Tónleikavitjan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Summarfestivalur verður í Klaksvík í august. Eitt av útlendsku nøvnunum, sum skal leggja lunnar undir nýggja tiltakið, er Hans Inge Fagervik. Hann hevur vitjað 3 ferðir áður í Føroyum og hesaferð verður ymiskt á skránni.
? Tað verður blandað tilfar, bæði nýtt og gamalt, sigur Hans Inge Fagervik, sum fryntligur tekur telefonina, tá vit ringja seint hóskvøld.
? Eg havi ein dugnaligan tónleikara við, sum spælir saxofon og annað. Men so skal eg eisini leika saman við føroyskum tónleikarum, sigur Hans Inge.
Tá hann verður biðin um at lýsa seg sum tónleikara og orða- og tónasmið, so sigur Hans Inge, at hann roynur at liva í tíðini.
? Annars er talan um samfelagsrevsandi tekstir, tekstir um næstrakærleika, ja, "det nære og kjære", sum Hans Inge tekur til, og hann leggur afturat, at hann nokk verður roknaður sum ein fjøltáttaður orðasmiður.
Sonn søga
Eg havi verið á leiðini við sangi og tónleiki í 32 ár, havi útgivið eini 25 fløgur, og mong góð upplivilsi havi eg fingið og eri sloppin at vitja sera nógv lond, sigur Hans Inge Fagervik.
Kendasti sangurin hjá Hans Inge á okkara leiðum er Marita. Á føroyksum Maria. Einar Olsen føroyskaði og Kim Hansen framførdi meistarliga á yngri árum.
Og søgan er sonn.
Tað var ein genta, ið eg kendi, ið var so sera dugnalig og hon hevði hópin av gávum. Men 19 ára gomul doyði hon av ovurnýtslu av rúsevnum. Tá í tíðini visti eingin rættilig, hvat hasj kundi leiða til. Men tíverri er sangurin Marita meira viðkomandi í dag, enn nakrantíð, ásannar Hans Inge.
Rock mot rus
Hans Inge Fagervik er á mongum økjum framman fyri sína tíð. Dømini eru mong um, at hann tekur upp ymiskt í sangum sínum, og nøkur ár seinni eru hetta evni, ið seta dagsskránna kring heimin. Tá hann sang um rúsevni, vóru hesi enn ikki komin á samfelagsbreddan sum vandamál.
Í nøkur ár hevur Hans Inge havt eina verkætlan, ið nevnist "Rock mot rus". Hann ferðast út á skúlar og har ungdómur annars hittist. Talan er um fyribyrgjandi konsertir og hann hevur vitjað á skúlum í Noreg, men eisini í øðrum londum, t.d. í Danmark.
? Konsertirnar eru ikki bara fyribyrgjandi, men innihalda eisini ein positivitet og eini boð um gleðina við at liva og tað er umráðandi at duga at liva og at finna gleðina við lívinum, sigur Hans Inge Fagervik.
Ein genta græt
Og upplivingarnar eru mangar á hesum ferðum, har spælt verður fyri ungdómi á Rock mot rus konsertum.
? Fyri stuttum hevði eg konsert fyri 500 næmingum og eg legði til merkis eina gentu, ið táraði. Vit hugdu hvør í eyguni á øðrum og hon hugdi beint í eygu míni, meðan eg sang. Tá konsertin var liðug, fór eg yvir til hennara fyri at tosa við hana. Eg spurdi, um hon hevði brúk fyri at tosa við onkran og spurdi, um hon fekk hjálp. Jú, hon fekk ta hjálp, ið hon skuldi hava. Men støðan var tann, at mamma hennara var deyð av ovurnýtslu av rúsevnum eina viku innan konsertina, greiðir Hans Inge Fagervik frá.
Grøni liturin hugtakandi
Hans Inge Fagervik er glaður fyri, at sangurin Marita er umsettur til føroyskt og var eisini bilsin, tá hann hoyrdi hetta.
? Eg visti ikki tá, at føroyingar lurta eftir norskum útvarpi og at føroyingar duga so væl norskt, men vit vilja jú eisini so fegin halda, at tit hoyra til okkara, skemtar Hans Inge.
Hann gleðir seg at koma til Føroya, tí fólk hava tikið so væl ímóti honum á ferðunum í Føroyum.
? Tað sum eg serliga havi lagt til merkis, er grøni liturin, sum er allastaðni. Hetta er sermerkt og hugtakandi. Eisini havi eg sæð nógvar listaframsýningar og føroysk list er hugtakandi og sera sterk og hon fer beint í hjartað, sigur Hans Inge Fagervik, sum áður hevur spælt í Klaksvík og sum í auguast aftur stendur á palli í Klaksvík á Summarfesti-valinum har.
Sagt og skrivað:
Oslo: PMM. Lars Overhalden)
Da en Osloavis skulle presentere Hans-Inge Fagervik for sine lesere forleden, begynte de med følgende setning: Dypest sett finnes det to typer artister; Døgnfluene og Hans-Inge Fagervik typene....
Hans lune humor, sterke tekster, og ærlighet i forhold til sine egne problemer, gjør at mange av oss kjenner oss igjen. Kanskje er det det som gjør at han har fulle hus der han kommer, selv etter 25 år.
ENGASJEMENT
Engasjentet er vel noe av det som kjennetegner Fagervik. Ikke bare har han gitt inntekten fra to av sine CDer til hjelpeorganisasjoner, men har han konsert i byen du bor i, kan det meget godt hende at du treffer han etter konserten på en av byens varmestue, i prat med de som er mest slitne av at liv i rus. eller på gata i samtale med ungdom i faresonen. Det er kanskje derfor "Natteravnene" har valgt ham som den artisten de har brukt til å profilere sun sak på bl.a TV2.
"Jeg har selv opplevd at livet har gått fullstendig overstyr uten at noen stilte opp, og i den prioden var det folk som fikk det vondt pga. meg. Etter at jeg klarte å komme meg på føttene igjen, har jeg brukt noe av tia mi til å forsøke å gjøre det godt igjen. Kan jeg bruke det at jeg selv har "tryna", til å hjelpe andre gjør je gjerne det", sier han selv om hvorfor du finner han blandt andre natteravner på fritida.
Forresten dette med fritia er vel ikke helt sant. I 15 år har han på eget initiativ drevet et forebyggende konsertprogram under tittelen: Rock Mot Rus. en kåserikonsert som kommuniserer på en sånn måte at den unge forsamlingen som han ofte kjører for, ikke slipper blikket hans på to skoletimer! For dette har han også mottat priser.
I FORKANT
Marita-sangen skrev Hans-Inge før så mange andre var opptatt med narkotikaproblemet. Han var dermed den første her i landet som brukte musikk i forebyggende arbeid.
Om Nelson Mandelas frigivelse skrev han seks år før Nelson Mandela ble løslatt, på en sånn måte at det ble lagt merke til i Sør-Afrika!
Og minesaken fikk sin sang "Min verden" 10 år før Nobel Fredspris satte den på dagsordenen.
Det finnes mange eksempler på at denne mannen ikke dilter etter, men ofte formulerer sine tanker før andre har satt dem på dagsordenen.
Tittelsangen på hans siste CD "Innerst inne" tar opp volden i samfunnet.
(Av heimasíðu tónaskaldsins)
Diskografi
1. Hans Inge (-75) Ansgard Gramofon A/S
2. To brødre (-77) Ansgard Gramofon A/S
3. Festen er alt i gang (-81) Storm Production
4. Hei her e æ (-82) Storm Production
5. Ikke redd for regnet (-84) Storm Production
6. Ta vare på drømmen din (-85) Storm Production
7. På sitt beste (-86) Storm Production
8. Min verden (-87) God musikk
9. Painted pictures (-89) MOR
10. Tusen grunner til å leve (-93) Kommunikè
11. Marita og 19 klassiskere (-94) Master Music
12. En dråpe i havet (-95) Kommunikè
13. LUX (-97) Kommunikè
14. Mine første sanger (-98) Prima
15. Innerst inne (98/99) kommunikè
(av heimasíðu tónaskaldsins, men listin er ikki dagførdur)
(Av heimasíðu tónaskaldsins)