Eg hevði ætlað at sagt nøkur orð við jarðarferðina hjá systir mínari, Merry, sum doyði í heiminum hjá dóttrini og svigarsoninum leygarkvøldið 23. apríl, og fór til gravar úr Ebenezer mikudagin 27. apríl, men avgjørdi at lata vera, av ótta fyri, at kenslurnar fóru at fáa yvirvág á mær. Men síðani jarðarferðina, eru óbodnir tankar komnir, og tí havi eg avgjørt, at seta hesi fáu orð á prent, fyri at æra minni hennara.
Merry er tann av systrum mínum, ið eg altíð hevði eitt serstakt tilknýti til, og hetta tilknýtið er bara blivið tættari og tættari, sum árini hava gingið, og tí er saknurin og tómrúmið so ómetaliga stórt, nú Merry ikki er meira.
Serliga í hesum døgum, nú várið er komið í hæddina og summarið nærkast, eru tað nógvir tankar sum koma framvið hjá mær. Hetta var tíðin, tá Merry frøddist yvir at foldin vaknaði, markirnar grønkaðust og blómur byrjaðu at spretta upp úr jørðini, aftaná ein mangan harðan vetur. Merry gekk ómetaliga høgt uppí tað sum náttúran gav okkum menninskjum, hon elskaði allan vøkstur og dámdi væl at røkja hendan, og at hava vakrar blómur. Hvørja ferð hon kom framvið hjá okkum, serliga hesa tíðina á árinum, tá blómur byrja at spretta, plagdi hon at ganga runt í garðinum og frøast yvir allan vøkstur og at tosa við blómurnar.
Merry var næst elst av okkum seks systkjum, í dag eru vit bara fýra eftir, so í skrivandi stund eru tað nógvir tankar, ið koma fram fyri ein um barna- og ungdómsárini, tá eg sum smádrongur og unglingi vaks upp í Klaksvík, saman við mammu, pápa og ommu okkara úr Svínoy og hinum fimm systkjum mínum. Barnaheim okkara stendur mitt í býnum, á markinum millum Ziskatrøð og Skúlatrøð, men umhvørvið har rundanum er nógv broytt, síðani vit systkini stuttleikaðu okkum í ósánni ella á tí stóra fríøkinum, sum var har tá.
Tann uppaling, sum vit fingu úr barnaheimi okkara, hevur fest góðar røtur hjá Merry. Tað sum foreldur okkara, og serliga omma okkara úr Svínoy, sáddu niður í barnahjørtur okkara var Gudstrúgvin, kærleiki, vinarlag, erligheit, blíðskapur og trúskapur.
Aftaná at hava gingið í kommunu- og millumskúla í Klaksvík, arbeiddi Merry eitt skiftið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Seinni fór hon til Danmarkar at fáa sær útbúgving innan sjúkrarøkt, og kom síðani heimaftur og arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Seinni flutti Merry aftur til Danmarkar og giftist í 1964 við Eyðálvur Joensen úr Vági. Tey búsettust fyrst í Tåstrup, men fluttu seinni til Ballerup, har tey høvdu keypt sær eini hús. Børnini, Cathrina og Poul eru bæði fødd niðri.
Í 1981 fluttu tey so upp aftur til Føroyar, og búsettust í Klaksvík. Í 2000 keyptu tey hús í Svínáum, men her kom Merry at búleikast stutt. Bæði hon og Eyðalvur arbeiddu lutvíst í Klaksvík aftaná at tey vóru flutt haðani, so bústaðurin í Svínáum var meira eitt stað, sum tey búleikaðust í millum dóttrina í Havn, har tey hildu nógv til, og so arbeiðið í Klaksvík.
Eitt er heilt vist, at tann lærdóm, ið vit fingu í barnaheimi okkara, hevur Merry tikið til sín og hava fest røtur á lívsleið hennara, ið henni varð tillagað her á fold.
Merry gekk serstakliga høgt uppí at vísa kærleika og trúfesti, og at hava umsorgan fyri øllum sínum kæru, hon vildi altíð vita hvar øll vóru, og at øll høvdu tað gott. Somuleiðis gekk hon ómetaliga høgt uppí ommubørn síni, og sum hon elskaði so høgt. Hesi vóru nú seks í tali, og av teimum vóru trý í tí fjarskotna landinum Papua New Guinea, har sonurin Poul er trúboðari, og hetta gleddist hon eisini nógv yvir, at hennara einasti sonur var farin út í heimin at boða gleðiboðskapin.
