Fýra menn kunnu tryggja javnstøðu á tingi

Í dag verður altjóða kvinnudagurin hátíðarhildin kring knøttin. At tað í ár eru 100 ár síðani, at stig varð tikið til at hátíðarhalda hendan dagin, fer sjálvandi at seta sín serliga dám á dagin. Hugstoytt kortini, at tað í heila tikið skal verða neyðugt at hátíðarhalda ein slíkan dag 100 ferðir, tí eyðsæð átti hesin demokratiski trupulleikin langtsíðani at verið loystu - nú vit skriva 2010.

Á tingi liggja nú fleiri uppskot um at broyta vallógina aftur soleiðis, at landið verður býtt sundur í valdømi. Hetta er fyri at tryggja, at øll øki í landinum verða umboðað á tingi, siga tey tingfólk, sum vilja hava gomlu skipanina aftur, ella eina, ið líkist henni.

Hetta er sjálvandi eitt sjónarmið við sínum demokratisku grundgevingum. Tá Edmund Joensen legði uppskotið fram um at broyta Føroyar til eitt valdømi stutt fyri síðsta løgtingsval var ein grundgevingin, at hetta fór at skapa størri javnstøðu á tingi. Hetta verður sjálvandi trupult at prógva, men vit kunnu so siga, at øll fólk í Føroyum við hesi skipan hava sama møguleika at velja ímillum øll valevnini, sum bjóða seg fram.

Eitt hugtak, sum hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á tosinum um at broyta valskipanina, er »økiskvotering« kontra »kynskvotering«. Tað er eitt trupult mál at skula kynskvotera eina demokratiska forsamling, sum eitt parlament er. Men tá kvinnur samanbera hetta við økiskvotering, so er grundgevingin áhugaverd: Tá til dømis ein sandingur skal veljast á ting, tí hann er sandingur. Hví skal so ein kvinna ikki veljast á ting, tí hon er ein kvinna? Hetta er ein relevantur spurningur at seta í sambandi við ta fløkjuna av uppskotum um valskipan, sum nú liggja á tingborði.

Vit hava skrivað tað fleiri ferðir fyrr á hesum teigi, at um onkur skal hava vald, so skal onkur annar missa vald. Tað er tann nakni sannleikin í einum nøtuhylki. Skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald, og tað er ein stórur trupulleiki - fyri ikki at siga, at tað er trupulleikin!

Tað ber væl til at fáa javnstøðu á tingi - tað vil siga á leið líka nógvar kvinnur sum menn - uttan at gera tað við formellum kynskvoteringum. Fýra menn kunnu gera hetta einsamallir: Um Høgni Hoydal, Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Jóannes Eidesgaard gera av, at í teirra flokkum vilja teir hava á leið eins nógvar kvinnur valdar, sum menn, so er trupulleikin loystur. Tað er í floksorganisatiónunum, at hetta skal skipast - og sum leiðarar í fýra av teimum størstu flokkunum, so hava teir buktina og báðar endarnar - spurningurin er so bara, um teir tora at sleppa øðrum endanum?