Stuðulin fer á skeivar hendur

Stuðulin til útoyggjarnar verður illa brúktur og hann kemur ikki altíð teimum til góðar, hann er ætlaður til

 

Orsøkin til at stuðulin til útoyggjarnar er uppi í ár, er tann, at hann verður illa brúktur.

 

Tað sigur Olga Biskopstø, sum samskipar arbeiðið hjá Útoyggjafelagnum.

 

Fyrr í dag stóð at lesa her á www.in.fo. at útoyggjafólk eru komin í eina ringa støðu, tí flutningsstuðulin, tey fáa frá landinum, er uppi. Sostatt fáa tey ongar vørur til oynna, og ongar vørur av oynni, uttan at rinda fullan prís, og tað er eitt stórt bakkast, serliga nú slaktið skal avreiðast.

 

 

Les eisini: Fólk á útoyggj komin í eina ringa støðu

 

 

Men samskiparin hjá Útoyggjafelagnum, sigur, at tað er ikki av ongum, at stuðulin longu er uppi. Hon heldur nevniliga, at hann kemur ikki altíð teimum til góðar, hann er ætlaður til.

 

- Stuðulin er ikki rættvísur. Í okkara hugaheimi eigur stuðulin at verða markaður til tey, sum búgva fast á útoyggj, og sum royna at skapa sær ein vinnuveg burtur úr tí tilfeingi, sum er á útoyggj, sigur hon.

 

Men tað er stuðulin ikki, tí tað eru øll møgulig, sum fáa burtur av honum. Sostatt fáa øll, sum hava onkra framleiðslu á útoyggj, lut í flutningsstuðlinum, eisini tey, sum búgva fast á meginøkinum.

 

- Bara tey hava nakrar seyðir á onkrari útoyggj, fáa tey stuðul til at flyta krovini av oynni.

 

Hon heldur, at tey, sum í roynd og veru búgva á útoyggj, eiga at fáa eitt borgarakort, og sostatt eiga bara tey at fáa lut ú flutningsstuðlinum.

 

Samstundis halda tey eisini, at byggitilfar eigur at verða umfatað av flutningsstuðlinum.

 

Men tann størsti vansin er, at hvørja ferð, Strandferðslan ger leigutúrar í útoyggj, tekur hon eisini leigugjaldið fyri skipið av útoyggjastuðlinum.

 

Olga Biskopstø heldur, at játtanin til Strandferðsluna eigur at vera so mikið rúmlig, at tey kunnu gera túrar við serflutningi í útoyggjarnar, uttan at krevja leigu fyri skipið, og at taka leiguna av útoyggjastuðlinum.

 

Men ístaðin skal allur slíkur flutningur fíggjast av flutningsstuðlinum.

 

Jens Petur Brattalíð, Samferðsluleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at útoyggjarnar hava krav upp á tveir serligar farmatúrar um árið, og leigan fyri skipið til teir túrararnar, verður tikin av flutningsstuðlinum til útoyggjarnar.  

 

Hann sigur, at í ár hevur Strandferðslan havt tveir legiutúrar til Dímunar við nógvum farmi og sum vóru dýrir. Samstundis er ein farmatúrur gjørdur til Svínoyar.

 

Hann sigur, at tað er ein orsøk til, at flutningsstuðulin er uppi nógv fyrr í ár, enn hann plagar at vera, og sostatt mugu tey á útoyggj, sum hava nakað at flyta nú, rinda fullan prís fyri tað, leggur hann afturat.