvøldið 25. juni verður skipað fyri náttartúri í Vágum. Byrjað verður við siglitúri úr Sørvági norður á Slættanes, og síðan gingið heim aftur eftir gomlu Gásadalsgøtuni til Fjallavatn og haðani til Sørvágs, har endað verður við morgunmati á Hotel Vágum.
Siglt verður fram við norðara armi á Sørvágsfirði. Fram við Gásadali, Sæurðardrangi, Barðinum og Víkum. Til ber at síggja Reipsáfoss og Ritunøvina, áðrenn farið verður fram við Kópamølini og Miðvágsurðini. Víðari verður siglt undir Sandavágsbjørgunum fyri norðan við øllum sínum gjáum og skorum, um Slættanestanga.
Farið verður so á land á lendingini á Slættanesi, har ein stuttur steðgur verður, meðan ein lættur matpakki frá Hotel Vágum verður etin, áðrenn farið verður at hyggja at skúlanum, ið eisini er innrættaður sum kirkja. Vitjað verður eisini úti á vitanum og við báðar kirkjugarðarnar á Slættanesi, áðrenn farið verður til gongu niðan við Grøvini eftir gomlu Gásadalsgøtuni um Skoradalsháls.
Av Skoradalshálsi verður gingið eftir gøtuni oman gjøgnum Botn og út á Munnan, har sýnt er niður á Viðvíkina og vestur yvir bygdina á Víkum. Gingið verður so fram við Fjallavatni heim til Sørvágs, har túrurin endar við morgunmati á Hotel Vágum.
Tilmelding skal gerast á Kunningarstovuni í Vágum, sum skipar fyri túrinum. Á Kunningarstovuni minna tey á at hava góð gonguklæði, fótbúna og mat-pakka við til gongurtúrin, tí gingið verður um vátlendi fram við Fjallavatni, har eisini áir eru at fara um









