Fáa vatnrutsjibreyt men ikki hita

Vatnrutsjibreyt í mai og uttandura hitapottar seinni, men fyribils verður vatnið í smæstu hyljunum ikki heitari, sigur Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu.

Hyljarnir í svimjihøllini í Gundadali vera ikki heitari í bræði, men hinvegin koma tvær vatnrutsjibreytir í mai og uttandura hitapottar seinni.

 

Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu, sigur, at tað fer at kosta eina lítla millión at gera nakað við reinsiskipanina við svimjihøllini í Gundadali. Foreldur hava klagað um, at tað er ov kalt hjá smæstu børnunum at svimja í svimjihøllini í Gundadali. Í farnu viku greiddi leiðarin í svimjihøllini, Gunnar Streymoy, frá, at um nakað skal gerast, má reinsiskipanin skiftast út.

- Vit høvdu eitt sindur av brúkarasamskifti í fjør og sóu, at hitin í hyljunum var ein avbjóðing. Vit innheintaðu tá tilboð, og lógu tey um eini 800.000 krónur. Vit mettu ikki, at hetta var ein átrokandi raðfesting tá, men eg havi sett tað á skrá, nú vit fara at fundast um fíggjarætlanina fyri næsta ár, sigur Sigurð Ó. Vang.

 

Hann sigur, at stórar íløgur verða gjørdar í svimjihøllina í løtuni, og hitin í hyljunum er nakað, sum atlit eisini má takast til.

 

Longu í næstu viku verður farin undir at byrja arbeiðið við at gera vatnrutsjibreytina.

- Articon setur vónandi spakan í í næstu viku, meðan montørarnir koma í viku 16. Vit vænta so, at tað tekur tvær, tríggjar vikur at seta breytina upp, sigur Sigurð Ó. Vang, sum eisini sigur, at ein lítil breyt verður settur upp við barnahylin. Stóra breytin, sum verður 73 metrar long, verður settur upp við kavingarhylin og verður væntandi klárur at taka í brúk í mai.

 

Hann sigur, at svimjihøllin ikki verður stongd, meðan arbeiði fer fram.

- Vit fara at seta ein dúk upp, millum kavingarhylin og restina av høllini og vóna, at tað verður nokk. Kavingarhylurin verður so stongdur í nakrar vikur og vit vóna, at vit sleppa undan at steingja meiri.

 

Eisini eru ætlanir nú um at gera uttandura hitapottar uttan fyri svimjihøllina, á økinum uttan fyri kavingarhylin, oman móti svimjihøllini. 

- Í samband við reinsingina av hesum vatninum, sum jú verður nakað heitari, mugu vit eisini hyggja at størri heildini og kanska finna eina loysn, sum loysir avbjóðingarnar við lítlu hylunum eisini.

 

Hvat viðvíkur minsta hylinum, so er væl møguligt, at onkrar broytingar verða gjørdar.

- Í samband við at langhylur skal byggjast, so fer inngongdin frá verandi høll og yvir til langhylin at liggja umleið har, sum minsti hylurin er í dag. Tí er væl møguligt, at onkrar broytingar verða gjørdar við staðsetingini av barnahyljunum, sigur hann.

 

Arbeiðið við langhylinum er tó ikki komið veruliga í gongd enn. Sitandi samgonga hevur tó samtykt, at arbeiðið skal byrja í hesum valskeiðnum.