Tey árini ið Merry og Eyðálv búðu niðri, nýttu vit møguleikan í fleiri summur at fara til Danmarkar at vitja tey, og hava vit fleiri ógloymandi minnir frá hesum túrum. Seinni, síðani Mery og Eyðálv fluttu aftur til Føroya, hava vit gjørt fleiri túrar saman uttanlands. Tað var altíð stuttligt at verða í ferðalagi saman við Merry og Eyðálv, og tað ein serliga ikki gloymir er, tá siglt varð millum lond. Merry var altíð bangin, tá hon var umborð á skipi. Tey sum hon vardi av máttu ongantíð fara úr hennara eygsjón umborð, á náttartíð fór hon ongantíð í koyggjuna, men sat vakt um nakað hendi, ja hvussu mangan hava vit ikki skemtast um, hvussu trygt tað er at ferðast umborð á skipið við Merry, tí vit onnur kundu altíð leggja okkum trygt í koyggjuna, tá náttin kom, tí vit vistu at Merry gekk uppi á vakt.
Gloymi heldur ongantíð tá Carol og Poul komu út til Svínoyar seinasta summar við øllum trimum dreingjunum. Klokkan sjey hendan morgunin verða vit vakt av telefonini úti í Svínoy, og er hetta, tá Merry fer at spyrja um líkindir, og minst tríggjar ferðir mundi hon ringja aftur áðrenn Másin kom, og tá so Poul kemur upp á land á Eiðinum úti í Svínoy er tað fyrsta hann sigur: "Álvaratos Páll, hvat heldur tú um mammu, hon hevur ringt fýra ferðir á fartelefonina hjá mær, meðan vit hava siglt, og spurt um eg havi eyguni eftir dreingjunum". Síðani fortaldi eg Poul, at til okkum hevði hon eisini ringt fýra ferðir.
Merry hevði stóran ótta og respekt fyri sjónum, men hesin óttin kom kanska ikki av ongum. Vit eru uppvaksin í einari familju, ið hevði havið so tætt upp at sær. Abbin og abbabeiggin í Svínoy og mammubeiggin fóru allir á sjónum í góðum árum. Barnaheim okkara bleiv nógv vitjað av útróðramonnum, sum róðu út úr Klaksvík, serliga av svínoyingum. Har var nógv tosað um sjógvin og mangar ringar túrar á sjónum. Slíkt hevur uttan iva fest seg í eitt viðbrekið barnasinni.
Hóast Merry hevur siglt óteljandi túrar um Leirvíksfjørð, so hevði hon altíð ampa á sær, tá ivaveður var. Var hon stødd í Klaksvík, so koyrdi hon út á Oyrar og síðani norð í Ánir at hyggja hvussu líkindir vóru. Tað var eisini mangan trupult, tá Merry skuldi fara út til Svínoyar. Hetta pláss var henni sera kært, tí her var hon so nógv sum smágenta. Hvørja ferð hon skuldi til Svínoyar, so byrjaði hon at lurta eftir veðurlagnum fleiri dagar frammanundan, og at banka á barometrið. Tíverri blivu nógvir túrar avlýstir. Einaferð í vár segði hon við meg, áðrenn sjúkan fekk yvirvág, at hennara hægsta ynski var at sleppa ein túr út til Svínoyar í summar, men soleiðis skuldi ikki verða.
Tá sjúkan tók yvirvág og kreftirnar byrjaðu at vikna, sá Merry sjálv hvønn veg leiðin bar, og tí varð tað mangan svárt at heilsa henni hvørja ferð vit skuldu fara avstaðaftur, tá vit høvdu vitjað ta seinstu tíðina, ið hon lá sjúk uppi hjá dóttrini. Gloymi ongantíð tað kvøldið, tá Marsanna boygdi seg niður yvir Merry, fyri at mussa hana góða nátt, og Merry tók og hálsfevndi fast tvørtur um Marsannu, og segði veikliga: "Tú hevur verið ein góð svigarinda, og vit báðar hava altíð verið líka væl og klárað væl upp, og Eyðálv og Páll hava altíð verið so væl og arbeitt so væl saman, og eg eri so glað, at Páll hevur fingið eina góða konu". Hóast tómrúm og sakn, so bleiv Marsanna sera glað og takksom hetta kvøldið, tí sum hon segði aftaná, at hesa heilsu og minnir um Merry kann eingin taka frá mær.
