Hava ikki álit á Anniku Mittún Jacobsen

Sarvsfólkini á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya hava ikki álit á, at Annika Mittún Jacobsen hevur førleika at meta um, hvussu tíðindadeildin kann rekast forsvarliga.

- Tíðindadeildin í Kringvarpinum vil við hesum heita á teg um at umhugsa ætlanina at siga Jón Brian Hvidtfeldt úr starvi og somuleiðis umhugsa játtanina til Tíðindadeildina fyri 2010 einaferð enn.

Soleiðis siga starvsfólkini á tíðíndadeildini í Kringvarpinum í brævi til Anniku Mittún Jacobsen, stjóra í Kringvarpinum.

Tey vísa á, at á fundi við stjóran 6. januar 2010 var tað teirra greiða fatan, at stjórin hevði torført við at siga starvsfólkunum, júst hvussu tíðindadeildin forsvarliga kann rekast innan fyri tann fíggjarkarm, sum hon hevði tillutað deildini.

- Hóast fólk á fundinum áhaldandi spurdu teg júst, hvussu tað skuldi gerast uttan at skerja tíðindasendingarnar, so fekk fundurin ongantíð nakað nøktandi svar.

Víðari siga tey í brævinum:

»Hetta ger, at vit halda ikki, at tú hevur neyðuga førleikan at meta um, hvat skal til fyri at reka tíðindadeildina forsvarliga. Starvsfólkið á tíðindadeildini er samt um, at hetta er ein sera órógvandi støða fyri okkum og sum vit ikki kunnu góðtaka.

Vit halda, at uppskotið til fíggjarætlan fyri 2010 í veruleikanum merkir, at tíðindi og aktualitetur verða niðurraðfest. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, tí tíðindaparturin er frammanundan hart sperdur, og vit kunnu, sum er, ikki lúka okkara public-service-skyldur við atliti at einum fjølbroyttum og kritiskum tíðindaflutningi.

Afturímóti fingu vit eitt greitt svar frá tær um, at tað framvegis er tín ætlan at siga Jón Brian Hvidtfeldt úr starvi.

Við hesum í huga fara vit enn einaferð at heita á teg um at umhugsa støðuna og ganga hesum ynskjum okkara á møti:

1. Tak hoyringsskrivið um at siga Jón Brian Hvidtfeldt úr starvi aftur.

2. Hækka fíggjarkarmin hjá tíðindadeildini til eina forsvarliga upphædd, ella boða okkum og almenninginum frá, hvørjar neyðugu sparingarnar í tíðindaflutninginum eru.«

Tíðindafólkini í Krinvarpinum vísa á, at tey eru í eini serstøðu á stovninum.

- Vit kunnu ikki arbeiða tíðindi niður fyri, og vit kunnu ikki niðurleggja tíðindasendingar fyri at fáa játtanina at halda. Tíðindafólkini eru noydd at vera til arbeiðis, tá ið tingini henda. Hetta er ein veruleiki, sum starvsfólkið á Tíðindadeildini kennir og góðtekur.

- Men samstundis vita vit eisini, sum áður sagt, at tillutaði karmurin er so trongur, at tað er bæði fakliga og menniskjaliga óforsvarligt.

- Vit vilja fegin lata tær eina freist til mánadagin 11. januar klokkan 15 at ganga okkara ynskjum á møti, siga starvsfólkini á tíðindadeildini í skrivinum til Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra.