Michelsen. Men hann sigur, at hann ætlar at halda fast um avtaluna. Hinvegin leggur hann afturat, at nú útlit eru fyri, at danska Uttanríkisráðið fer at gera okkum ómyndig við at steðga eini semju við tvey [...] danska uttanríkisráðnum um, at tey góðtaka ikki avtaluna og at tey fóru at seta hana úr gildi. – Verður hon ikki broytt, fer danski uttanríkisráðharrin at boða Íslandi frá, at avtalan ikki hevur rættarvirknað [...] Fyri at leggja samstarvið í eina fasta legu, hava uttanríkisráðharrarnir í teimum trimum londunum skrivað undir eina einfalda semju um at samstarva væl í einum skipaðum karmi. – Stutt eftir at semjan
kommunu, sigur, at tað fer at kosta eina lítla millión at gera nakað við reinsiskipanina við svimjihøllini í Gundadali. Foreldur hava klagað um, at tað er ov kalt hjá smæstu børnunum at svimja í svimjihøllini [...] farin undir at byrja arbeiðið við at gera vatnrutsjibreytina. - Articon setur vónandi spakan í í næstu viku, meðan montørarnir koma í viku 16. Vit vænta so, at tað tekur tvær, tríggjar vikur at seta breytina [...] - Vit fara at seta ein dúk upp, millum kavingarhylin og restina av høllini og vóna, at tað verður nokk. Kavingarhylurin verður so stongdur í nakrar vikur og vit vóna, at vit sleppa undan at steingja meiri
Tórshavnar kommunu, kundi hon boða frá, at ætlanin longu var steðgað, og at grótið fór at verða tikið uppaftur úr ánni – og at býráðið sama dag á samgongufundi fór at tosa um, hvussu tey skuldu finna eina [...] skaddi umhvørvið so nógv. Hon segði, at kommunan kortini fegin vil hava grótið úr tunlinum, og at kommunan veruliga ynskir at brúka grótið. Hon vísti á, at serkøn søgdu, at tað er ov smátt til havnarúrbyggingina [...] ætlanina um at økja um vinnuøkið á Sundi við at fylla upp 50.000 fermetra stórt øki eystan fyri verandi vinnuøki við gróti úr Eysturoyartunlinum. Tað var týsdagin, flaggdagin, at farið varð undir at leggja
Olga Biskopstø heldur, at játtanin til Strandferðsluna eigur at vera so mikið rúmlig, at tey kunnu gera túrar við serflutningi í útoyggjarnar, uttan at krevja leigu fyri skipið, og at taka leiguna av úto [...] onkrari útoyggj, fáa tey stuðul til at flyta krovini av oynni. Hon heldur, at tey, sum í roynd og veru búgva á útoyggj, eiga at fáa eitt borgarakort, og sostatt eiga bara tey at fáa lut ú flutningsstuðlinum. [...] gjørdur til Svínoyar. Hann sigur, at tað er ein orsøk til, at flutningsstuðulin er uppi nógv fyrr í ár, enn hann plagar at vera, og sostatt mugu tey á útoyggj, sum hava nakað at flyta nú, rinda fullan prís fyri
álit á, at Annika Mittún Jacobsen hevur førleika at meta um, hvussu tíðindadeildin kann rekast forsvarliga. - Tíðindadeildin í Kringvarpinum vil við hesum heita á teg um at umhugsa ætlanina at siga Jón [...] skuldi gerast uttan at skerja tíðindasendingarnar, so fekk fundurin ongantíð nakað nøktandi svar. Víðari siga tey í brævinum: »Hetta ger, at vit halda ikki, at tú hevur neyðuga førleikan at meta um, hvat skal [...] vísa á, at tey eru í eini serstøðu á stovninum. - Vit kunnu ikki arbeiða tíðindi niður fyri, og vit kunnu ikki niðurleggja tíðindasendingar fyri at fáa játtanina at halda. Tíðindafólkini eru noydd at vera
altjóða orkustovninum IEA. Hann vil vera við, at IEA er vitandi um, at um ikki so langa tíð verður oljutrot, men at stovnurin hevur valt at dylja tað fyri at sleppa undan ruðuleika á marknaðunum. Gevur USA [...] um vánirnar fyri at finna nýggjar oljuleiðir. Niðurstøðan hjá The Guardian er, at tey nýggjastu tølini hjá IEA kunnu ikki metast at vera eftirfarandi, og í øllum førum er orsøk til at seta spurnartekin [...] vón og viti, og at tann seinasta er heldur ikki røtt. Og tað veit IEA, sigur keldan við blaðið. Hon vil vera við, at tað er rættiliga vanlig uppfatan í IEA, at tað verður ómøguligt at fáa ta dagligu f
høvi til hesa løtuna at flyta pengar til slóðbrótandi arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Fyri at fáa so mong sum til ber at lýða á hevur Kringvarpið gjørt rættiliga nógv burtur úr við at gera samrøður og innsløg [...] viðgerð. Tað hevur tí ómetaliga nógv at siga, at tey, sum granska og arbeiða við hesum, fáa teir neyðugu midlarnar. Tað almenna eigur sjálvandi at ganga á odda við at gera íløgur í eitt vælvirkandi heilsu- [...] á altjóða stigi. Vit loyva okkum at gita, at alt Førøya fólk fer at taka undir við ikki bert hesi áhugaverdu og tiltrongdu ætlan, men eisini longu í annaðkvøld fara at geva gallatiltakinum í Norðurlandahúsinum
knøttin. At tað í ár eru 100 ár síðani, at stig varð tikið til at hátíðarhalda hendan dagin, fer sjálvandi at seta sín serliga dám á dagin. Hugstoytt kortini, at tað í heila tikið skal verða neyðugt at hátíðarhalda [...] langtsíðani at verið loystu - nú vit skriva 2010. Á tingi liggja nú fleiri uppskot um at broyta vallógina aftur soleiðis, at landið verður býtt sundur í valdømi. Hetta er fyri at tryggja, at øll øki í landinum [...] uppskotið fram um at broyta Føroyar til eitt valdømi stutt fyri síðsta løgtingsval var ein grundgevingin, at hetta fór at skapa størri javnstøðu á tingi. Hetta verður sjálvandi trupult at prógva, men vit
heldur formaðurin, at ein treyt kann vera, at teir vísa í verki, at teir eru verdir at verða limir í felagnum. - Tað kunnu teir gera við at ganga á odda í teimum ósemjum, sum helst fara at koma í framtíðini [...] seg um at vísa samanhald, sigur Jan Højgaard. Jan Højgaard ásannar, at tað er ikki ofta, at menn verða koyrdir úr felagnum. - Tað munnu vera eini 50 ár síðani at tað hendi seinast, men vit mettu, at hetta [...] elagið gjørdi av at blokera Carlton, tí felagið metti, at sáttmálarnir vóru ikki hildnir. - Men hóast vit góvu limum okkara forboð ímóti at mynstra við Carlton, vóru tað fýra limir, sum kortini fóru við
greiðir frá, at upprunaliga var ætlanin at gera vart við, at dómsnevndin hevði rætt til onga 1. virðisløn at lata. - Men vit tóku orðingina úr aftur lýsingini, tí vit vóru bangar fyri, at tað fór at ræða fólk [...] í hesum tykist vera, at tað í fráboðanini um kappingina ikki var viðmerkt, at dómsnevndin tilskilaði sær rætt til onga 1. virðisløn at lata. - Tíverri varnaðust vit heldur seint, at hatta ongastaðni stóð [...] Gluggaglæmu leygardagin ikki at lata nakra 1. virðisløn millum innkomnu pløggini. Hetta hóast tað var boðað frá í kappingartreytunum, at bæði ein 1., 2. og 3. virðisløn fóru at verða latnar. Avgerðin fekk