Poul Michelsen fingið harraboð úr Danmark

Men Poul Michelsen sigur bersøgin, at hann ætlar sær ikki at slaka, tí Føroyar hava ikki ráð til danskt smásinni og erkvisni

– Enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at Danmark er ein forðing fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum.

Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.

 

Seinasta dømi um hetta er, at danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, hevur boðað frá, at hann ikki vil góðtaka eina samstarvsavtalu, Føroyar, Grønland, Ísland hava gjørt.

 

Sum grannar í útnorðri hava Føroyar, Grønland og Ísland sjálvandi fleiri felags áhugamál og samstarva á nógvum økjum, sigur Poul Michelsen. Samstarvið ímillum hesi trý londini hevur nógv ár á baki og fleiri samtyktir og avtalur eru gjørdar hesi árini.

 

Fyri at leggja samstarvið í eina fasta legu, hava uttanríkisráðharrarnir í teimum trimum londunum skrivað undir eina einfalda semju um at samstarva væl í einum skipaðum karmi.

 

– Stutt eftir at semjan var gjørd, komu harraboð úr danska uttanríkisráðnum um, at tey góðtaka ikki avtaluna og at tey fóru at seta hana úr gildi.

 

– Verður hon ikki broytt, fer danski uttanríkisráðharrin at boða Íslandi frá, at avtalan ikki hevur rættarvirknað, sigur leggur Poul Michelsen afturat.

 

Hann sigur, at danir meta, at Føroyar og Grønland eru farin útum heimildirnar í uttanríkispolitksu lógini við at undirskriva eina avtalu við eitt annað land uttan margháttliga forstavilsið “Kongeriget Danmark for såvidt angår”

 

Vit hava eina uttanríkispolitiska lóg, men Poul Michelsen er komin til ta niðurstøðu, at hon er eitt haft um beinið á Føroyum.

 

–Vit sleppa ikki at verja og fremja okkara egnu áhugamál úti í heimi. Tað er danska mótstøðan ímóti Útnorðuravtaluni enn eitt talandi dømi um.

 

– Vit hava ferð eftir ferð hoyrt danskar myndugleikar tosa um javnbjóðis samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar. Men eftir tvey ár í landsstýrinum má eg ásanna, at vit als ikki eru javnbjóðis partar. So seint sum fyri einum mánaði síðan varð danska grundlógin brúkt sum forðing fyri, at Føroyar fáa limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur Poul Michelsen.

 

 Men hann sigur, at hann ætlar at halda fast um avtaluna. Hinvegin leggur hann afturat, at nú útlit eru fyri, at danska Uttanríkisráðið fer at gera okkum ómyndig við at steðga eini semju við tvey onnur lond, er stundin av álvara komin til at endurskoða uttanríkispolitisku lógina, og tað ongantíð ov skjótt.

 

Føroyar hava ikki ráð til danskt smásinni og formligt erkvisni í uttanríkispolitiskum viðurskiftum longur. Vit hava tørv á og rætt til at røkja okkara egnu áhugamál mótvegis øðrum londum. Tað er ikki bara eitt politiskt ynski, men ein skylda móti fólkinum og vinnuni í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum.

 

Trýst HER og les meiri um, sjónarmiðini hjá Poul Michelsen her hann eisini fortelur, at tað nú eru tvey ár síðani, at hann sendi Anders Samuelsen eitt skriv, men hann hevur ikki svarað enn.