? Hava fingið ein sera góðan sáttmála

? Tað er altíð stórur munur á teimum krøvum, sum feløgini seta upp undir samráðingarnar og úrslitinum, men hóast tað, so eru vit sera væl nøgd við nýggja sáttmálan, sigur Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya, nú nýggjur trý ára sáttmáli er skrivaður við Fíggjarmálastýrið

Tað verður einki verkfall hjá sjúkrasystrafelagnum á hesum sinni. Týskvøldið á midnátt undirskrivaði partarnir ein nýggjan trý ára sáttmála.

Í eini viðmerking til Sosialin, sigur Joan Ziskason, at tey eru stak væl nøgd við nýggja sáttmálan.

? Vit hava gjørt ein trý ára sáttmála, men afturfyri hava vit fingið ymiskt við í sáttmálan, sum vit kanska annars ikki høvdu fingið. Til dømis hava vit fingið við í sáttmálan, at sjúkrasystrar fáa løn fyri ábyrgd og førleika, og tað eru vit sera væl nøgd við, sigur Joan Ziskason.

Men tað eru eisini gjørdar aðrar broytingar við hesum sáttmálanum.

Ein lønarhækkan liggur sjálvsagt í, men harumframt, so verða sjúkrasystrarnar eisini fluttar tvey lønartrin upp í hesum trý ára skeiðnum, sum nú liggur fyri framman.

Hetta hevur ikki bert týdning fyri tær sjúkrasystrar, sum eru í dag, men hevur avgjørt eisini týdning fyri tær, sum lesa til sjúkrasystur í løtuni.

? Fyri tær merkir broytingin, at byrjunarlønin hjá teimum verður tvey trin hægri, tí tvey tey niðastu trinini í lønarstiganum vera strikað, sigur Joan Ziskason.


Lønarhækkan

uppá 6,5 prosent

Nýggi sáttmálin er soleiðis settur saman, at lønin hjá sjúkrasystrunum hækkar 1. mars í ár við 3,5 prosenti.

? Afturat tí verða sjúkrasystrarnar fluttar eitt lønartrin upp, soleiðis at samlaða lønarhækkingin liggur um góð 5 prosent, sigur Joan Ziskason.

Næsta ár hækkar lønin við hálvum øðrum prosenti, og tá verður eisini innført, at sjúkrasystrarnar fáa viðbøtur fyri ábyrgd og førleika, samstundis sum allar sjúkrasystrarnar verða fluttar upp ein lønarflokk.

? Triðja ári verður enn einaferð lagt hálvtannað prosent afturat lønini, samstundis sum allar sáttmálaviðbøturnar verða lagdar afturat grundlønini. Hetta merkir, at grundlønin gerst hægri og at eftirlønin gerst hægri av somu orsøk, sigur Joan Ziskason, sum ikki dylir fyri, at hon er nógv betri nøgd við hetta uppskotið enn við tað uppskotið, sum var fyribilsundirskrivað av nevndini um sama mundi, sum Starvsmannafelagið fór í verkfall.

? Tað uppskotið kann ikki á nakran hátt samanlíknast við hetta, sigur hon.


Starvsmannafelagið legði rygg til

Joan Ziskason er, sum heild væl nøgd við gongdina undir samráðingunum, hóast tað einu tíðina tyktist verða rættiligur kurðil á millum partarnar.

? Vit hava havt reellar og góðar samráðingar alla tíðina. Vit hava roknað upp á tølini so hvørt, og tølini hava verið á borðinum alla tíðina. Seinastu løtuna sótu partarnir hvør sær og roknaðu út, og tí gekk samskifti gjøgnum telefon og faks, men tað var eingin forðing, sigur Joan.

Hevði verkfallið Starvsmannafelagsins nakran týdning fyri tykkara úrslit?

? Tað hevði tað sjálvsagt. Alt gongur meir ella minni út frá teirra sáttmála og Starvsmannafelagið hevur lagt ein breiðan rygg til, fyri hini fakfeløgini, sigur Joan Ziskason.


Fara undir

nýggja lønarskipan

Eitt annað úrslit av hesum sáttmálanum var, at føroysku sjúkrasystrarnar skulu hava nýggja lønarskipan. Joan Ziskason sigur, at tað leingi hevur verið teirra ynski at fáa eina nýggja lønarskipan, og hesum hava partarnir avgjørt at arbeiða fram ímóti í hesum sáttmálaskeiðnum.

? Henda skipan skal innibera at løn verður latin samsvarandi kvalifikatiónum og eisini fyri tær funktiónir, sum sjúkrasystrar hava, sigur Joan Ziskason.

Donsku starvsfelagarnir hjá sjúkrasystrunum hava fyri eini tíð síðan fingið eina slíka lønarskipan, men stendur tað til formannin í sjúkrasystrafelagnum, so verður tann føroyska skipanin ikki gjørd sum tann danska.

? Tað er okkara meting, at tann danska skipanin gevur ov nógva umsiting og tí skulu vit gera eina føroyska skipan, sigur Joan Ziskason.


Sera væl

nøgd við úrslitið

Sum nevnt, so er formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum sera væl nøgd við nýggja sáttmálan, hóast hann er ein trý ára sáttmáli, og hóast lønarhøkkingin ikki gjørdist so høg, sum ætlað.

? Tað er altíð sera stórur munur millum krøvini hjá fakfeløgunum og tað endaliga úrslitið, men tað vóru vit greið yvir frammanundan. Fakfeløgini høvdu veruliga væntað sær eina »ordiliga« lønarhækking hesaferð, men tað gjørdist heldur ikki veruleiki. Tí haldi eg, at við tí, sum vit hava fingið við í sáttmálan, so eiga vit at verða væl nøgd, sigur Joan Ziskason at enda