Síðani á páskum, tá sjúkan byrjaði at fáa yvirvág, hevur Merry alla tíðina ligið sjúk uppi hjá dóttrini, og kundi draga sín seinasta andadrátt stillisliga í heimi hennara um nýggju-tíðina leygarkvøldið 23. apríl, og hetta var eisini hennara ynski. Tað umsorgan og røkt sum dótturin, maður hennara og Eyðálv góvu Merry finst neyvan orð innan læknavísindina, sum kann nýtast í hesum umstøðum. Tað var ein stór frægd at síggja tykkara stóra hjálpsemi ímóti Merry, og serliga tú Eyðálv, ið alla tíðina brúkti alla tína orku at verða um tína elskaðu konu, og neyvan nakar annar hevði klárað hetta arbeiðið betur, sum tú hevur útrættað hesa tíðina, meðan Merry lá sjúk. Tú ofraði teg fult og heilt fyri konu tína, ja, sum Hanna segði við Marsannu eitt kvøldið: "Heldur tú, at Páll ella Tummas høvdu runni so fyri meg og teg".
Góða Cathrina og Eyðálv, ta seinastu vikuna høvdu tit tað sera svárt. Støða skuldi takast til um Poul, sum var staddur úti í ættarbólkinum í Papua New Guinea, skuldi fáa boð um at koma heim. Avgerð skuldi takast innan eitt samdøgur, tí annars slapp hann ikki út úr ættarbólkinum teir næstu fleiri dagarnar. Tíbetur tóku tit ta støðu, at biðja Poul koma heim. Síðani bleiv tað ein ivi um Poul fór at klára at koma heim, at síggja mammuna á lívi, tí túrurin úr ættarbólkinum og heim til Føroyar tók umleið eina viku. Tað varð ein tung og lang vika at telja dagarnar, meðan Poul var ávegis til Føroyar, tí Merry viknaði skjótt, og tankar tykkara skuldu eisini verða hjá Poul. Men til alla lukku, so orkaði Merry at bíða til sonurin kom, soleiðis at Poul kundi sita saman við pápa og systir sínari hjá mammuni, teir seinastu seks tímarnar hon hevði eftir á fold.
Stutt eftir at Merry var farin, samlaðust vit øll systkini uppi hjá dóttrini, og sama kvøldið bleiv líkið av Merry flutt út á Landssjúkrahúsið. Tað var ein serlig løta hetta kvøldi, tá Merry bleiv borin út, ein serligur friður vísti seg at hvíla yvir øllum, og serliga ávirkaði tað meg nógv, tá Cathrina ikki dámdi at pápin skuldi sova í sama kamari, har mamman var deyð, men Eyðálv svaraði dóttrini aftur:"Hvat er í vegin, eg havi frið".
Tað var stuttligt at síggja ta stóru mongd av fólki, ið var komið saman í Ebenezer mikudagin 27. at æra minnið um Merry og at vísa sína samkenslu. Ein serstøk tøkk til familjuna, vinir og kenningar sum vóru komin í hópatali úr Klaksvík. Tað vóru blandaðar kenslur, sum komu fram hjá mær, tá okkara barna yndissangur: Nú dagurin at enda er ? bleiv seinast sungin í góðveðrinum úti í kirkjugarinum.
Saknurin og tómrúmið hjá okkum systkjun er stórt, nú Merry ikki er meira, men uppaftur størri er hetta hjá tykkum, góði Eyðálv, Cathrina, Poul, Carol, Óla Jákup og øll børn tykklara, sum mist hava eina góða og trúfasta konu, mammu, vermammu og ommu, og sum eisini elskaði tykkum so høgt.
Tankar okkara eru hjá tykkum øllum, serliga hugsa vit um Carol og dreingirnar, sum eru úti í ættarbólkinum í Papua New Guinea, við ynski um, at Harrin ríkliga skal signa og styrkja tykkum við sakninum og tómrúminum.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið og æru yvir minnini um kæru og trúføstu systir mína Merry.
Páll
+ mynd