hann til Klaksvíkar at arbeiða á flakavirkinum. Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og Scrabster. Hetta er fingið í lag í samstarvið við Símun Gullaksen í Klaksvík [...] í blokk. Stjórin á Kósavirkinum sigur, at fiskurin er ikki nóg góður til at gera nakað annað burturúr. Johan Páll Joensen vil ikki siga, hvat upsin er keyptur fyri. Men hann var bíligari at keypa á uppboðnum [...] hetta er so nýtt, hevur hann ikki fult yvirlit yvir útreiðslurnar, sum standast av hesum. So akkurátt, hvussu fíggjarliga úrslitið verður, veit hann ikki enn, umenn tað sær gott út fyribils. Er ein møguleika
fiskiveiðini er nóg mikið. -Men er hetta ikki ein avleiðing av tí avtalu, sum eisini tú sjálvur hevur tikið undir við? -Avtalan er góð. Allar bindingar eru burtur, og búskaparligi parturin er framúr góður [...] góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga, at tað er ein tryggleiki, at danska stjórnin ikki longur vil læna pengar til Føroyar. Eg vil siga, at tað tvørturímóti er eitt stórt afturstig [...] verðini, sum frøðist um, at ein kredittmøguleiki nú er burtur. -Uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra má hóast alt vera tann, at kredittvirðið í tí landinum, sum hann stýrir, er so gott sum møguligt, og
n tað, sum ger av, hvat tú kanst gera. Men ein oljuprísur uppá 17 dollar fyri tunnuna er ein rímuligur prísur fyri at leita eftir olju her leggur italiumaðurin aftrat. Hvat heldur hann so um møguleikarnar [...] gjørt, og sum brúk er fyri í nettup einum nýggjum øki sum Føroyar. Tit kunnu solda mistøkini, sum aðrir hava gjørt, frá - og bara taka tað besta frá teimum. Hetta haldi eg er ein sera góð útgangsstøða at [...] sítt heimaarbeiði. Teir hava keypt fitt av seismiskum tilfari og tulkað tað. Og tað er heldur einki dulsmál, at Agip er eins áhugað fyri eini komandi útbjóðing sum restin av oljuídnaðinum vísir Franco Polo
føroyingar, at ein er eitt sindur varin við at bjóða út, nú markið ikki er ásett. Hetta kann loysast við eini politiskari semju ella kann ein semjast um, hvat ein er ósamdur um, tvs. at ein hevur eitt øki [...] føroyingar semjast innanhýsis um, hvar ein slík støð skal vera. Fyri oljufeløgini hevur tað minni at siga, hvar ein útgerðarstøð liggur. Tað mest umráðandi er, at tað er ein útgerðarstøð, sum øll oljufeløgini [...] bora? -Ein kann siga fyri og ímóti tí. Tað vit síggja alla staðni er, at lond vilja luta út so nógvar teigar sum gjørligt frá byrjan, meðan áhugin í oljuídnaðinum er stórur. Ein av orsøkunum er tann, at
sum eg serliga havi lagt til merkis, er grøni liturin, sum er allastaðni. Hetta er sermerkt og hugtakandi. Eisini havi eg sæð nógvar listaframsýningar og føroysk list er hugtakandi og sera sterk og hon fer [...] søgan er sonn. Tað var ein genta, ið eg kendi, ið var so sera dugnalig og hon hevði hópin av gávum. Men 19 ára gomul doyði hon av ovurnýtslu av rúsevnum. Tá í tíðini visti eingin rættilig, hvat hasj kundi [...] tíðini. ? Annars er talan um samfelagsrevsandi tekstir, tekstir um næstrakærleika, ja, "det nære og kjære", sum Hans Inge tekur til, og hann leggur afturat, at hann nokk verður roknaður sum ein fjøltáttaður
"Nú er mamma tín deyð." Arne kom niður av loftinum at vita, hvat var áfatt, tí hann hoyrdi gangin frá mær. Tá Billa segði tað sama við hann, fór hann beinanvegin aftur á loftið. Eg veit ikki, hvat bleiv [...] tey vaksnu tá í tíðini hava hugsað nakað um, hvat gekk fyri seg í høvdinum á einum barni ella tað, sum kundi níva barnasinnið, er ilt at siga. Í hvussu er varð lítið tosað við børnini um lívsins viðurskifti [...] Brynhild Absalonsen úr Klaksvík er ættað av Viðareiði. Hon er dóttir Sáru og Olaf Joensen á Viðareiði. Sára var av Skælingi og kom til Viðareiðis til systir sína Onnu, sum var gift har norðuri. Sára og
stjóra á Tórshavnar Skipasmiðju um hvat hann heldur um lønarkravið frá FA. ? Hatta er ein joke, er hansara fyrsta viðmerking. ? Tað er ongastaðni í vesturheiminum givin ein so stór lønarhækkan, og tað kemur [...] Ingeborg vísir á at tað er sáttmálin sum var gjørdur við Føroya Tele, sum hevur lagt grundina, hvat sigur tú til tað? ? Tað er rætt. Og eg haldi eisini, at stjórin á Føroya Tele gjørdi ein stóran brølara tá [...] skipasmiðjur. Orsøkin til tað er, at vit kunnu kappast í prísi, og orsøkin til tað er, at lønarkostnaðurin hjá okkum er lægri enn t.d. í Íslandi.Hækkar lønin t.d. 10 prosent, so er tann fyrimunurin rokin og
elagnum sera væl nøgd við nýggja sáttmálan, hóast hann er ein trý ára sáttmáli, og hóast lønarhøkkingin ikki gjørdist so høg, sum ætlað. ? Tað er altíð sera stórur munur millum krøvini hjá fakfeløgunum [...] midnátt undirskrivaði partarnir ein nýggjan trý ára sáttmála. Í eini viðmerking til Sosialin, sigur Joan Ziskason, at tey eru stak væl nøgd við nýggja sáttmálan. ? Vit hava gjørt ein trý ára sáttmála, men afturfyri [...] sáttmálan, at sjúkrasystrar fáa løn fyri ábyrgd og førleika, og tað eru vit sera væl nøgd við, sigur Joan Ziskason. Men tað eru eisini gjørdar aðrar broytingar við hesum sáttmálanum. Ein lønarhækkan liggur sjálvsagt
størri barlast, tá talan er um kunnleika til oljuvinnuna sum heild. -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig uppliving at vera [...] Tey vóru Alex Buvik, sum er ráðgevi í umhvørvismálum og Annie á Hædd, sum júst er sett til at taka sær av løgfrøðiligum spurningum. Harumframt var eisini John Inderhaug, ein av leiðandi jarðfrøðingunum [...] har steðgurin tó er stuttur. Tí longu sunnudagin fer Eyðun Elttør til Alaska, har høvi verður at kunna sum við oljuvinnuna har. Hann er ferðalagi saman við 15 øðrum føroyingum. Tað er oljusamtakið við
in, sum ætlanin er at landsstýrið skal lata tinginum, verður væl og virðiliga viðgjørd og ein ikki bara merkir sær ein politiskan meiriluti, men at ein er sannførdur um, at tað er ein politiskur meiriluti [...] umheiminum, hvat vit vilja. Lógin verður signalið úteftir. Stramma upp -Hetta fær meg til at taka fram grein 10 í lógini, sum eg haldi er ein tann mest týðandi í heila tikið. Spurningurin er, um tað ikki er rætt [...] fyri tí. Royndir í seinastuni vísa, at ein leggur størri dent á at behalda ein landsstýrismann enn at útinna tað verk, ein hevur ætlað sær. Verður tað so, at ein møgulig samgonga kanska heldur enn at fáa